Boðklivin hjá 1.b 2024-2025

Heiðursprógv og nálir

Øll børnini í 1.b hava fingið heiðursprógv og vakrar nálir, tí tey hava øll somul klárað fyrstu svimjiroyndina "vatn" hjá SSF.

Vit hava eisini havt eina gonguroynd, har tey øll vístu, at tey duga at ansa eftir bilum, tá ið tey skulu yvir um vegin. -Hetta fingu tey eisini eitt heiðursprógv fyri.

Felagsmynd av 1.b saman við bispi

Her er 1.b saman við bispi. Tað er ikki á hvørjum degi, at vit kunnu fara ein lítlan gongutúr og hitta løgmann v/frú, kong, drotning, prinsessu, borgarstjóra og bisp!

Kongur, drotningin og prinsessan góvu sær góðar stundir til at heilsa uppá. -Onkur næmingur helt fyri, at tey ætlaðu sær ikki at vaska hendur aftur!

Ein deiligur túrur og ein góð uppliving hjá stórum og smáum á Bursatanga.

Felagsmynd av 1.b í Nólsoy

Her er 1. b á sandinum í Nólsoy. Vit høvdu ein ómetaliga góðan túr. Veðrið var av tí allarfagrasta, bláur himmal, silvitni á Nólsoyarfirði og børnini vóru fyrimyndarlig og fitt, bæði umborð á Ternuni, við nólsoyingar vit møttu ávegnum, og við hvørt annað. Tað er gott at vera í 1.b!

Grýlufloksmynd av 1.b

Kunning um ferðsluna

Skúlastýrisvalið

Góðu foreldur - ein lítil áminning!

Skúlastýrisvalið er týsdagin 12.november, samstundis sum býráðsvalið. Skúlastýrisvalið fer fram í høllini á Hálsi, t.v.s. í sama høli sum kommunuvalið. Foreldur, ið hava foreldramynduleika hjá børnum, ið ganga í Eysturskúlanum, kunnu velja. 


Foreldur, sum ikki hava høllina á Hálsi, sum sítt valstað, kunnu brævatkvøða í Eysturskúlanum fram til mánadagin 11.november kl. 15.00. 
Foreldur, ið eiga børn, sum komandi skúlaár flyta í Eysturskúlan, hava eisini valrætt og kunnu brævatkvøða. 

 

Hesi valevni bjóða seg fram at umboða foreldrini í skúlastýrinum komandi 4 árini: 
Arnhild Schmidt
Birita B. Iversen
Ingibjørg Kristiansen
Rókur J. Jacobsen
Sigurð Ó. Vang
Tróndur H. Dalsgarð

Vinarliga

Eyðna Magnussen, skúlastjóri og forkvinna í valnevndini

Felagsmynd av 1.b frá rennidegnum 2024

Foreldraumboð í 1.b:

  • Petra (mamma Claru)
  • Svanna (mamma Albertu)
  • Sára (mamma Jónatan)

Myndir frá fyrsta vanliga skúladegi hjá 1.b, 15. august 2024

Kunning um gerandisdagin og reglur hjá okkum í 1.b

  • Í 1.b skal vera trygt og gott at ganga. Vit fara væl við hvørjum øðrum og virða lærarar, skúla, hinar næmingarnar og tingini hjá hinum.
  • Vit virða klokkuna. Vit møta til tíðina, tá ið skúladagurin byrjar, og akta skúlaklokkuna, sum ringir, tá ið fríkorterið er liðugt.
  • Vit lurta eftir tí, sum hevur orðið. Vilja vit siga okkurt, rætta vit hondina upp.
  • Postmappan skal kannast og tømast hvønn dag heima og kann eisini nýtast til boð heimanifrá. Skal altíð liggja í taskuni.
  • Í pennahúsanum skulu vera: jumboblýantar, gott viskileður, blýantsspískari, linjuál, límstift og saksur. Kannið pennahúsan regluliga heima.
  • Matpakkin skal vera ein vanligur, heilsugóður matpakki. Góðgæti og leskidrykkur (sodavatn/sunkist) skal ikki vera í matpakkanum.
  • Skiftiklæðir: Børnini kunnu hava skiftiklæðir liggjandi í sínum kassa í lítla rúmi. Her hugsa vit eyka sokkar/hosur og buksur, um tey fáa karm.
  • Børnini skulu altíð vera ílatin eftir veðrinum, tí vit ætla at fara nógvar túrar í nærumhvørvinum. Harumframt fara tey so at siga altíð út, tá ið fríkorter er.
  • Inniskógvar: Skilagott er at hava inniskógvar í skúlanum, tí gólvini í gongini gerast vát.
  • Telefonir og telefon-ur: Næmingarnir skulu ikki hava telefon ella telefon-ur í skúlanum.
  • Frávera: Er barnið sjúkt, skal flokslærarin hava boð um hetta, antin við at geva barninum ein lepa við, tá ið tað kemur aftur í skúla, ella við telduposti. Ynskja tit fríloyvi, kann flokslærarin geva frí í tveir dagar. Er talan um fleiri dagar, skal umsókn um fríloyvi latast leiðslu skúlans umvegis heimasíðuna.
  • Skúlating, kunning og annað viðkomandi tilfar verður lagt út á vikuætlanina hjá flokkinum, sum tit finna á heimasíðuni www.eysturskulin.fo
  • Samskiftið við flokslæraran er umvegis teldupost: liv.reinert.nielsen@skulin.fo
  • Felags foreldrafundur verður fráboðaður stutt eftir skúlabyrjan. Týdningarmikið er, at øll børn eru umboðað.
  • Foreldraviðtalur eru tvær ferðir árliga, ein um heystið og ein um várið.