
Forvitnisligt tiltak í Eysturskúlanum fríggjadagin.
20/09/2017
FERÐAST GRØNT er átak hjá Tórshavnar kommunu, ið stuðlar undir burðardygga ferðslu.
Í hesum sambandi bjóðar Tórshavnar kommuna øllum at vitja ókeypis súkkluverkstað.
Átakið verður fríggjadagin 22. september 2017 kl. 14:00 – 17:00 í evningstovuni í Eysturskúlanum.
Takið súkkluna við og fái eitt ókeypis eftirlit av súkkluni umframt góð ráð frá serkønum.
Tey fyrstu 30 fáa eina ókeypis regnverju til skúlataskuna frá FERÐAST GRØNT.
Verið hjartaliga vælkomin.
Seinastu tíðindi

12/06/2025
Ársins Vitanarfróði er 7.b
Granskingarráðið: Hósdagin 12. juni varð kunngjørt, at 7. flokkur í Eysturskúlanum fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu 2025. Tað…

29/05/2025
8.flokkarnir vunnu
Hepnu vinnararnir av ruddingardøgunum eru funnir og 8.flokkarnir í Eysturskúlanum vunnu eina peningagávu á 6000 kr! Handanin var m…

27/05/2025
Prógvhandanin
Prógvhandanin hjá Nám og 9.flokkunum, verður hesar dagar:
Týsdagin 17.juni kl. 17.00 fáa næmingarnir í Nám X prógv. Næmingarnir m…