KT-breytin
Endamál
KT breytin er til tín, sum hevur áhuga fyri KT og ynskir at menna førleikarnar á hesum spennandi øki.
KT er í støðugari menning og broytist støðugt. Undirvísarar koma m.a. úr føroysku KT vinnuni og hava góðan kunnleika til tey rák innan KT, sum eru nú og í næstu framtíð.
Undirvísingin er løgd til rættis, so næmingurin tað mesta av tíðini arbeiðir sjálvur ella saman við øðrum um finna loysnir til ítøkiligar avbjóðingar.
Innihald
Á KT breytini sleppur tú at royna teg innan hesi øki:
- Teldur, net og uppseting. Hardware og software.
- Microsoft Office. Lær at brúka amboðini Excel, Word, PowerPoint, Outlook
v.m. Hesi amboð verða brúkt dagliga í flestu fyritøkum og stovnum. Førleikar í hesum
amboðum kanst tú brúka bæði í víðari útbúgving og á starvsleiðini. - Forritan. Tú lærir um forritan og roynir at menna tíni egnu forrit.
KT-breytin er ikki ein “gamara”-breyt (spælibreyt). Fyri luttøku er tað ein treyt, at næmingarnir hava áhuga í hard- og software.
Fyri at sleppa á breytina skulu umsøkjarar hava egna farteldu við mús.
Starvsleið
Tú fær vitan og royndir, sum peika til KT-útbúgving.