Vikuætlan 1.a

Vika 46
Mánadagur
9. november
Føroyskt
Vit taka samanum, tað vit hava lært higartil.
Týsdagur
10. november
Mikudagur
11. november
Útiskúli
Á útiskúla í síðstu viku fór at regna illa, og øll blivu ógvuliga vát.
Nøkur hava regnklæðir og/ella skiftiklæðir í skúlanum, men gott hevði verið, um øll høvdu annað liggjandi/við í skúla.
Børnini hava fingið eina kurv at leggja skiftiklæðir í.
Støddfrøði
Venjið tølini upp til 20. Navnið, hvussu tað sær út og mongdina.
Útiskúli
Vit fara ein túr oman í SMS og so víðari oman í miðbýin. Havið heit og góð klæði við. Tað verður kalt og vátakavi í morgin. 
Føroyskt
Heima:
Tosið um bókstavar, bæði stórar og lítlar,  litir og ljóð.
Vit hava nú lært: Á, L, S, Í, Ó, T, I, B, E, N, R, H, Ú, M, F , A og K

Í skúla:
Vit fara at læra um bókstavin Kk
Hósdagur
12. november
Støddfrøði
Venjið tølini upp til 20. Navnið, hvussu tað sær út og mongdina.
Heima:
Tosið um bókstavar, bæði stórar og lítlar,  litir og ljóð.
Vit hava nú lært: Á, L, S, Í, Ó, T, I, B, E, N, R, H, Ú, M, F , A og K

Í skúla:
Vit arbeiða víðari við Kk
Fríggjadagur
13. november
Støddfrøði
Venjið tølini upp til 20. Navnið, hvussu tað sær út og mongdina.
Heima:
Tosið um bókstavar, bæði stórar og lítlar,  litir og ljóð.
Vit hava nú lært: Á, L, S, Í, Ó, T, I, B, E, N, R, H, Ú, M, F , A  og U

Í skúla:
Vit fara at læra um bókstavin Uu.

Øll hava fingið eitt bókstavaark, sum skal "búgva" í postmappuni. Venjið dagliga bæði smáar og stórar. Byrjið eisini frá Ø ella mitt í, so tey kenna einstaka bókstavin og ikki bara siga ramsuna.
Ítróttur/svimjing
Dreingir svimja.
Svimjibuksur/shorts og teir kunnu hava svimjibrillur við. Dreingirnir sleppa ikki at vaska hár, men teir skola hárið væl eftir svimjing.

Gentur hava ítrótt í høllini.
Minnist til lastikk í hárið, ítróttaklæðir og handklæð.