
Rennidagurin
05/10/2021
Fríggjadagin, um viðrar, fara vit øll at renna.
Renningin byrjar aftaná upphitingina kl. 10.00, sum verður í garðinum undir Náttúru- og tøknistovuni. Í renningini ræður tað um at samla so nógvar kilometrar til flokkin sum til ber.
Aftur í ár verður skúlarenningin skipað sum ein kapping millum flokkarnar í deildunum. Tann flokkurin vinnur, har næmingarnir í miðal renna flest kilometrar.
Kappingin er skipað soleiðis:
Grunddeild: 1.-3. flokkur kappast
Miðdeild: 4.- 6. flokkur kappast
Hádeild og NámX: 7.-9. flokkur og breytirnar í NámX kappast
Vinnandi flokkarnir vinna ein bovlingtúr og fáa eitt ferðasteyp at seta í stovuna.
Frítíðarskúlin heintar næmingarnar í 1. og 2. flokki kl. 12.30 og so fara vit øll í heystfrí.
Seinastu tíðindi

12/06/2025
Ársins Vitanarfróði er 7.b
Granskingarráðið: Hósdagin 12. juni varð kunngjørt, at 7. flokkur í Eysturskúlanum fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu 2025. Tað…

29/05/2025
8.flokkarnir vunnu
Hepnu vinnararnir av ruddingardøgunum eru funnir og 8.flokkarnir í Eysturskúlanum vunnu eina peningagávu á 6000 kr! Handanin var m…

27/05/2025
Prógvhandanin
Prógvhandanin hjá Nám og 9.flokkunum, verður hesar dagar:
Týsdagin 17.juni kl. 17.00 fáa næmingarnir í Nám X prógv. Næmingarnir m…