Lesi-, rokniskeið og onnur tilboð

Umframt tímar til serligan tørv, skipar skúlin fyri lesi- og rokniskeiðum í teimum 4 undirvísingar deildunum.

Í innskúlingini verða næmingar javnan tiknir út at kanna, hvussu stendur til við innlæringini og at fáa eyka undirvísing, har tørvur er á tí. Hetta er ein náttúrligur partur av undirvísingini, sum er næmingalagað.

Í eldru flokkunum, skriva foreldur undir oyðiblað, um tey taka av tilboð uppá eyka undirvísingartiltak til barn teirra.

Undirvísingartíðir:

1. tími 08.00 - 08.45
2. tími 08.45 - 09.30
3. tími 10.00 - 10.45
4. tími 10.45 - 11.30
5. tími 12.00 - 12.45
6. tími 12.55 - 13.40
7. tími 13.50 - 14.35
8. tími 14.40 - 15.25

Matarsteðgur 11.30 - 11.45
Fríkorter 11.45 - 12.00