
Eysturskúlin er telefonfríur skúli.
Telefonir skulu ikki vera í almenna rúminum
Hetta er galdandi fyri allar flokkar, frá 1.flokki til og við Nám X og fyri starvsfólk skúlans.
Næmingarnir brúka ikki telefonina i skúlatíðini. Er telefonin við í skúlanum, skal hon liggja sløkt í taskuni.
Foreldur kunnu ringja á skrivstovuna, um tey hava átroðkandi boð.
Brúkar næmingurin telefonina í skúlaatíðini, verður telefonin tikin og latin skrivstovuni. Foreldur/avvarðandi skulu heinta telefonina og tað kann gerast, tá skrivstovan er opin.
Mána- til hósdag 8.00-15.00 og fríggjadag kl. 8.00-13.00