Meginreglur um virksemi Eysturskúlans
Sambært § 53. ásetur skúlastýrið meginreglur um virksemi skúlans, smb. § 55, 4. stk., herímillum um:
1) undirvísingarætlan skúlans, smb. § 22,
2) arbeiðsbýtið millum lærararnar og vikuætlanina
3) samarbeiðið ímillum skúla og heim,
4) fráboðan til heimini um úrtøku næminganna av undirvísingini,
5) næmingafráverur,
6) foreldrafundir, felagstiltøk fyri næmingarnar í skúlatíðini, setursskúla, starvspraktikk o.a.
1) Meginreglur fyri undirvísingarætlan skúlans
Mentamálaráðið hevur sett arbeiðsbólk at gera undirvísingarætlan. Henda undirvísingarætlan verður galdandi fyri allar fólkaskúlar.
2) Meginreglur fyri arbeiðsbýtið millum lærararnar og vikuætlanina
- Lærari undirvísir í sínum linjulærugreinum
- Flokslærarin er inni í sínum flokki hvønn dag
- Sami lærari hevur flokkin 2 teir fyrstu tímarnar á morgni
- Skúlin er skipaður í 6 sjálvstøðug toymi:
- Innskúlingin (1., 2. og 3. flokkur)
- 4. og 5. flokstoymið
- 6. og 7. flokstoymið
- 8. flokstoymið
- 9. flokstoymið
- 10. flokstoymið
- Lærari arbeiðir burturav í einum toymi
- Toymini eru samansett soleiðis, at bæði kynini eru umboðað, samstundis sum starvsaldurin er ymiskur
- Skúladagurin byrjar við morgunsangi kl. 8.00
- Allir flokkar byrja kl. 8.00
- Flokkar hava samanhangandi tímatalvu soleiðis, at allur flokkurin ikki hevur frí mitt á degi
- Skipað verður fyri undirvísingartilgongdum, har samstarvað verður tvørturum flokkar og lærugreinir
- Allir flokkar skulu arbeiða verkætlanarkent minst einaferð um árið
- Skipan av skúladegnum:
- 1. + 2. tími 08.00 – 09.30
- Fríkorter 09.30 – 10.00
- 3. + 4. tími 10.00 – 11.30
- Matarsteðgur + fríkorter 11.30 – 12.00
- 5. tími 12.00 – 12.45
- Fríkorter 12.45 – 12.55
- 6. tími 12.55 – 13.40
- Fríkorter 13.40 – 13.50
- 7. tími 13.50 – 14.35
- Fríkorter 14.35 – 14.40
- 8. tími 14.40 – 15.25
3) Meginreglur fyri samarbeiðið ímillum skúla og heim
- 1 felagsforeldrafundur í flokkinum, sum skal verða áðrenn 20. september
- 2 viðtalur, har foreldur og næmingar møta til viðtalu
- Ársætlan verður latin heimunum við skúlaársbyrjan
- Kunningarfaldari verður latin heimunum
- Boð- og setningsbók til allar næmingar til dagligt samskifti
- 3 foreldraumboð vald fyri hvønn flokk
- Skúlin fær teldupostaddressu og fartfl. nr. hjá øllum foreldrum
- Lærarar samskifta við heimini umvegis heimasíðuna ella og við teldupost
- Skúlastýrið skipar fyri 1 felagsforeldrafundi
- Skúlastýrið skipar fyri ”Opið hús” fyri næmingum í 1. til 7. flokk, har foreldrini eru vertir í avvarandi flokki
- Við skúlaársbyrjan skipar skúlastýrið fyri felagsfundi um samstarv við foreldur at næmingum í 1. og 8. flokki
4) Meginreglur fyri fráboðan til heimini um úrtøku næminganna av undirvísingini
- Á 2 viðtalum, har lærarar kunna um fakliga støði og arbeiðslag
- Flokslærarin kunnar um, hvussu næmingurin klárar seg sosialt
- Ummælisbók frá 7. flokki, 3 ferðir um árið
- 4. og 6. flokkur eru til landsroynd. Heimini verða kunnað um úrslitið hjá teirra næmingi.
- Lærarar skipa fyri, at næmingar seta sær faklig og sosial mál við skúlaársbyrjan. Hesi verða umrødd á foreldra- næmingaviðtalum
- Næmingar, sum fáa tilboð um serligt undirvísingarátak, hava skrivliga váttan við heimanífrá.
5) Meginreglur fyri næmingafráverur
- Í 1. til og við 7. flokki verður fráveruprotokoll førd hvønn morgun
- Í framhaldsdeildini verður fráveruprotokoll førd hvønn tíma
- Næmingur, sum kemur ov seint verður skrásettur
- Næmingur, sum ikki er til morgunsang, verður skrásettur ov seinur
- Til foreldraviðtalurnar tosar flokslærarin um uppmøting
- Næmingar í 7. til 9. flokk, fáa uppgerð um uppmøting í ummælisbókina
- Er næmingur burtur, skal skrivlig frágreiðing avleverast, tá næmingurin kemur í skúla aftur
6) Meginreglur fyri foreldrafundir, felagstiltøk fyri næmingarnar í skúlatíðini, setursskúla, starvspraktikk o.a
- Fyrsti foreldrafundur í skúlaárinum er ein felagsfundur, sum skal verða áðrenn 20. september
- Hvørt skúlaár eru 2 viðtalur, har foreldur og næmingar møta til viðtalu
- Skúlin skipar fyri rennidegi í oktober
- Skúlin skipar fyri jólahaldi
- Skúlin skipar fyri føstulávintshaldi
- Skúlin rindar fyri eitt árligt mentunarligt tiltak pr. flokk
- 5. og 8. flokkur skulu á seturskúla
- 2 lærarar fara við flokki á seturskúla, helst ein av hvørjum kyni
- Næmingar í 9.flokki fara í starvsvenjing í 14 dagar áðrenn ársskiftið