Jólaroynd

Góðu foreldur - ein lítil áminning!

Skúlastýrisvalið er týsdagin 12.november, samstundis sum býráðsvalið. Skúlastýrisvalið fer fram í høllini á Hálsi, t.v.s. í sama høli sum kommunuvalið. Foreldur, ið hava foreldramynduleika hjá børnum, ið ganga í Eysturskúlanum, kunnu velja. 
Foreldur, sum ikki hava høllina á Hálsi, sum sítt valstað, kunnu brævatkvøða í Eysturskúlanum fram til mánadagin 11.november kl. 15.00. 
Foreldur, ið eiga børn, sum komandi skúlaár flyta í Eysturskúlan, hava eisini valrætt og kunnu brævatkvøða. 

Hesi valevni bjóða seg fram at umboða foreldrini í skúlastýrinum komandi 4 árini: 
Arnhild Schmidt
Birita B. Iversen
Ingibjørg Kristiansen
Rókur J. Jacobsen
Sigurð Ó. Vang
Tróndur H. Dalsgarð

Vinarliga

Eyðna Magnussen, skúlastjóri og forkvinna í valnevndini

Innlating nr. 3 til týsdagin 12 november

Í frálíka veðrinum í dag var upplagt at hava lívfrøði tíman í fjøruni, har næmingarnir fingu hendur á fliður, krabbar og gággur

Útferð!

Árskalendari

Felags foreldrafundur!

Bólkar í ítrótti/svimjing

Føroyskt munnligt!

Verkætlan - framløgur

  • Ongar fílur

Viðtalur í 8.h 17/4 2024,

Hvat er ein góð verkætlan:
 
1 Ein góð verkætlan hevur eitt gott evni:
 
1.1 Hvat er eitt gott evni?

Tá ið tit velja evni, er týðandi at hava í huganum, at evnið hevur tykkara áhuga. Evnið skal ikki vera ov breitt, finnið tí eina hóskandi avmarking við evninum. Tá ið tit hava eina meining um evnið, spyrjið so vegleiðaran, um hann/hon heldur, at evnið er gott, og um tað er nakað, tit skulu hugsa um. Er eitt høvðusevni, mugu tit hugsa um, um tykkara evni hevur samband við tað.

Tað er lættari, um evnið hevur tykkara áhuga, og um evnið er eitt evni, sum tit møguliga vita eitt sindur um frammanundan.

 

1.1. Dømi um evni:
 
Føroyar sum ferðaland
Kloakkviðurskifti í Tórshavn
Føroyskur gourmetmatur
 

 

2 Ein góð verkætlan hevur ein góðan spurdóm:
 
2.1. Hvat er ein góður spurdómur?
Tað kann vera torført at orða ein góðan spurdóm. Øll verkætlanin er tengd at, um spurdómurin er góður. Gerið tykkum tí sera góðan ómak og hugsið tykkum væl um, tá ið tit gera spurdómin. Tit kunnu møguliga skriva fleiri spurdómar niður og velja tann besta.

Spurdómurin má vera soleiðis, at talan ikki verður um eitt evnisarbeiði. Evnisarbeiðið er upplýsandi, ímeðan verkætlanin er granskandi. Spurdómurin kann broytast, ímeðan verkætlanin er.

 

2.1.1. Eitt hugskot er tí, at sprudómurin byrjar við orðingini: "Ber til hjá okkum, at... ?"
 
2.1.2. Dømi um góðar spurdómar:
 
Ber til hjá okkum at gera ein film, ið lýsir Føroyar sum ferðaland?

- Hvat er áhugavert við Føroyum sum ferðaland?
- Hvørjar avbjóðingar eru við at gera ein føroyskan lýsingarfilm?
 

Ber til hjá okkum at loysa trupulleikan í sambandi við kloakkviðurskiftini í Tórshavn?

- Hvør er reglugerðin í sambandi við kloakkviðurskifti?
- Hvørjar eru avbjóðingarnar við núverandi kloakkskipan?
 

Ber til hjá okkum at gera eina gourmet-uppskrift við føroyskum mati?(Gourmetmatur)

- Hvat ger føroyskan mat, so serstakan?
- Gera føroyingar nógva fína matgerð?
- Hvørjar føroyskar rávørur kundu verið nýttar til fína matgerð?
 

2.1.3. Dømi um vánaligar spurdómar:
 
- Hvat er ein víkingur, og hvussu livdu teir?

 

- Hví brast seinna heimskríggj á, og hvussu ávirkaði tað heimin?

 

- Hvørji rúsevni eru í Føroyum?

 

- Hvat er etingarólag?

 

 

3 Ein góð verkætlan byggir á góða vitan og gott data:
 
3.1. Hvat er góð vitan?
Góð vitan er vitan, ið er væl grundað og kemur frá álítandi keldum. Tá ið tit til dømis leita eftir vitan um evnið á alnetinum, er týðandi at heimasíðurnar eru eftirfarandi. Síður sum eitt nú Wikipedia kunnu vera villleiðandi.

 

Í øllum førum má keldan vera góð og álítandi.

 

3.2. Hvat er ein góð kelda?
Ein góð kelda er ein kelda, sum vit hava álit á. Um talan er um persón, má tað vera onkur, ið hevur vitan og royndir í sambandi við evnið - og ikki vera ein tilvildarligur persónur, sum hevur eina meining um evnið. Er talan um heimasíður, leitið so eftir alment góðkendum heimasíðum.

 

3.2. Hvat er gott data?
Heitið "data" verður brúkt fyri ráa vitan, ið ikki er viðgjørd. Eitt nú spurnakanningar, uppteljingar ella samrøður o.a. Data skal viðgerast og tulkast, áðrenn tað kann brúkast. Síðani mugu tit hugsa um, hvussu tit kunnu vísa tað data, sum tit hava funnið, soleiðis at tað er skilligt. Eitt nú kann data verða gjørt til grafar, og data kann eisini brúkast sum grundarlag undir útsagnum í framløguni.

Tað er týðandi fyri ta góðu verkætlanina at hava gott og brúkiligt data.

Tit mugu hugsa um, hvat data er best at brúka. Hvussu fáa tit tað til høldar? Hvussu viðgera tit tað, og hvat sigur tað data, sum tit brúka? Og hvussu vísa tit tað í framløguni.

 

3.3. Góðar heimasíður at finna góð data og góða vitan:
 
Heimasíðan hjá hagstovuni, yvirlit yvir hagtøl í Føroyum:

http://www.hagstova.fo/fo

Heimasíðan hjá fróðskaparsetur Føroya, leita í tíðarritinum Fróðskapur:

https://setur.fo/gransking/soevn/greinasavn/?no_cache=1

Savn við tíðarritum í FO:

http://apps.infomedia.dk/Avisportal/fo/fao/

Leita eftir bókum á øllum bókasøvnunum:

http://bokasavn.fo/

 

4 Ein góð verkætlan hevur eitt gott ítøkiligt avrik:
 
4.1. Hvat er eitt gott ítøkiligt avrik?
Eitt gott ítøkiligt avrik er eitt avrik, sum tit til framløguna vísa próvdómaranum. Tað ítøkiliga avrikið skal umboða evnið ella svara spurdóminum, sum tit settu.

 

Ítøkiliga avrikið kann vera eitt model, ein skrivlig uppgáva, eitt uppskot um eina lóg ella kunngerð. Ein ítøkilig loysn til ein trupulleika.

 

4.2. Dømi um ítøkilig avrik
 
Spurdómur: Ber til hjá okkum at gera ein film, ið lýsir Føroyar sum ferðaland?

Undirspurningar:

Hvat er áhugavert við Føroyum sum ferðaland?
Hvørjar avbjóðingar eru við at gera ein føroyskan lýsingarfilm?
 

Ítøkiliga avrikið hjá bólkinum: Ein lýsingarfilmur um Føroyar sum ferðaland, sum varir í fýra minuttir.

 

-------------------------------------------------

 

Spurdómur: Ber til hjá okkum at loysa trupulleikan í sambandi við kloakkviðurskiftini í Tórshavn?

Undirspurningar:

Hvat er reglugerðin fyri kloakkviðurskifti?
Hvørjar eru avbjóðingarnar við núverandi kloakkskipanini?
 

Ítøkiligta avrikið hjá bólkinum: Ein tekning við einum uppskoti um eina loysn til kloakkviðurskiftini í Tórshavn.

 

-------------------------------------------------

 

Spurdómur: Ber til hjá okkum at gera eina gourmet-uppskrift við føroyskum mati? (Gourmetmatur)

 

Undirspurningar:

Hvat ger føroyskan mat, so serstakan?
Gera føroyingar nógva fína matgerð?
Hvørjar føroyskar rávørur kundu verið nýttar til fína matgerð?
 

Ítøkiliga avrikið hjá bólkinum: Ein uppskrift upp á gourmet-seyðarhøvd og smakkiroyndir

 

5 Ein góð verkætlan er merkt av góðum arbeiðslagi
 
5.1. Hvat er gott arbeiðslag
Fyri at fáa sum mest burturúr, er týðandi, at tit hava gott arbeiðslag í bólkinum. Grundarlagið undir góðum arbeiðslagi er gott samskifti í bólkinum og við vegleiðaran. Tørvar tykkum hjálp ella vegleiðing, sigið so vegleiðaranum frá í góðari tíð. 

 

5.2. Havið greiðar avtalur
Hitt góða arbeiðslagið er merkt av góðum samskifti. Havið greiðar avtalur um, hvør ið ger hvat í bólkinum, og hvussu tit loysa ósemjur. Tað er gott og sunt at vera ósamd um ymiskt og samskifta um hetta, tó hevur tað stóran týdning, at tit finna loysnir, og at tað ikki tarnar arbeiðslagið. Um samskiftið ikki er gott, ella arbeiðsgongdin ikki er góð, tosið so við vegleiðaran um hetta fyri at fáa ráð um møguligar loysnir.

 

5.3. Skjalprógvið, hvat ið tit gera og hugsa!
Tað er gott at skriva alt niður. Alt tilfarið, sum tit finna, tær samrøður, sum tit hava tykkara ímillum, og teir tankar, tit hava um verkætlanina. Eisini skulu samrøður o.a. skjalprógvast ella takast upp. Brúkið OneNote sum amboð at skjalprógva arbeiðið og loggbókina á OneNote.

 

5.4. Leggið ætlanir
Í verkætlanarvikuni verður møtt hvønn morgun klokkan 08.00 fyri at leggja ætlanir fyri dagin. Eisini verður viðgjørt, hvussu langt tit eru komin, og hvat ið manglar. Býtið arbeiðið ímillum tykkara, um arbeiðið er ov rúgvismikið.

 

5.4. Sí undirsíðuna "hent ráð" fyri vegleiðing í praktiskum viðurskiftum
 
 

6 Ein góð verkætlan hevur eina góða framløgu?
 
6.1. Hvat er ein góð framløga?
 
Ein góð framløga er ein framløga, har ið øll í bólkinum koma til orðanna. Hetta er sera týdningarmikið! Framløgan skal vera væl skipað. Tit leggja alt arbeiðið og tað ítøkiliga avrikið fram.

Eisini er týdningarmikið, at tit eru væl fyrireikað, og at tit hava nógv upp á hjartað.

 

Tá ið tit leggja fram, skulu tit ikki lesa upp úr einum pappíri. Tit kunnu sjálvandi hava eina skrá á einum pappíri, sum tit kaga í av og á. Sera týdningarmikið er, at tit duga at brúka tykkum sjálv og rúmið, tá ið tit leggja fram. Minnist til at hyggja upp á áhoyrararnar.

 

Tit sleppa ikki at brúka fartelefonir, tá ið tit leggja fram.

 

Málburðurin er eisini týdningarmikil. Hugsið um, hvussu tit orða tykkum.

 

Gott er, um tit venja framløguna áðrenn og betra um tað, ið tit skulu betra um.

 

Støddfrøði innlating nr. 4.

Jólaroyndin 2023!

Viðtalurnar 14.11.2023

Innbjóðing til SSP-foreldrafund

myndatøka!

Seturskúli

8. flokkur innlating nr. 1

Ítróttadagur og veitsla

Søga - undranarspurningar