Filmsbreytin 

Endamál:
At næmingar gjøgnum upplivingar, gerðir og lýsingar skulu menna sín kunnleika at skilja og nýta ymiskar miðlar.

  • at næmingar duga at greina og gera filmsupptøkur.

Innihald:
Filmsframleiðslu gongdin: Hugskots- og handritsmenning, undanframleiðsla, framleiðsla og eftirframleiðslu, umframt útbreiðslu á ymsu pallunum, sosum beinleiðis varping, Youtube og internetmiðlar, sjónvarp, biograf og á sosialum miðlum, sosum Facebook, Twitter og Instagram.

Arbeitt verður við:

  • filmum, myndum, video og ljóði
  • talgildum ljóð- og videoframleiðslum
  • upptøkuteknikki, studioupptøkum/on location
  • leikstjórna stuttfilm, sjónbandalag ella sjónvarpslýsing
  • ymsu leiklutunum á einum filmsframleiðsluliði
  • at kenna munin millum undirhaldssendingar og dokumentarsendingar
  • at framleiða fjølbroytt tilfar til ymsar miðlapallar
  • vitja Kringvarpið, Klippfisk umframt onnur støð, tengd at filmi, list og drama

Starvsleið:
Breytin er fyri teg, ið hevur áhuga fyri framleiðslu á nýggju miðlunum, gera film og at arbeiða við kunningartøkni.