Eitt sindur um skipanina í grunddeildina og miðdeildini í Eysturskúlanum 

Grunddeildin í Eysturskúlanum – t.v.s. 1., 2., og 3. flokkur - er skipað soleiðis, at næmingarnir ikki verða býttir í flokkar.

Næmingatalið í 1. og 2. flokki er avgerandi fyri, hvussu nógvir lærarar undirvísa samstundis í sama flokki. Er næmingatalið 18, hevur flokkurin tveir lærarar 5 tímar um vikuna, restina av tíðini hevur flokkurin ein lærara. Talið av tímum við tveimum lærarum inni veksur í mun til næmingatalið. Er næmingatalið 26, sum er hámarkið fyri ein flokk, hevur 1. flokkur tveir lærarar 18 tímar um vikuna og ein lærara 6 tímar um vikuna.

Er talið millum 18 og 26 eru altso tveir lærarar samstundis ein part av tímunum.

Í innskúlingini í Eysturskúlanum skipa vit tað soleiðis, at sjálvt um næmingatalið fer upp um 26, eru allir næmingarnir í einum stórum bólki, tey verða ikki býtt upp í tveir flokkar. Í hesum flokkum eru altíð tveir lærarar í flokkinum. Eru næmingarnir 36 ella fleiri, hava tríggir lærarar flokkin samstundis nakrar tímar um vikuna, í mun til, hvussu høgt næmingatalið er.

Er næmingatalið í 3. flokki hægri enn 26, hava altíð 2 lærarar flokkin samstundis.

Endamálið við hesi skipan er, at umstøðurnar fyri næmingalagaðari undirvísing er betri, enn tá bert ein lærari er. Til ber at flokka næmingarnar í ymiskar bólkar, alt eftir førleikum í ávísum lærugreinum.

Tá næmingarnir koma upp í miðdeildina, t.v.s. 4. flokk, býta vit tey upp í tveir flokkar. Grundgevingin fyri, at tey nú verða býtt sundur, er, at tey fáa alsamt fleiri lærugreinir, samstundis sum næmingarnir nú eru størri og fylla meira, soleiðis at trupult er at hava tey í einum stórum hópi.

Meðan innskúlingin er skipað soleiðis, at flokkurin er stórur við møguleika at býta upp í ymiskar bólkar, so er miðdeildin skipað við tveimum flokkum, sum hava møguleika at lata hurðar upp og samstarva.