Tíðindi úr eysturskúlanum

Ferðslan rundanum Eysturskúlan

04/02/2025

Skúlastýrini, ið sitið hava seinastu árini, hava arbeitt stútt og støðugt við at betra um ferðsluviðurskiftini rundanum Eysturskúlan.

Loksins er komið á mál, og nú er ferðsluætlanin, ið Tórshavnar kommuna gjørdi fyri Tórgarðsgøtu og Skúlagøtu, liðug.

Ein oyggj er løgd í vegbanan í Tórgarðsgøtu, sum ger, at tá ið bilar og bussar steðga og loyva børnum úr, steðgar øll ferðslan, ta løtuna av og á skipan er.

Ljós eru løgd í fótgangarateigin tvørturum Tórgarðsgøtu. Ljósini blinka, tá ið fótgangari gongur tvørturum.

Ljós eru eisini sett upp í krossinum Tórgarðsgøta-Skúlagøta, so børnini síggjast væl, tá ið tey fara tvørturum vegin.

Ein rundkoyring er gjørd ovast í Tórgarðsgøtu (omanfyri lítlagarð, har grunddeildin er), so ferðslan skal glíða lættari niðaneftir og omaneftir, serliga um morgunin.

Nú alt er liðugt, er av og á skipan (muss&farvæl) galdandi allastaðni norðanfyri skúlan; hetta merkir, at foreldrini steðga, seta børnini av og koyra avstað aftur.

Skulu foreldur við børnunum inn í Eysturskúlan, skulu tey brúka parkeringsøkið omanfyri skúlan - yvir móti Eysturvølli.

Skúlastýrið heitir vinarliga á foreldrini um IKKI at seta bilin frá sær á vegnum ovast í Tórgarðsgøtu (við lítlagarð). Hetta elvir til ferðsluruðuleika, og í ringasta føri, so síggjast børnini ikki ímillum bilarnar, sum standa parkeraðir, tá ið aðrir bilar royna at koyra framvið.

Ovast í Dj. Í Geilgøtu er eitt skapilsi av eini rundkoyring. Tað er týdningamikið, at bilar, ið koyra í Dj. Í Geilgøtu um morgunin, ikki parkera í rundkoyringini, men steðga, seta børn av, og koyra avstað, Verður steðgað ov leingi í rundkoyringini, kemur proppur í ferðsluna, tí Dj.í Geilgøta fyllist við bilum, ið koyra niðaneftir, og nógvir bilar standa parkeraðir í høgru síðu omaneftir.

 

Blíðar heilsanir

/Skúlastýrið í Eysturskúlanum

Arnhild Schmidt, forkvinna

Eyðna Magnussen, skúlastjóri

Seinastu tíðindi
19/12/2025
GLEÐILIG JÒL
Vit fara aftur í skúla 5.januar 2026.
16/12/2025
INNSKRIVING Í 1.FLOKK
Innskrivingin til skúlaárið 2026/2027 er latin upp. Innskrivingin endar, hósdagin 15. januar 2026. Innskrivingin er á torshavn.fo…
10/12/2025
Jólavikan - vika 51
Skráin í jólavikuni er her:  Mánadagin og týsdagin er vanlig skúlagongd.  Týsdagin 16.desember kl. 19.00 er jólahald fyri foreld…
20/11/2025
Hoyringin av nýggju barna­lógini
Næmingaráðið í miđdeildini hevur veriđ í Norðurlandahúsinum í dag, har handanin av hoyringini av nýggju barnalógini hevur veriđ.
13/11/2025
Nám X - cup 2025
Í dag møttu 32 væl upplagdir næmingar, sum hava vant dart síðani í summar, upp í hølinum hjá Havnar Dartfelag til árligu Nám X - c…
11/11/2025
Mín jólabók
Jólini nærkast og so er tíð at bíleggja mína jólabók.  Næmingarnir, sum fáa Strok og Píka7, hava fingið ein tekningarseðil til jó…
05/11/2025
Ferða­vinnu­breytin á vitjan á flogvøllinum
Í dag fekk breytin kunning um tilbúgvingina, og bjargingarfólk hjá Atlantsflog greiddi væl frá, hvat uppgáva teirra er, tá bjargin…
29/10/2025
Rennidagurin
Í dag runnu næmingar og lærarar til ársins rennidag. Vit plaga at renna seinasta skúladag áðrenn heystfrítíðina, men veðrið var ik…
27/10/2025
Nærvera uttan skíggjar
Vit hava fingið eina rúgvu av spølum frá BETRI.  Komandi vikurnar fara vit at leggja dent á at hugna okkum saman, uttan at snildf…
01/10/2025
Málvinir í Norð­urlondum
Í fjør vóru 6. flokkarnir í verkætlanini: “Málvinir í Norðurlondum, kynstrið at skilja hvønn annan.” Henda verkætlan heldur fram…
19/09/2025
Íverksetarabreytin í Havnar Bio
Íverksetarabreytin í Havnar Bio. Tað var áhugavert at hoyra Mourits Clementsen greiða frá síni íverlsetara-leið fyrrapartin. Tey…
16/09/2025
Vitja FabLab
Í dag fóru næmingarnir í 9.ei og n, scienceflokkarnir, við bussi til Kambsdal. Har vitjaðu tey FabLab og gjørdu ymiskt ting. Mynd…
19/12/2025
GLEÐILIG JÒL
Vit fara aftur í skúla 5.januar 2026.
16/12/2025
INNSKRIVING Í 1.FLOKK
Innskrivingin til skúlaárið 2026/2027 er latin upp. Innskrivingin endar, hósdagin 15. januar 2026. Innskrivingin er á torshavn.fo…
10/12/2025
Jólavikan - vika 51
Skráin í jólavikuni er her:  Mánadagin og týsdagin er vanlig skúlagongd.  Týsdagin 16.desember kl. 19.00 er jólahald fyri foreld…