Aftur í skúla MIKUDAGIN 5. januar 2022
Góðu tit
Fyrst av øllum - Gott nýggjár :)
So byrja vit aftur. Vit koma aftur í skúla, og skúlagongdin verður skipað eftir tímatalvunum.
Skúlagongdin er tó framvegis nakað skerd. Vit eru enn í floksbyrgjum, og vit minnast til teir góðu vanarnar við handreinføri og vanligum viti og skili.
Næmingar, sum eru í sóttarhaldi ella hava havt koronusmittu um jólini, skulu fylgja leiðreglunum, sum tey hava fingið frá landslæknanum.
Næmingar, sum nú eru smittaðir ella eru í sóttarhaldi, boða flokslærara sínum frá. Møguligir spurningar og ivamál kunnu eisini stílast til flokslæraran.
Vit gleða okkum at síggja øll aftur í Eysturskúlanum, úthvíld, mett og væl sett av hugna og góðum upplivingum og til reiðar at hvessa vitið enn meir.
Blíðar heilsanir
Eyðna Magnussen, skúlastjóri