Vikuætlan 8.ei

Vika 40
Mánadagur
28. september
svimjing
8.ei skal svimja. Havi eina reina t-shirt og einar joggingbuksir við (ikki bumull). Vit svimja í klæðum og hava fyrstuhjálpar venjing.
Týsdagur
29. september
Mikudagur
30. september
Dansk
Grammatik - husk udstyr!
Enskt
Reading Test 1 skal latast inn :)
Hósdagur
1. oktober
Fríggjadagur
2. oktober

Kunning um Kervi+

 

Góðu foreldur og avvarðandi

Eysturskúlin verður framyvir fevndur av einari nýggjari skrásetingarskipan.

Kervi+ er nýggj lestrarfyrisitingarskipan hjá føroyska undirvísingarverkinum; tað er Undirvísingarstýrið, sum hevur ment hesa skipanina.

Skipanin er nú klár at seta í verk, so vit í Eysturskúlanum - eins og allir fólka- og miðnámsskúlar í landinum - fara at flyta okkara skrásetingarvirksemi inn í Kervi+.

 

Fyri tykkum foreldur og avvarðandi merkir hetta, at tit, sum frálíður, ikki longur fara at síggja tímatalvur, vikuætlanir og felags floksboð (sum t.d. tílíkt skriv sum hetta) á heimasíðuni www.eysturskulin.fo

 

Í Kervi+ liggur alt hetta aftanfyri eina innritan. Í fyrstu syftu er tað bara innritanarlykilin hjá næminginum, sum er virkin. Tí mugu tit rita inn við brúkaranum hjá tykkara barni. Hetta er sami brúkari og loyniorð, sum barn tykkara ritar inn á sína skúlateldu við.

Seinni í ár fer at bera til hjá tykkum foreldrum at rita inn við Vanganum. Henda funkan er ikki tøk enn, men gongur alt væl, so verður hon tøk í oktober.

Tá ið tit rita inn við brúkaranum hjá barninum, síggja tit tímatalvu, vikuætlan og uppmøting hjá barninum. Uppmøtingin er nýggj funka, so til ber hjá tykkum at síggja fráveruskrásetingina hjá barninum sama dag.

 

Vit í Eysturskúlanum hava valt at flyta eina deild í senn inn í Kervi+.

Hádeildin flytir inn í Kervi+ www.kervipluss.fo frá týsdegnum 22.september 2026.

Eftir hesa dagfesting koma øll boð, frávera og møguligir vikarar í flokkunum at verða sjónlig har.

 

Øll byrjan er trilvandi, tí skipanin umfatar nógv fólk, men vit fara at gera alt fyri at flytingin verður smidlig, trygg og góð.

 

Vit vóna, at tit taka væl ímóti nýggu skipanini og fara at verða virkin har, eins og tit hava verið á flokssíðunum á heimasíðuni  www.eysturskulin.fo

 

Blíðar heilsanir

Eyðna Magnussen, skúlastjóri

Bræv um setusskúlan 3.-4. sep. 2026

Felags foreldrafundurin heyst 2026

Góðu foreldur í hádeildini í Eysturskúlanum 
 
Felags foreldrafundur verður týsdagin 1. september klokkan 17.00. Vit øll hittast í d-lonini til eina felags kunning, og síðani fara vit inn í flokshølini saman við flokslæraranum.  
 
Blíðar heilsanir  
Stórtoymið í hádeildini 

7. ei fer á setursskúla 27. - 29. mai í Húsavík

Góðu foreldur at næmingum í 7.ei. í Eysturskúlanum

Vit hava eina tíð arbeitt við hugskotinum at fara á setursskúla, og vit hava endiliga fingið í lag at fara til Húsavíkar á Sandoynni, men tað er longu um eina viku. 27. – 29. (orsaka seinu boðini)

Vit fara mikumorgunin 27. kl. 10.10 og koma heim aftur fríggjadagin 29. – akkurát nær vita vit seinni.

Kostnaðurin er 300 kr. sum er fyri at yvirnátta í Sólarrís, mat og ferðing. Sum eg má hava í seinasta lagi týsdagin.

Týðandi, at eg fái at vita um næmingurin ikki kemur við, tí vit gjalda fyri hvønn.

Næmingar hava gjørt eina skrá fyri, avgjørt, hvat vit eta og hvat vit gera, og tað verður eitt sindur av hvørjum.

 

At hava við:

(madrassur eru í húsinum)

-          Ein matpakka til at eta á vegnum til Húsavíkar

-          Soviposa ella dýnu

-          Náttklæðir

-          Snákingargreiðir

-          Klæðir og skiftiklæðir (vit ætla okkum at vera úti, um veðrið er bara nøkulunda)

-          Spøl

-          Góðgæti

-          evt. tráu ella annað at stytta sær stundir við

Ferðing:

Vit møtast í Steinatúni kl. 10:10 og fara við bussinum til Sands 15 minuttir seinni. Vit mugu bíða í Sandi eina løtu, áðrenn vit taka bussin víðari til Húsavíkar.

 

SERA TÝÐANDI: Vit fara at hugna okkum saman og samansjóðast. Tí hava vit onga telefon við! Tað er sera týðandi!

Telefonnummarið hjá Johann er 262974 um tað skuldi verið nakað.

Skrá skúlaFM finalan 5. mars

 

1 - Carbon

2 - Lithium

3 - Titanium

4 - Sulfur

5 - Aluminium

6 - Helium

7 - Oxygen

8 - Jarn

9 - Zink

10 - Fluor

11- Gull

12 - Hydrogen

13

14

Góður foreldur at næmingum í 7.ei.

Viðtalurnar verða týsdagin 11. nov. og mikudagin 12. nov.

 

TÝSDAGIN 11. NOVEMBER:

Kl. 14.45: Bragi

Kl. 15.00: Daniel Peter

Kl. 15.15: Ejler

Kl. 15.30: Elias

Kl. 15.45: Ella

Kl. 16.00: Eva

Kl. 16.15: Freia

Kl. 16.30: Ronja T.

Kl. 16.45: Ida

Kl. 17.00: Jónathan

Kl. 17.15: Jonna

Kl. 17.30: Marita

Kl. 17.45: Sára

 

MIKUDAGIN 12. NOVEMBER:

Kl. 15.15: Froya

Kl. 15.30: Ingibjørg

Kl. 15.45: Jean Waldemar

Kl. 16.00: Jósef

Kl. 16.15: Kári

Kl. 16.30: Marin

Kl. 16.45: Ronja A.

Kl. 17.00: Torvaldur

Kl. 17.15: Silas

Kl. 17.30: Sarita

 

Til viðtalurnar verða Tanja, Rannvá og Johann

Um tíðspunktið ikki passar eru tit vælkomin at býta um, minnist bert til at siga mær frá.

Vegna flokstoymi:

Johann J. Petersen, johann.petersen@skulin.fo