Tíðindi úr eysturskúlanum

ALLARBESTU EYDNU Í KAPPINGINI

25/04/2025

Tað er til kappingina NextLevel, har fólkaskúlanæmingar úr 8.-10.flokki, úr øllum Danmark, Grønlandi og Føroyum, kappast um at vinna Danmarksmeistaraheitið í íverksetan.

Okkara Eysturskúlabólkur skal umboða Føroyar í kappingini í dag. Bólkurin er vinnarin av SkúlaFM 2025, sum varð hildið fyrr í ár.


Hetta er árliga íverksetarakappingin, sum Íverksetarahúsið skipar fyri í samstarvi við Barna- og útbúgvingarmálaráðið, har ið skúlanæmingar úr framhaldsdeildini úr øllum landinum kappast í íverksetan.


Bólkurin BYGD til BÝ hava eitt hugskot til eitt spæl, sum skal menna føroyska mentan, við at læra um mál, søgur og sagnir.


Tey hildu at tey føroysku børnini vita ov lítið um føroyskar søgur og sagnir, og tí vildu tey gera okkurt við hendan trupulleikan.


Bólkurin, BYGD til BÝ, eru úr 9. flokki í Eysturskúlanum og stovnararnir eru; Anna Helena, Signa, Bjalla og Fía.


Tær siga; “Vit hava gjørt eitt borðspæl, sum eitur BYGD til BÝ. Okkara hugskot hevur til endamáls at læra fólk um føroyska søgu, mentan og landalæru”.


Í kappingini um DM í íverksetan verður stórur dentur lagdur á at luttakararnir duga at flætta heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning upp í verkætlanirnar.


Tey skulu samstundis duga at vísa á, hvussu teirra verkætlan kann verða til gagns fyri altjóða samfelagið.


Kappingin um Danmarksmeistaraheitið er í Kolding í dag, fríggjadagin 25. apríl.

Seinastu tíðindi
05/09/2026
Hoyvíkstjørn verður tømd
Nú Tórshavnar kommuna skuldi tøma Hoyvíkstjørn, fekk skúlin fyrispurningin, um onkur flokkur hevði hug at hjálpa til at fanga síli…
03/09/2026
6.flokkur við Westward Ho
6.flokkarnir í Tórshavnar Kommunu kunnu fara ein túr á flot við Westward Ho. Hósdagin var túrurin komin til okkara 6.flokk. Næming…
01/08/2026
Væl komin aftur í skúla
Summarferian fer at halla, og vit fara aftur í skúla soleiðis:   Starvsfólk skúlans byrja aftur mánadagin 10. august kl 9.00.  …
24/06/2026
Summarfrí
Vit eru farin í summarfrí. Skúlin byrjar aftur mikudagin 12.august.  Nærri kunning kemur her á síðuna. Gott summar :)
15/06/2026
Gloymd klæðir
Nú nærkast summarfrítíðin og enn eitt skúlaár er av. Vit rudda skúlan og í grunddeildini eru sera nógv heimleys, góð  pløgg, sum s…
12/06/2026
Prógvhandanin
Prógvhandanin hjá 9.flokkunum og Nám X. Týsdagin 16.juni kl. 17.00 er prógvhandanin hjá Nám X og mikudagin 17.juni kl. 16.00 er p…
21/05/2026
Størv í Eystur­skúla­num 2026/­27
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2026 í Eysturskúlanum   5 føst størv við setan frá 1. august 2026. Setanarbrot…
13/05/2026
Næmingar­nir vunnu fótbóltsdystin!!
Næmingarnir vunnu! Eftir ein sera javnan fótboltsdyst millum lærarar og 9.floksnæmingar, mátti ein avgerandi VAR-dómur til fyri a…
06/05/2026
4.a í Oyndafirði
4.a er á seturskúla og tey eru farin til Oyndafjarðar. Tey hava vitjað smoltstøðina hjá Mowi, sum er á Hellunum, vassa, siglt í b…
29/04/2026
Hósdagur 30.04.26 er frídagur
Vit skulu minna á, at hósdagin 30.apríl er frídagur og øll hava fri. Hetta er annar av frídøgunum, skúlin kann ráða yvir og hesa…
22/04/2026
SO VUNNU VIT AFTUR!
Okkara 5.flokkur vann ársins Vitanarfróða fyri miðdeildina.  Tey arbeiddu við spurdóminum: Hvørja ávirkan hava svøvnur og morgun…
21/04/2026
SjóGló vann!!
Íverksetarabólkurin í 9.flokki í Eysturskúlanum og sum fyrr í ár vann FM í íverksetan og harvið sluppu víðari at kappast í Danmark…
05/09/2026
Hoyvíkstjørn verður tømd
Nú Tórshavnar kommuna skuldi tøma Hoyvíkstjørn, fekk skúlin fyrispurningin, um onkur flokkur hevði hug at hjálpa til at fanga síli…
03/09/2026
6.flokkur við Westward Ho
6.flokkarnir í Tórshavnar Kommunu kunnu fara ein túr á flot við Westward Ho. Hósdagin var túrurin komin til okkara 6.flokk. Næming…
01/08/2026
Væl komin aftur í skúla
Summarferian fer at halla, og vit fara aftur í skúla soleiðis:   Starvsfólk skúlans byrja aftur mánadagin 10. august kl 9.00.  …