Dansi- og rørslubreyt
Breytin gevur tær møguleikan at royna ymiskar dansigreinar innan samtíðardans og Hip Hop. Breytin fevnir um skapandi arbeiði, at læra og tilevna koreografi, framførslu, at menna sínar rørsluførleikar og at inndraga aðrar listagreinar í sítt arbeiði. Samstundis fært tú innlit í hvat ein dansiyrkisleið inniber - herundir heilsu, ástøði, síggja sýningar, arbeiða tvørlistaligt, framleiðsla v.m.
SKAPANDI TILGONGDIR Við hesum skeiði fáa næmingarnir innlit í ymisk háttaløg hjá listafølkum, tá arbeitt verður skapandi við at menna koreografi. Hetta verður gjørt við verkstovum, har farið verður gjøgnum stuttar tilgongdir, ið geva næmingunum nøkur tól, ið tey seinni kunnu nýta sjálvi. Gjøgnum skeiðið skulu næmingarnir menna teirra egnu koreografi, við vegleiðing frá undirvísarunum. Umframt kreativt fysiskt arbeiði, skulu næmingarnir eisini læra at seta orð á og skriva um bæði sína egnu og aðra list.
Koreografi Konsept og rørslu menning Inspiratión Koreografiskar tilgongdir Tónleikur Samstørv Arbeiða í bólkum At arbeiða tvørlistaligt Tvørtur um breytir Fakligheit Læra at tosa og skriva um list Tosa um arbeiði Menna sítt egna rørsluútrykk
Hevur hetta tín áhuga so er dansi- og rørslubreytin breytin fyri teg