Ferðslan

Ein áheitan frá Skúlastýrinum til tykkum, góðu foreldur!

Arbeitt hevur verið í áravís fyri at fáa ferðsluviðurskiftini rundanum skúlan tryggari. Tað hevur hepnast væl, men enn parkera bilar í vegjaðaranum uttanfyri Lítlagarð. Hetta er ikki trygt, tí børnini síggjast ikki so væl, sum tey eiga, tá ið tey ganga ímillum bilarnar. Framvið vegnum - við Lítlagarð, er av og á skipan galdandi. Tað merkir, at bilførarin er í bilinum, steðgar á, setir barnið av og koyrir avstað. Ætlar man sær inn í skúlan við barninum, skal man seta bilin frá sær omanfyri spæliplássið! 

Eitt annað er stóra p-plássið við høvuðsinngongdina í Eysturskúlan.

- Setið næmingarnar av við vegjaðaran í Tórgarðsgøtu og ikki koyra inn á p-plássið. Tað kemur alt ov ofta fyri, at lærarar ikki fáa sett bilin frá sær, tá ið teir koma til arbeiðis, tí p-plássið er fult av bilum, sum seta børn av.

Tað er týdningamikið at galdandi leiðreglur um parkering og av og á skipan (kiss&goodbye) verða fylgdar, so skúlavegurin hjá tínum barni er so trygg sum gjørligt!

Blíðar heilsanir

Skúlastýrið

Arnhild (forkv.), Birita (foreldraum.), Rókur (foreldraum.), Guttormur (TK), Annfinn (TK) og Lív (starvsfólkaum.)

Bræv um rennidagin

Foreldraviðtalur heyst 25

Komandi ár

Foreldraviðtalur vár 25

Kunning um ferðsluna

Spælibólkar 2. fl. vár 2025

 

Eysturskúlin er nú partur av matpakkaskipanini hjá MÁL

Góðu foreldur

Vit í Mál eru glað fyri at kunna bjóða tykkum møguleikan til at gera gerandisdagin eitt sindur lættari. Hjá okkum kunnu tit bíleggja matpakka til barn/børn tykkara, sum verður ‘avleveraður’ á skúlanum. Vit veita heilsugóðar matpakkar, ið tit samanseta og bíleggja á heimasíðu okkara www.mal.fo. Tað ber til at bíleggja á heimasíðuni fram til kl 08:00 og fáa matpakkan sama dag.

Vinarliga / Best Regards

Christianna Joensen
Stjóri | Mál
Karlamagnusarbreyt 16A, 188 Hoyvík
Tlf: +298 588256

Boðklivi 1.A flokkur

Stuttur samandráttur frá felags foreldrafundinum

 

Postmappan: skal kannast og tømast hvønn dag heima og kann eisini nýtast til boð heimanífrá. Skal altíð liggja í taskuni.

 

Í pennahúsanum skal vera: jumboblýantar (sí mynd), gott viskileður, blýantsspískara, litblýantar, linjál, límstift og saks. Kannið pennahúsan regluliga heima.

 

Matpakkin: Ein vanligan heilsugóðan matpakka. Góðgæti og leskidrykkur (Prime, kola o.l.) skal ikki vera í matpakkanum.

 

Skiftiklæðir: Børnini kunnu hava ein toyposa við skiftiklæðum hangandi á sínum knagga. Her hugsa vit eyka sokkar og buksur, um tey fáa karm. Børnini skulu vera ílatin eftir veðrinum, tí tey fara so at siga altíð út, tá fríkorter er.

 

Inniskógvar: skilagott er at hava inniskógvar í skúlanum, tí gólvini í gongini gerast vát.

 

Telefonir og telefonur: Næmingarnir skulu ikki hava telefon ella telefonur í skúlanum.

 

Boð: Er barnið sjúkt skal flokslærarin hava boð. Ynskja tit fríloyvi, kann flokslærarin geva frí í tveir dagar. Er talan um fleiri tveir dagar, skal umsókn um fríloyvi latast inn umvegis heimasíðu Eysturskúlans.

 

Føðingardagar: Avgjørt varð, at um boðið verður í føðingardag, so bjóða dreingir øllum dreingjum, og gentur bjóða øllum gentunum. Føðingardagsupphæddin er 20 kr.

 

100 kr: Hvør  næmingur letur 100 kr til hugnakvøld, leikur o.a. Hetta skal brúkast til næmingarnar gjøgnum alt árið.

Felags foreldrafundur

Mikukvøldið 6. september kl. 19-21 verður felags foreldrafundur fyri 1. fl. í lonini uttanfyri skúlastovurnar hjá 1. fl.  

Ynskiligt er at øll møta.

Barnakór