Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Ann Thomsen

22/11/2021

Jólaroyndin í 9.flokkunum

Jólaroyndin hjá 9.flokkunum byrjar mánadagin 29.november. Næmingarnir møta kl. 8.00 og royndirnar eru í fimleikahøllini. Tíðarætlanin er her: 

Mánadagin 29.november Týsdagin 30.november Mikudagin 1.desember Hósdagin 2.desember
Danskt Føroyskt Støddfrøði Enskt

Kl. 8.15-9.45

Máluppgáva

Kl. 8.15-9.45

Máluppgáva

Kl. 8.15-9.15

Fimisrokning

Kl. 8.15-9.45

Máluppgáva

Kl. 9.45-10.15

Steðgur

Kl. 9.45-10.15

Steðgur

Kl. 9.15-9.45

Steðgur

Kl. 9.45-10.15

Steðgur

Kl. 10.15-13.45

Framseting

Kl. 10.15-13.45

Framseting

Kl. 9.45-13.45

Greiðslurokning

Kl. 10.15-13.15

Framseting

 

Næmingarnir skulu møta í seinasta lagi 15. min áðrenn royndirnar, tvs. kl. 08.00.
Internetið er opið til royndarhaldið, og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til royndarhaldið. Næmingarnir skulu heinta sínar teldur í flokshølunum, áðrenn royndirnar byrja. Minnist til at hava oyramikrofonir við heimanífrá.

Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Alt annað samskifti er ikki loyvt.
Næmingurin hevur ikki loyvi til at brúka lummaroknara í fimisrokning. Tað er heldur ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum.

Fartelefonir eru ikki loyvdar í royndarhølinum. Hava næmingar telefonirnar við, verða tær bornar á skrivstovuna.