
Tað ber til at velja føroyskt á tveimum stigum – hástig og grundstig. Á báðum stigum er undirvísingin 4 tímar um vikuna.
Hástig er 10 floks støði. Dentur verður lagdur á bókmentir, framløgur, at greina tekstir/myndir og at orða seg skrivliga og munnliga. Næmingarnir lata inn 7 skrivlig avrik í skúlaárinum.
Próvtøkan er munnlig og skrivlig.