
Sciencerásin
8.s er ein Science og innovatiónsrás.
Science- og innovantiónsrásin verður eitt tilboð til teir næmingarnir, ið hava hug at arbeiða við náttúruvísindi á ein øðrvísi hátt, umframt innovatión og nýhugsan.
Rásin er ætlað næmingum, ið hava eina meiri ítøkiliga tilgongd til vitan og læring.
Arbeitt fer at vera í verkætlanum, og eisini fara næmingarnir at verða við í mennandi átøkum so sum skúla FM, First Lego League, Vitanarfróða o.s.fr.
· Øðrvísi innskotshorn til náttúruvísindi
· Samstarv, samskifti og at arbeiða við sær sjálvum sum tilfeingi
· Menning av sínum 21 aldar førleikum
· Menning av sínum innovatiónsførleikum
· Stovnsvitjanir
Samanumtikið
Umframt vanliga floksundirvísing er undirvísingin í alisfrøði, lívfrøði og landafrøði samlaðar í blokkar og verða í stóran mun skipaðar í verkætlanir, sum fara fram á starvsstovu, royndarstovu og verkstøðum, har næmingar royna skúlalærdómin í verki við kanningum, og møguleiki er eisini at gera tøkniligar hentleikar.
8.a er ein almenn rás - við handaligum vallærugreinum
8.b er ein almenn rás - við vallærugreinum í ítrótt
Harumframt verður ein breyt í Lesi- og skrivitøkni.


