Góðu foreldur - ein lítil áminning!

Skúlastýrisvalið er týsdagin 12.november, samstundis sum býráðsvalið. Skúlastýrisvalið fer fram í høllini á Hálsi, t.v.s. í sama høli sum kommunuvalið. Foreldur, ið hava foreldramynduleika hjá børnum, ið ganga í Eysturskúlanum, kunnu velja. 
Foreldur, sum ikki hava høllina á Hálsi, sum sítt valstað, kunnu brævatkvøða í Eysturskúlanum fram til mánadagin 11.november kl. 15.00. 
Foreldur, ið eiga børn, sum komandi skúlaár flyta í Eysturskúlan, hava eisini valrætt og kunnu brævatkvøða. 

Hesi valevni bjóða seg fram at umboða foreldrini í skúlastýrinum komandi 4 árini: 
Arnhild Schmidt
Birita B. Iversen
Ingibjørg Kristiansen
Rókur J. Jacobsen
Sigurð Ó. Vang
Tróndur H. Dalsgarð

Vinarliga

Eyðna Magnussen, skúlastjóri og forkvinna í valnevndini

Innlating nr. 3 til týsdagin 12 november

Skjal til myndatøku

FYRSTA GJALD TIL ÍSLANDSTÚRIN

Innlating 2 at lata inn 2.oktober 2024

Bólkar í ítrótti/svimjing

Innlating nr. 1 til 3. september

Royndartíðir í munnligum føroyskum

Munnliga royndin í Science:

Tilfar til munnliga roynd í Science

Viðtalur:

 

Góðu foreldur 

 

Viðtalur í 8.ei. verða mikudagin 22. mai 2024. 

Viðtalurnar eru í flokstovuni í D-lonini í Eysturskúlanum.

 

Við til viðtalurnar eru Rannvá, Jacoba og Johann

 

Kl. 15.00 Tóki

Kl. 15.15 Jógvan Ingi

Kl. 15.30 Lív Helena

Kl. 15.45 Baldur

Kl. 16.00 Emma

Kl. 16.15 Jói

Kl. 16.30 Gunnar

Kl. 16.45 Barbara D.

Kl. 17.00 Durita

Kl. 17.15 Emilia

Kl. 17.30 Emma

Kl. 17.45 Naena

Kl. 18.00 Lükka Maria

Kl. 18.15 Sarita

Kl. 18.30 Karin

Kl. 18.45 Sára

Kl. 19.00 Naomi

Kl. 19.15 Poul Andreas

Kl. 19.30 Stella

Kl. 19.45 Asta

 

Um tíðspunktið ikki passar eru tit vælkomin at býta um, minnist bert til at siga mær frá.

Vegna flokstoymi

Johann J. Petersen, johann.petersen@skulin.fo

Verkætlan - framløgurnar

Hvat er ein góð verkætlan:
 

1 Ein góð verkætlan hevur eitt gott evni:
 

1.1 Hvat er eitt gott evni?


Tá ið tit velja evni, er týðandi at hava í huganum, at evnið hevur tykkara áhuga. Evnið skal ikki vera ov breitt, finnið tí eina hóskandi avmarking við evninum. Tá ið tit hava eina meining um evnið, spyrjið so vegleiðaran, um hann/hon heldur, at evnið er gott, og um tað er nakað, tit skulu hugsa um. Er eitt høvðusevni, mugu tit hugsa um, um tykkara evni hevur samband við tað.

Tað er lættari, um evnið hevur tykkara áhuga, og um evnið er eitt evni, sum tit møguliga vita eitt sindur um frammanundan.

 

1.1. Dømi um evni:
 

Føroyar sum ferðaland
Kloakkviðurskifti í Tórshavn
Føroyskur gourmetmatur
 

 

2 Ein góð verkætlan hevur ein góðan spurdóm:
 

2.1. Hvat er ein góður spurdómur?

Tað kann vera torført at orða ein góðan spurdóm. Øll verkætlanin er tengd at, um spurdómurin er góður. Gerið tykkum tí sera góðan ómak og hugsið tykkum væl um, tá ið tit gera spurdómin. Tit kunnu møguliga skriva fleiri spurdómar niður og velja tann besta.

Spurdómurin má vera soleiðis, at talan ikki verður um eitt evnisarbeiði. Evnisarbeiðið er upplýsandi, ímeðan verkætlanin er granskandi. Spurdómurin kann broytast, ímeðan verkætlanin er.

 

2.1.1. Eitt hugskot er tí, at sprudómurin byrjar við orðingini: "Ber til hjá okkum, at... ?"
 

2.1.2. Dømi um góðar spurdómar:
 

Ber til hjá okkum at gera ein film, ið lýsir Føroyar sum ferðaland?

- Hvat er áhugavert við Føroyum sum ferðaland?
- Hvørjar avbjóðingar eru við at gera ein føroyskan lýsingarfilm?
 

Ber til hjá okkum at loysa trupulleikan í sambandi við kloakkviðurskiftini í Tórshavn?

- Hvør er reglugerðin í sambandi við kloakkviðurskifti?
- Hvørjar eru avbjóðingarnar við núverandi kloakkskipan?
 

Ber til hjá okkum at gera eina gourmet-uppskrift við føroyskum mati?(Gourmetmatur)

- Hvat ger føroyskan mat, so serstakan?
- Gera føroyingar nógva fína matgerð?
- Hvørjar føroyskar rávørur kundu verið nýttar til fína matgerð?
 

2.1.3. Dømi um vánaligar spurdómar:
 

- Hvat er ein víkingur, og hvussu livdu teir?

 

- Hví brast seinna heimskríggj á, og hvussu ávirkaði tað heimin?

 

- Hvørji rúsevni eru í Føroyum?

 

- Hvat er etingarólag?

 

 

3 Ein góð verkætlan byggir á góða vitan og gott data:
 

3.1. Hvat er góð vitan?

Góð vitan er vitan, ið er væl grundað og kemur frá álítandi keldum. Tá ið tit til dømis leita eftir vitan um evnið á alnetinum, er týðandi at heimasíðurnar eru eftirfarandi. Síður sum eitt nú Wikipedia kunnu vera villleiðandi.

 

Í øllum førum má keldan vera góð og álítandi.

 

3.2. Hvat er ein góð kelda?

Ein góð kelda er ein kelda, sum vit hava álit á. Um talan er um persón, má tað vera onkur, ið hevur vitan og royndir í sambandi við evnið - og ikki vera ein tilvildarligur persónur, sum hevur eina meining um evnið. Er talan um heimasíður, leitið so eftir alment góðkendum heimasíðum.

 

3.2. Hvat er gott data?

Heitið "data" verður brúkt fyri ráa vitan, ið ikki er viðgjørd. Eitt nú spurnakanningar, uppteljingar ella samrøður o.a. Data skal viðgerast og tulkast, áðrenn tað kann brúkast. Síðani mugu tit hugsa um, hvussu tit kunnu vísa tað data, sum tit hava funnið, soleiðis at tað er skilligt. Eitt nú kann data verða gjørt til grafar, og data kann eisini brúkast sum grundarlag undir útsagnum í framløguni.

Tað er týðandi fyri ta góðu verkætlanina at hava gott og brúkiligt data.

Tit mugu hugsa um, hvat data er best at brúka. Hvussu fáa tit tað til høldar? Hvussu viðgera tit tað, og hvat sigur tað data, sum tit brúka? Og hvussu vísa tit tað í framløguni.

 

3.3. Góðar heimasíður at finna góð data og góða vitan:
 

Heimasíðan hjá hagstovuni, yvirlit yvir hagtøl í Føroyum:

http://www.hagstova.fo/fo

Heimasíðan hjá fróðskaparsetur Føroya, leita í tíðarritinum Fróðskapur:

https://setur.fo/gransking/soevn/greinasavn/?no_cache=1

Savn við tíðarritum í FO:

http://apps.infomedia.dk/Avisportal/fo/fao/

Leita eftir bókum á øllum bókasøvnunum:

http://bokasavn.fo/

 

4 Ein góð verkætlan hevur eitt gott ítøkiligt avrik:
 

4.1. Hvat er eitt gott ítøkiligt avrik?

Eitt gott ítøkiligt avrik er eitt avrik, sum tit til framløguna vísa próvdómaranum. Tað ítøkiliga avrikið skal umboða evnið ella svara spurdóminum, sum tit settu.

 

Ítøkiliga avrikið kann vera eitt model, ein skrivlig uppgáva, eitt uppskot um eina lóg ella kunngerð. Ein ítøkilig loysn til ein trupulleika.

 

4.2. Dømi um ítøkilig avrik
 

Spurdómur: Ber til hjá okkum at gera ein film, ið lýsir Føroyar sum ferðaland?

Undirspurningar:

Hvat er áhugavert við Føroyum sum ferðaland?
Hvørjar avbjóðingar eru við at gera ein føroyskan lýsingarfilm?
 

Ítøkiliga avrikið hjá bólkinum: Ein lýsingarfilmur um Føroyar sum ferðaland, sum varir í fýra minuttir.

 

-------------------------------------------------

 

Spurdómur: Ber til hjá okkum at loysa trupulleikan í sambandi við kloakkviðurskiftini í Tórshavn?

Undirspurningar:

Hvat er reglugerðin fyri kloakkviðurskifti?
Hvørjar eru avbjóðingarnar við núverandi kloakkskipanini?
 

Ítøkiligta avrikið hjá bólkinum: Ein tekning við einum uppskoti um eina loysn til kloakkviðurskiftini í Tórshavn.

 

-------------------------------------------------

 

Spurdómur: Ber til hjá okkum at gera eina gourmet-uppskrift við føroyskum mati? (Gourmetmatur)

 

Undirspurningar:

Hvat ger føroyskan mat, so serstakan?
Gera føroyingar nógva fína matgerð?
Hvørjar føroyskar rávørur kundu verið nýttar til fína matgerð?
 

Ítøkiliga avrikið hjá bólkinum: Ein uppskrift upp á gourmet-seyðarhøvd og smakkiroyndir

 

5 Ein góð verkætlan er merkt av góðum arbeiðslagi
 

5.1. Hvat er gott arbeiðslag

Fyri at fáa sum mest burturúr, er týðandi, at tit hava gott arbeiðslag í bólkinum. Grundarlagið undir góðum arbeiðslagi er gott samskifti í bólkinum og við vegleiðaran. Tørvar tykkum hjálp ella vegleiðing, sigið so vegleiðaranum frá í góðari tíð. 

 

5.2. Havið greiðar avtalur

Hitt góða arbeiðslagið er merkt av góðum samskifti. Havið greiðar avtalur um, hvør ið ger hvat í bólkinum, og hvussu tit loysa ósemjur. Tað er gott og sunt at vera ósamd um ymiskt og samskifta um hetta, tó hevur tað stóran týdning, at tit finna loysnir, og at tað ikki tarnar arbeiðslagið. Um samskiftið ikki er gott, ella arbeiðsgongdin ikki er góð, tosið so við vegleiðaran um hetta fyri at fáa ráð um møguligar loysnir.

 

5.3. Skjalprógvið, hvat ið tit gera og hugsa!

Tað er gott at skriva alt niður. Alt tilfarið, sum tit finna, tær samrøður, sum tit hava tykkara ímillum, og teir tankar, tit hava um verkætlanina. Eisini skulu samrøður o.a. skjalprógvast ella takast upp. Brúkið OneNote sum amboð at skjalprógva arbeiðið og loggbókina á OneNote.

 

5.4. Leggið ætlanir

Í verkætlanarvikuni verður møtt hvønn morgun klokkan 08.00 fyri at leggja ætlanir fyri dagin. Eisini verður viðgjørt, hvussu langt tit eru komin, og hvat ið manglar. Býtið arbeiðið ímillum tykkara, um arbeiðið er ov rúgvismikið.

 

5.4. Sí undirsíðuna "hent ráð" fyri vegleiðing í praktiskum viðurskiftum
 

 

6 Ein góð verkætlan hevur eina góða framløgu?
 

6.1. Hvat er ein góð framløga?
 

Ein góð framløga er ein framløga, har ið øll í bólkinum koma til orðanna. Hetta er sera týdningarmikið! Framløgan skal vera væl skipað. Tit leggja alt arbeiðið og tað ítøkiliga avrikið fram.

Eisini er týdningarmikið, at tit eru væl fyrireikað, og at tit hava nógv upp á hjartað.

 

Tá ið tit leggja fram, skulu tit ikki lesa upp úr einum pappíri. Tit kunnu sjálvandi hava eina skrá á einum pappíri, sum tit kaga í av og á. Sera týdningarmikið er, at tit duga at brúka tykkum sjálv og rúmið, tá ið tit leggja fram. Minnist til at hyggja upp á áhoyrararnar.

 

Tit sleppa ikki at brúka fartelefonir, tá ið tit leggja fram.

 

Málburðurin er eisini týdningarmikil. Hugsið um, hvussu tit orða tykkum.

 

Gott er, um tit venja framløguna áðrenn og betra um tað, ið tit skulu betra um.

 

Støddfrøði innlating nr. 4.

FIRST LEGO LEAGUE skráin 2023. 11. november

Bræv um setursskúlan 6. - 8. september 2023

Ítróttadagur og veitsla

Bræv um SSP-dagarnar 2.-4. mai

Foreldraviðtalur í 7.a. týsdagin 18. okt. og mikudagin 19. okt.

Góður foreldur at næmingunum í 7.a. Nú er tíðin aftur at hava viðtalur. Tíðirnar eru:

Týsdagin 18. oktober

Kl. 15.45 Poul Andreas K. Kruse

Kl. 16.00 Jóannes  Arge Antonssonv

Kl. 16.15 Baldur Báruson Persson

Kl. 16.30 Gunnar Akraberg Hansen

Kl. 16.45 Arni Bartal

Kl. 17.00 Asta Iversen

Kl. 17.15 Naena Sofía Rasmussen

Kl. 17.30 Pætur Árason

Kl. 17.45 William Erik Schilling Kruse

Kl. 18.00 Randi Petersen

Kl. 18.15 Heini Pætursson Restorff

 

Mikudagin 19. Oktober

Kl. 15.15 Armgarð Sigurðsdóttir

Kl. 15.30 Sarita Kvilt

Kl. 15.45 Barbara Kirke Davidsen

Kl. 16.00 Barbara Feilberg í Gong

Kl. 16.15 Stella Vang

Kl. 16.30 Emma Marliz Jacobsen

Kl. 16.45 Lükka  Maria Patursson

Kl. 17.00 Helena Sunnva Nolsøe Patursson

Kl. 17.15 Katrin Rouch Ísfeld

Kl. 17.30 Lív Helena Arge Jacobsen

Kl. 17.45 Erika Hentze Niclasen

Kl. 18.00 Maria Hentze Niclasen

 

Tit eru sjálvandi vælkomin at býta um tíð við onkran annan, um tað ikki liggur fyri at koma til ásettu tíð. Fáa tit ikki komið sigi so Johann frá 262974, johann.petersen@skulin.fo.

Til viðtalurnar verða Johann, Rannvá, Anna og Maria.

bh.

Johann J. Petersen, flokslærari

BOING á Eysturvølli

08.06.2022: Í dag hava næmingarnir í 6. flokkunum spælt við - og í - stuttligum boing-bóltum. Tveir herligir tímar!

6. flokkarnir hava ruddað asfaltpetti úr fjøruni

08.07.2022: Ítróttartímarnir í gjár vóru eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Báðir 6. flokkarnir fóru oman í fjøruna at rudda asfaltpetti. Veðrið var gott, og arbeiðið sást væl eftir næmingarnar. Vit fingu ruddað eina rúgvu!

Myndir frá setursskúlanum í Mikladali

Sagnir, søgur og skrøgg, spurningar og fjas, kópakonan, vinka í viðarlundini, sparka á vøllinum, blikka í bygdini, góðgæti, bollar, køkur og karrybollar við rísi, uppvaskitørn, gongutúrur við lummalykt gjøgnum Trøllanestunnilin og út í Djúpadal, heimlongsul og fepur, kabalir og kortspøl, hugni, vinaløg, samanhald og takksemi.

Takk fyri tríggjar ógloymandi dagar!

Evnisvika í miðdeildini
 

Góðu foreldur!


Í komandi viku fara vit at hava evnisviku, har evnið verður “flóttar, kríggj, Ukraina og hjálpararbeiði”.

Á skránni verður:

·       vitjan av Ken, Mariu, sum er ættað úr Ukraina og pápa hennara, sum er flótti.

·       Reyði Krossur kemur at kunna okkum um teirra arbeiði.

·       Stuðulsrenning

·       Fløskuinnsavning

·       Sølutiltak/café

 

Næmingar gera:

·       Pylsubreyð, smákøkur og bomm, sum vit ætla at selja hósdagin, tá ið vit bjóða øllum vælkomnum framvið.

·       Venja sang, sum verður framførdur hósdagin kl. 12:10, har øll eru vælkomin at lurta.

Til tykkum foreldur/avvarðandi (ommur, abbar, trímenningar, mostrar, vinir o.o.)

Gleðiligt hevði verið, um tit kundu komið framvið og stuðlað tiltakinum hósdagin millum kl. 09:30 til 12:30. Møguligt er at keypa sær ein kaffimunn við onkrum leskiligum afturvið fyri ein bíligan penga. Ein bússa stendur á borðinum, har møguleiki er fyri stuðla við nøkrum eyka krónum. Minnist til reiðan pening.

Kórsangurin hjá næmingunum verður kl. 12:10.

Næmingarnir vilja fegnir hjálpa teimum neyðstøddu, og teir fara tískil at gera nógv burturúr.

 

Vinaliga,

Næmingarnir í miðdeildini

Skúlafótbóltur hósdagin 28.apríl 2022
 

Hósdagin gongur leiðin aftur suður til Vágs at spæla skúlafótbólt. 

Vit møta á farstøðini kl. 08:15. Smyril siglir 08:45! Vit verða koyrd aftur og fram til Marghøllina við bussum.

Kostnaður fyri Smyril, buss í suðri og at svimja 100 kr.

Vit eru í Havn aftur umleið kl. 19:30.

Verið í ítróttarklæðum.

Tey, ið ikki sparka við koma við at stuðla og hugna sær.

At hava við:

Stóran og góðan matpakka. Tað ber til at keypa sær eina heita máltíð umborð á Smyrli á veg norð aftur. Hetta er ikki íroknað.
Skinnarar og gaggur ella vanligar skógvar at sparka í
Svimjiklæði og handklæði (tey, sum ætla at svimja)
Heit klæði! Marghøllin er køld, hóast tað er innandura.
Lummapengar
Vit hava sama telefonpolitikk á túrinum sum í skúlanum – t.v.s. ongar telefonir við.

Foreldur eru hjartaliga vælkomin við. Sigið mær frá við sms-boðum í seinasta lagi mánadagin kl. 12, um tit ætla at koma við. Vit skulu bíleggja pláss við bussi, og tí mugu vit hava eitt neyvt tal.

Vónandi fáa vit ein frálíkan túr!

Gevið Johann 100 kr. aðrenn týsdagin, fyri ferðaseðlar og buss í suðri.

Blíðar heilsur

Johann J. Petersen 262974

Góðu foreldur 

 

Viðtalur í 6.a. verða mánadagin 04. apríl 2022. 

Viðtalurnar eru í flokstovuni í B-lonini í Eysturskúlanum.

 

Kl. 14.30 Jói

Kl. 14.45 Armgarð

Kl. 15.00 Heini

Kl. 15.15 Katrin

Kl. 15.30 Barbara D.

Kl. 15.45 Poul Andrias

Kl. 16.00 Naena

Kl. 16.15 Pætur

----- ----- ----- ----- ----- -----

Kl. 16.45 Barbara F.

Kl. 17.00 Randi

Kl. 17.15 Lükka Maria

Kl. 17.30 Asta

Kl. 17.45 Maria

Kl. 18.00 Erika

Kl. 18.15 Arni Bartal

 

Um tíðspunktið ikki passar eru tit vælkomin at býta um, minnist bert til at siga mær frá.

Vegna flokstoymi

Johann J. Petersen, johann.petersen@skulin.fo

Rokni innlating nr. 1

Viðtalur 6.a. 25. oktober 2021

 

Góðu foreldur 

 

So er tíðin komin til ársins fyrstu viðtalur.  Tær verða mánadagin 25. oktober 2021. 

Viðtalurnar eru í flokstovuni í B-lonini í Eysturskúlanum.

 

 

Kl. 15.30 Jói

Kl. 15.45 Armgarð

Kl. 16.00 Heini

Kl. 16.15 Katrin

Kl. 16.30 Pætur

Kl. 16.45 Anja

Kl. 17.00 Naena

----- ----- ----- -----

Kl. 17.30 Asta

Kl. 17.45 Barbara F.

Kl. 18.00 Arni

Kl. 18.15 Lükka Maria

Kl. 18.30 Barbara D.

Kl. 18.45 Maria

Kl. 19.00 Erika

 

Um tíðspunktið ikki passar eru tit vælkomin at býta um, minnist bert til at siga mær frá.

 

Vegna flokstoymi:

 

Johann J. Petersen

Barnaútvarpið vitjar

15.09.2021: Mikumorgunin vóru Jonna og Elin frá Barnaútvarpinum og vitjaðu í Eysturskúlanum. Tær høvdu hoyrt, at vit í miðdeildini høvdu rørslu- og trivnaðardagar í síðstu viku, og vildu so fegnar vita meira. Tær prátaðu við Onnu, Julian, Lükku Mariu og Pætur í 6. flokki.

6.a. á floti við Westward Ho september 2021

Skúlafótbólturin avlýstur - Vanlig skúlagongd mánadagin 7. juni

03.06.2021: Boð frá fyriskiparunum av Skúlafótbólti:

Umførini hjá 4. flokki og 5. flokki avlýst

Koronaráðgevingin mælir frá at hava størri tiltøk komandi vikuna - og av somu orsøk eru umførini hjá 4. flokki (ónsdagin 9. juni) og 5. flokki (mánadagin 7. juni) avlýst.

Skúlaárið 2020/2021 er við at enda - og tíverri eru ikki fleiri dagar eftir at skipa umførini hjá 4. og 5. flokki.

Í skrivandi stund er ikki støða tikin til umførini hjá 1., 2., og 3. flokki. Meiri verður at frætta um hetta í næstu viku.

Kunning um túrin til Vágs mánadagin 7. juni

02.06.2021: Góðu foreldur og børn í 5. flokki!

Mánadagin gongur leiðin aftur suður til Vágs at spæla skúlafótbólt. Vit møta á farstøðini kl. 08:15. Smyril siglir 08:45! Vit verða koyrd aftur og fram til Marghøllina við bussum. Eysturskúlin rindar ferðakostnaðin.

Smyril siglir heim kl. 18:45, og vit eru tí í Havn aftur umleið kl. 20:45.

Verið í ítróttarklæðum og grønu “betri”-blusuni.

At hava við:

  • Stóran og góðan matpakka. Tað ber til at keypa sær eina heita máltíð umborð á Smyrli á veg norð aftur.
  • Lummapengar – Vit hugsa, at 150,- er hóskandi, um børnini skulu keypa sær okkurt gott antin í Vági ella máltíð umborð á Smyrli, og rinda 20,- fyri at svimja.
  • Skinnarar
  • Gaggur ella vanligar skógvar at sparka í
  • Svimjiklæði og handklæði (tey, sum ætla at svimja) – kostar 20 kr.
  • Heit klæði! Marghøllin er køld, hóast tað er innandura.

Vit hava sama telefonpolitikk á túrinum sum í skúlanum – t.v.s. ongar telefonir við.

Foreldur eru hjartaliga vælkomin við. –Eg veit longu um onkur, so aftur hesaferð verða vit væl mannað. Sigið mær frá við sms-boðum í seinasta lagi fríggjadagin kl. 12, um tit ætla at koma við. Vit skulu bíleggja pláss við bussi, og tí mugu vit hava eitt nokk so neyvt tal.

Vónandi fáa vit ein frálíkan túr!

Blíðar heilsur

Lív (tel. 504045)

P.S. Carl Eli skal próvdøma mánadagin og fær tí ikki komið við. Í staðin kemur Joan Samuelsen við okkum. Hon hevur tel. 228607.

Foreldraviðtalur týsdagin 25. mai 2021

Seturskúli við Løkin 27-28. apríl

Frálíkar dagar saman við 5A og 5B í Skótahúsinum við Løkin í Runavík! Sóu ein sera góðan sangleik í Løkshøll; vóru ein gongutúr við Toftavatn; rokaðust væl og leingi í fimleikahøllini "Bylgjuni"; hildu 12 ára føðingardag; høvdu sangløtu og annars hugnaðu okkum saman!

Setursskúli 27.-28. apríl - Kunning

23.04.2021: Góðu foreldur og næmingar í 5. flokkunum!

Endiliga sleppa vit á setursskúla! Vit fara til Runavíkar týsmorgunin 27. apríl og koma aftur til Havnar mikudagin 28. apríl. Vit gista í Skótahúsinum við Løkin.

Kostnaður: 150,- at lata lærarunum mánadagin.

At hava við: Soviposa, kodda og lak. Lak er eitt krav, ið húsið setir øllum, sum gista. Annars alt tað vanliga: Skiftiklæði, heit klæði, inniskógvar ella heitar hosur at ganga inni í, tannbust o.a. Havið eisini stivlar ella eyka skógvar við. Gott, um onkur tekur spøl og bóltar við eisini.

Matur: Havið matpakka við til at eta á middegi. Vit vænta, at øll hava etið ein góðan morgunmat áðrenn fráferð. Vit keypa okkurt gott at eta týskvøldið, og breyð og viðskera at eta á døgurða mikudagin.

At hava við til millummála og morgunmat:

  • Bollar (20 stk): Anna, Vár P, Vár H, Lukka Maria, Erika, Armgarð
  • Skuffukøku: Anna Helena, Paul, Naena, Katrin
  • Skorna frukt: Miriam, Ragnhild, Signa, Barbara
  • 2 pk. smør: Gunnvá, Anja
  • 2 krukkur súltutoy: Julian, Noomi
  • 1 pk sjokulátuviðskeri (30 stk): Tanja, Asta, Pætur
  • 3 L djús: Byrgi, Fía, Maria, Heini, Arni Bartal
  • 1 pk ost í skivum: Sunniva, Jói


Lummapengar: í allar mesta lagi 100,-. Týskvøldið sleppa børnini ein túr í onkran handil at keypa okkurt søtt at hugna sær við.

Tað er IKKI loyvt at hava telefonir/teldur/teldlar við. Lærararnir hava telefonir, skuldi okkurt verið.

Fráferð: Bussurin fer av farstøðini týsmorgunin kl. 08:20. Øll møta í seinasta lagi kl. 8:00.

Aftur í Havn: Vit verða aftur á farstøðini mikudagin kl. 15:25.

Vit gleða okkum!

 

Carl Eli, tel. 507333

Lív, tel. 504045

Hanna, tel. 516911

Páskapynt

26.03.2021: Næmingarnir í 5.A og 5.B hava gjørt páskapynt í hesi vikuni. Tey, sum ikki blivu liðug, hava fingið tilfar við heim. Á myndini síggja tit lidnu páskakransarnar.

Spurnarkanning um frítíðarvanar
Sí kunnandi bræv niðanfyri viðv. spurnarkanning um frítíðarvanar.

Hjálp til Krabbameinsfelagið og lesiátak

Evnis- og verkætlanarvikur í 5.A (í føroyskum og søgu & samtíð)

Íverkseting og matgerð

5.A hevur havt íverkseting saman við Peteri H. Niclasen og Inga á Smið, har evnið var matgerð. Tey hava fingið innlit í arbeiðið handan góða matgerð, sum ikki bert smakkar væl, men eisini eigur at síggja freistandi og sansalig út - og góða úrslitið sæst á myndunum! Vinnandi bólkurin (og rætturin) kemur í finaluna í miðdeildini seinni í skúlaárinum. (Ingi á Smið hevur tikið myndirnar)

Uppstillingarlisti til skúlastýrisvalið

Foreldraviðtalur mánadagin 09. novembur

Skúlastýrisval 2020

Landsroynd 22.- 23. septembur

Tíðarætlan og upplýsingar um landsroyndirnar, sum verða týsdagin og mikudagin:

Týsdagin 22. september

Føroyskt

Kl. 08:15 – 09:00: Lesifatan

Kl. 09:00 – 09:30: Steðgur

Kl. 09:30 – 10:15: Staviførleiki

 

Mikudagin 23. september

Støddfrøði og náttúra & tøkni

Kl. 08:15 – 09:00: Støddfrøði

Kl. 09:00 – 09:30: Steðgur

Kl. 09:30 – 10:15 Náttúra og tøkni

 

Næmingarnir nýta teldu til allar tríggjar royndirnar.

Headset/smátalarar: Næmingarnir verða bidnir at hava headset/smátalarar við til allar royndirnar

Hjálparmiðlar: Loyvt er at nýta allar hjálparmiðlar uttan lummaroknara, t.v.s. bøkur og annað, ið tey brúka í undirvísingini. Neyv kunning um landsroyndirnar er á: www.provstovan.fo/folkaskulin/landsroynd/

Møtitíðir:

5. flokkarnir møta í skúlahøllini stundisliga kl. 8.00 týsdagin og mikudagin. Tey hava vanliga undirvísing aftaná royndirnar. 

Vælkomin í skúla aftur!

Góðu næmingar og foreldur í 5.A!

Hjartaliga væl afturkomin í skúla! Vónandi hava tit havt eitt gott summar!

Nú ganga tit í 5.A, og vit hava eitt spennandi ár fyri framman!

Viðvíkjandi tilmælum, so fylgja vit sum frægast somu mannagongdum, sum vit høvdu undan summarferiuna; vaska og spritta hendur, ganga beinleiðis inn gjøgnum brandhurðina í floksstovuna, og um vit hava sjúkueyðkenni, koma vit ikki í skúla, men boða flokslæraranum frá. Myndugleikarnir mæla somuleiðis til “flokseinsemi”; tað er, at vit helst bara eru saman við floksfeløgum í skúlatíðini.

Eins og undanfarin ár, brúka vit vikuætlanina á heimasíðuni, www.eysturskulin.fo, og har verða skúlating, kunning, myndir o.a. viðkomandi tilfar lagt út. Serlig tímatalva verður galdandi fyrstu vikuna.

Vónandi fáa vit øll eitt gott, stuttligt og læruríkt skúlaár í 5.A!

Blíðar heilsur

Vegna flokstoymið

Carl Eli Nolsøe Samuelsen, flokslærari

carl.samuelsen@skulin.fo

Tel. 507333

E.S. Felags foreldrafundur verður væntandi skjótt, eins og vit hava foreldraviðtalur tvær ferðir árliga.

Takk fyri í ár!

Vit, flokslærarin og floksins lærarar, takka fyri eitt gott, men øðrvísi skúlaár! 

Vit hava upplivað nógv stuttligt saman, hava vónandi lært nógv og fara nú eina væl uppiborna summarferiu!

Tíverri verða Barbara D. og Julius ikki í okkara flokki eftir summar - Julius og familjan fara aftur til Danmarkar, meðan Barbara og familjan flyta til Suðuroyar. 

Niðanfyri eru fleiri myndarøðir av upplivingum og útferðum í juni mánað.

Góða summarferiu - og vit síggjast aftur 18. august! 

Hugnaløta á Skansanum

Tann eina dagin, har sólin kagaði fram, hugnaðu vit okkum á og kring Skansan við spæli, flugukríggi og krossfiskaveiðu!

Róðu við teinaringinum, Royðuri.

Saman við 4.B vóru vit og royndu okkum á Havnarvág við teinaringinum, Royður, har 20 kunnu rógva í senn. Eitt gott upplivilsi!

Súkklutúrur í Hoyvík

Stuttligt var at súkkla og hugna okkum í Hoyvík í juni mánað

4. flokkarnir til skúlafótbóltskapping

Mikudagin 10. juni fóru báðir 4. flokkarnir suður til Vágs at sparka fótbólt. Gentuliðið hjá okkum vann silvur! Veðrið var gott, og bæði børn og vaksin høvdu ein frálíkan dag.

Kunning um túrin til Vágs

09.06.2020: Góðu foreldur og børn í 4. flokki!

So gongur leiðin aftur til fótbóltskapping í Vági. Vit møta á farstøðini mikumorgunin 10. juni kl. 08:15. Smyril siglir 08:45! Vit verða koyrd aftur og fram til Marghøllina við bussum. Eysturskúlin rindar ferðakostnaðin.

Smyril siglir heim kl. 18:45, og vit eru tí í Havn aftur uml. kl. 20:45.

Verið í ítróttarklæðum og grønu “betri”-blusuni, sum tit fingu seinast.

At hava við:

  • Stóran og góðan matpakka. Vit fáa ikki heitan mat í Vági, men vit kunnu keypa okkum eina heita máltíð umborð á Smyrli á veg norð aftur.
  • Lummapengar - Vit hugsa, at 150,- er hóskandi, um børnini skulu keypa sær okkurt gott antin í Vági ella máltíð umborð á Smyrli, og rinda 20,- fyri at svimja
  • Gaggur ella vanligar skógvar at sparka í.
  • Skinnarar, um tit eiga slíkar.
  • Svimjiklæði og handklæði (tey, sum ætla at svimja)
  • Heit klæði! Vit verða møguliga úti, og Marghøllin er køld, hóast tað er innandura.

Sum er, hava eini átta foreldur boðað frá, at tey koma við okkum suður, so aftur hesaferð eru vit væl mannað.

Vit gleða okkum!

Blíðar heilsur

Carl Eli (tlf.: 507333) & Lív (tlf.: 504045)

Til Suðuroyar mikudagin 10. juni

Góðu foreldur!

Vit hava júst fingið innbjóðingina at verða við í fótbóltsfinalukappingini í Vági, sum verður nú mikudagin 10. juni! Dreingirnir og eitt gentulið megnaðu at spæla seg í finaluna. Upprunaliga ætlaðu vit at samanknýta hesa finalukapping við at gista í Vági eina nátt, men tað varð so av ongum. Men hinvegin ætla vit at gera hetta til eina stuttliga dagsútferð, har vit m.a. eisini sleppa at svimja og royna nýggju rutsjubreytina í Pálshøll.

Tit foreldur eru hjartaliga vælkomin við - jú fleiri, jú betri!

Sigið okkum frá við telduposti ella sms í seinasta lagi mánadagin kl. 14:00, um tit koma við (og um tit hava bil við). Upplýsingar um tíðspunkt, mat, pengar, klæðir o.s.fr. kemur mánadagin.

Vit møta á farstøðini mikumorgunin 10. juni kl. 08:15. Smyril siglir 08:45! Vit verða koyrd aftur og fram til Marghøllina við bussum. Eysturskúlin rindar ferðakostnaðin. Smyril siglir heim kl. 18:45, og vit eru tí í Havn aftur uml. kl. 20:45.

Vh Lív & Carl Eli.

Ruddingardagur - myndir

Vit í 4.A vóru saman við hinum flokkunum úti og ruddaðu í góðveðrinum fríggjamorgunin. Tey vóru sera røsk og hugagóð at leita í veitum, buskum, Lítlaskógi, bøi og inn ímillum grøsini!

Vit byrja aftur í Eysturskúlanum mánamorgunin kl. 08:30

Góðu næmingar og foreldur í 4.flokki!

Nú sleppur 4.flokkur aftur í skúla. Hetta verður longu mánadagin 4.mai. Vit gleða okkum at síggja næmingar aftur í skúlanum, hóast gerandisdagurin ikki verður heilt tann sami, sum hann var áðrenn 12.mars.

Meginreglan frá myndugleikunum er, at næmingarnir í 4.flokki helst skulu møta í skúla. Í teimum førum, har serligar umstøður gera seg galdandi hjá næmingum ella avvarðandi, skulu foreldur boða flokslæraranum frá.

Gerandisdagurin verður eitt sindur broyttur, nú næmingarnir koma aftur í skúla. Støðan í Føroyum viðvíkjandi Korona sær beint nú út til at vera góð, men enn eiga og skulu vit gera alt, vit kunnu, og sum okkum er tilmælt, í samband við at fylgja teimum tilmælum og leiðreglum, ið Koronaráðgevingin leypandi kemur við.

Vit í skúlanum hava eisini roynt at gera alt, sum vit kunnu, og sum fyriskrivað er, so tá ið næmingarnir í 4.flokki koma í skúla mánadagin, fara vit øll at royna at verja hvør annan og okkum sjálv við at royna at halda tilmæltu frástøðuna. Tað merkir, at flokkarnir fara at vera í fýra flokshølum; t.v.s., at 4.a verður deildur í tvey høli, og 4.b verður deildur í tvey høli. Tey fara at húsast í samanhangandi flokshølum – 8/9 børn í hvørjum høli. Borðini standa í tilmæltu frástøðuni, og bara ein næmingur við hvørt borðið. Inni í hesum bólkunum, verða næmingarnir aftur bólkaðir; hetta fyri at tey ikki øll spæla saman í einum trunka.

Tveir lærarar verða knýttir at hvørjum flokki; flokslærarin og ein lærari, sum vanliga er í flokkinum, afturat. Hesi starvsfólkini eru allatíðina saman við somu næmingunum. T.v.s., at lærararnir ganga ikki ímillum flokkarnar. Harafturat verður tvær garðvaktir knýttar afturat 4.flokki.

Um veðrið er við okkum, sum tað vónandi verður, so fara næmingarnir óivað at fáa undirvísing bæði inni og úti. Eru næmingarnir inni, so hava bólkarnir hvør sítt stórt flokshøli at vera í.

Vit royna, sum sagt, at halda tilmæltu frástøðuna; vit vaska og spritta hendurnar eftir føstum mannagongdum; tá ið vit koma í skúla, tá ið vit hava verið á WC, áðrenn vit fara í fríkorter, tá ið vit koma innaftur, áðrenn vit eta matpakka, tá ið vit eru liðug at eta, og tá ið vit fara heim. Eisini eru reingerðarfólkini hjá skúlanum til arbeiðis, meðan næmingarnir eru í skúla, og tey hava sínar reinhaldsmannagongdir.

Av tí at næmingarnir verða skipaðir í fýra bólkar, so hava vit tørv á fleiri skúlastovum enn vanligt, tískil umskipa vit flokshølini eitt sindur

Tí er tað so heppið, at vit hava ein stóran og rúmligan bygning, og kunnu tískil húsast í góðari frástøðu.

 

Hvar fara næmingarnir at húsast?

4.A fer at halda til í tveimum stovum í A-lon syðru, har 5.flokkarnir vanliga plaga at vera. Har eru tvær skúlastovur, og har vera tveir bólkar, 4.a1 og 4.a2. 4.a1 hevur inngongd gjøgnum høvuðsdyrnar í A-lon syðru (móti Eysturvølli). 4.a2 hava inngongd gjøgnum brandddyrnar niðan ímóti grøna økinum beinleiðis inn í stovuna.

Vit heingja skelti á báðar inngongdirnar, so næmingarnir síggja, hvar tey skulu.

4.B fer eisini halda til í tveimum stovum í A-lon, syðru. Tað verður har, sum 4.flokkarnir vanliga halda til. Tey brúka báðar stovurnar, og flokkurin verður býttur sundur í tvey. Inngondin hjá 4.b1 og 4.b2 verða úr skúlagarðinum og inn gjøgnum branddyrnar inn í skúlastovurnar. Vit skelta eisini hurðarnar her, so børnini síggja tey úr skúlagarðinum.

Vanliga dámar okkum so væl, at vera blíð og møta foreldrum og fáa eitt gott prát, men tað er ikki skynsamt og skilagott at gera beint nú. Vit ynskja tí ikki, at foreldrini koma við børnunum inn í skúlagarðin. Børnini verða sett av ella fylgd til portrið inn í skúlagarðin, og so finna tey sjálv gjøgnum skúlagarðin og til inngongdina, tey skulu brúka.

4.flokkarnir skulu møta í skúla kl. 08.30. Tey fara at hava fimm klokkutímar um dagin og 4 tímar fríggjadag. (8.30-13.30)(8.30-12.30)

Carl Eli og Anna verða knýtt at 4.A, og Lív og Hanna L. verða knýttar at 4.B

Nærri kunning um tímatalvu og onnur praktiskt viðurskifti kemur frá flokslæraranum.

Við ynskjum um, at vit hugsa um hvør annan og hjálpa hvør øðrum at minnast til, at vit eru saman í fjarstøðu.

Bestu heilsanir

Eyðna Magnussen, skúlastjóri.

GG! Vísa børnini minstu sjúkutekin, so skulu tit hava børnini heima við hús.

Góðu næmingar og foreldur í miðdeild

Skúlin letur upp aftur 20. apríl, soleiðis sum landstýrið hevur boðað frá. Men henda upplating er einans galdandi fyri næmingar í 1-3. flokki.

Tí heldur fjarundirvísingin fram og verður lutvíst umskipað, so vit halda okkum til ávís tíðspunkt, nær skúladagurin byrjar, og nær hann endar.

Tímatalvan, soleiðis, sum vit kenna hana, verður niðurløgd. Framhaldandi skúlagongd verður skipað í eini vikuætlan, ið verður løgd á flokssíðurnar, sum liggja á heimasíðuni.

Á vikuætlanini eru blokkar við fjarundirvísing. Tað er luttøkuskylda, galdandi fyri hesar blokkarnar. Tí mugu øll verða ritað inn á Teams ella aðrar talgildar vegir, sum lærarar skipa, avtalaðu tíðir. Hetta fáa tit boð um frá flokslærara.

Vikan byrjar og endar við einum netfundi við flokslæraran. Á mánadagsfundinum verður øll vikan framløgd og tá er møguleiki hjá næmingunum at seta spurningar til ymiskt, at samskipa bólkar og innlatingar v.m. Hinir blokkarnir í vikuni eru eisini ætlaðir til aðrar lærugreinar og uppgávur annars.

Eitt til tvey upplegg eru um dagin í flokkunum/lærugreinunum. Hesi eru í høvuðsheitum 8:00-9:30 og 10:00-11:30.

Í tann mun tað letur seg gera eru bæði bólkaarbeiði og einstaklingauppgávur hvønn dag.

Vit fara at leggja dent á eina javnvág millum venjingaruppgávur og at læra okkurt nýtt. Øll avrik, ið skulu latast inn ella leggjast fram fáa afturboðan frá læraranum, í tann mun, tað letur seg gera, og har hetta gagnar fakligu menningina.

Í eini skiftandi skipan á 2 vikur skulu allar bókligar lærugreinar vera umboðarar. Skapandi lærugreinarnar og rørsla vera í avmarkaðan mun flættaðar inn í vikuætlanina eftir tørvi og har hetta passar inn.

Nærri og ítøkiligari kunning frá flokslæraranum og flokstoyminum er á flokssíðuni.

Bestu heilsanir

Eyðna Magnussen, skúlastjóri.

Góðu tit í 4.flokki

Nú fara vit í páskaferiu; njótið hana saman við húskinum. Eg má siga, at eg eigi ikki orð fyri, hvussu røsk tit hava verið, nú tit hava verið heima í skúla.

Hvussu tað verður aftaná páskir, veit eg ikki enn, men so skjótt eg veit okkurt, leggi eg tað á heimasíðuna hjá skúlanum. www.eysturskulin.fo

Gleðiligar páskir ynski eg tykkum.


Eyðna Magnussen, skúlastjóri

Skúlin, Covid-19 og fyribyging

Seturskúli í Vági 5. - 6. mai 2020

03.03.2020: Um góðar tveir mánaðir fara báðir 4. flokkarnir á seturskúla í Vági. Farið verður suður týsdagin 5. mai, og ætlanin er at gista eina nátt. Seinna dagin, mikudagin 6. mai, verður finaludagur í Skúlafótbóltskappingini. Tit fáa meira kunning, tá ið tað fer at nærkast.

Føstulávint 2020

Ein góður dagur, har vit øll høvdu latið okkum í ymiskar búnar og maskur og "gloymt" vanliga gerandisdagin eina lítla løtu :)

Skrubb í miðdeildini

13.02.2020: Góðu foreldur!

Eg skal hervið boða frá, at vit hava fingið fráboðan um skrubb í miðdeildini. Við loyvi frá mammuni leggi eg hesa myndina við.

Hon skrivar soleiðis:

"Eg eri rættiliga "yvirraskađ" yvir, at hatta er skrubb, tí myndirnar, sum eru á netinum eru rættiliga ógvusligar, og ongin vísir bert nakrar fáar prikkar á arminum.

So góđu foreldur, kunnu tit vinaliga kanna børnini gjølla, og um tit yvast, fari so til lækna, so vit kunnu basa hesum her og nú. Vit eru øll í húskinum farin í viđgerđ."

Sí eisini kunning og faldara um skrubb longur niðri her í boðklivanum.

Næmingar Eysturskúlans frí týsdagin 18. februar og týsdagin 25. februar

Týsdagin 18. og 19. februar 2020 skipar Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið og Nám fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum fyri lærarum og námsfrøðingum í føroyska fólkaskúlanum

Starvsfólk Eysturskúlans luttaka 18. februar.

Evnið á ráðstevnuni er: Læring, og heitið er: Lærdómur er lættur at bera – læring í 21. øld.

Næmingar í Eysturskúlanum hava tískil frí 18. februar.

Somuleiðis hava næmingar Eysturskúlans frí týsdagin 25. februar - dagin eftir Føstulávintsmánadag.

Fráboðan um skrubb

02.02.2020: Góðu foreldur!

Eg skal hervið boða frá, at vit hava fingið fráboðan um skrubb í 4. flokki.

Viðkomandi, sum hevur havt skrubb (og alt húskið) hava verið í viðgerð í vikuskiftinum. Viðkomandi smittar sostatt ikki longur.

Kunning um skrubb: 

Orsøkin til at børn, ung, ella vaksin fáa skrubb er, at ein hevur fingið eina skrubbmottu á húðina. Skrubb kemur ikki av vantandi reinføri - øll kunnu fáa skrubb. Skrubb kann fyribyrgjast og lættliga viðgerast.

Skrubb skriðar sera illa og serstakliga um náttina. Tað ganga 2-3 vikur frá tí at ein er smittaður, til skriðin byrjar. Ein kann smitta í hesum tíðarskeiði.

Tann, sum hevur skrubb, skal viðgerast skjótast tilber, og samstundis skulu øll í húsinum viðgerast. 

Meira kunning fæst við at lesa viðfesta faldaran frá Gigni, sí niðanfyri:

Faldari um skrubb

4.A og 4.B hava skoytað

12.12.2019: Í dag vóru báðir flokkarnir ein túr niðri á Vaglinum og skoytaðu. Tey hugnaðu sær óført!

Takk fyri ein frálíkan dag

08.12.2019: Hósdagin vóru báðir 4. flokkarnir í ítróttarhøllini á Hálsi til "Flogbørn". Tað var sera stuttligt at vera til tiltakið við so fittum børnum. Tey vóru góð umboð fyri Eysturskúlan!

Flogbørn skúlakapping fyri 4. flokkarnar hósdagin 5. desember

04.12.2019: Góðu foreldur og børn í 4.A og 4.B!

Øll møta sum vanligt til morgunsang kl. 08:00 í Eysturskúlanum. Aftan á morgunsangin savnast vit í floksstovunum, áðrenn farið verður avstað til ítróttarhøllina á Hálsi.

Tá ið vit koma í ítróttarhøllina, er eitt økið merkt ”Eysturskúlin”. Har hava vit okkara ting/klæðir/matpakkar liggjandi, og har savnast vit. Næmingarnir verða býttir í 7 lið, við 4-5 spælarum á hvørjum liði. Næmingarnir verða blandaðir tvørturum flokkarnar.

Skrá fyri dagin:

9.00 - 9.30               Øll møta í høllini í ítrottaklæðum. Frágreiðing um Flogbørn og spælið verður víst. Havið matpakka við!

9.30 - 10.30            Vit spæla Flogbørn

10.30 - 10.50          Steðgur har børnini kunnu eta egnan matpakka

10.50- 11.50           Vit spæla Flogbørn

11.50- 12.00           Felags endi og heiðursmerkjahandan

 

Tá ið kappingin er liðug, fylgjast vit yvir aftur í Eysturskúlan, og so fáa næmingarnir frí.

 

Blíðar heilsur

Lív og Anna.

Góðu foreldur í 4.A!

Niðan fyri er kunning um ymiskt. Sum skilst høvdu tit øll eina hugnaliga løtu saman til tiltakið, sum foreldraráðið skipaði fyri. Takk fyri tað!

Næmingateldurnar: Hvørt barn hevur nú havt teldu í nakrar vikur. Hetta hevur virkað avbera væl, og serliga eru øll røsk at fylgja boðum um, at tað er bert í samband við skúlaarbeiði, at teldurnar verða nýttar. Vit hava skrivað, leita eftir upplýsingum og gjørt ymiskar uppgávur við teldunum. Hetta hevur sum heild gingið sera væl. 

Skrivið ella ringið endiliga, um tit hava nakrar spurningar um teldurnar. 

Loynivinir: Nú í hesari vikuni byrjar átakið, “nissuvinir”, ella "loynivinir". Øll í flokkinum hava fingið at vita, hvørjum tey eru loynivinur hjá. Komandi vikurnar er teirra uppgáva at gleða loynivinin við at gera okkurt serstakt fyri hann. Tey kunnu lata smáar (heimagjørdar) gávur, smáar setningar, okkurt lítið góðgæti o.a. uttan at vera sædd. 

G.G.! Gávurnar skulu vera smáar. Ætlanin er ikki, at børnini (ella foreldrini) skulu út at keypa gávur.

Skrivikapping: Aftur í ár hava vit í Eysturskúlanum eina skrivikapping til jóla, og hesa ferð er evnið "Kærleiksjól". 6 vinnarasøgur verða funnar - tvær í hvørjari deild. Frítt er hjá næmingum at velja, um teir eru við ella ikki.

Í longd skulu søgurnar vera:

- Innskúling (1.-3. flokk) 100-200 orð

- Miðdeild (4.-6. flokk) 300-500 orð

- Hádeild (7.-9. flokk) 600-800 orð

Gerið tekningar til søguna ella finnið hóskandi myndir á netinum at prýða søguna við. Vinnararnir fáa eitt gávukort í part. Søgurnar skulu latast inn í seinasta lagi fríggjadagin 6. desembur. Næmingarnir skriva søgunar sjálvir, og flokslærararnir taka ímóti søgunum fríggjadagin.

Vit fara at brúka ein part av tímunum í føroyskum at skriva, men grundleggjandi er hetta heima- og sjálvsstøðugt arbeiði.

 

Vh

Carl Eli

Myndatøka - upplýsingar og kostnaður

Foreldraviðtalur 07. oktobur

Sangløta í 4.A og 4.B

02.09.2019: Í dag var fyrsta sangløtan hjá 4. flokki. Børnini (og lærararnir) sungu væl við! Hetta verður afturvendandi tiltak. Felags sangløta verður annanhvønn mánadag.

Ítróttadagar
 

Góðu foreldur!


Týsdagin 18 / 6 og mikudagin 19 / 6 fara vit at hava ítróttadagar í grunddeildini. Vit møta sum vanligt klokkan 08:00. Týsdagin hava børnini frí kl.12:45 og mikudagin sum vanligt.

Týsdagin klokkan 09:30 ganga vit úr skúlanum og niðan á Tórsbreyt. Har fara vit at hava ymiskar aktivitetir og hugna okkum saman.

Mikudagin koma vit at vera á Eysturvølli, har vit hava ymiskar kappingar.

Týsdagin skulu børnini bert hava ein góðan matpakka, matarklemmu og drekkidunk við. Børnini mugu vera klædd eftir veðrinum og í góðum skóm. Mikudagin skulu børnini eisini hava skúlataskuna við í skúla.

 

Blíðar heilsanir

Toymið í grunddeildini

Útferð

Góðu foreldur!  

Týsdagin 28. mai fer grunddeildin útferð. Vit ætla okkum at ganga eftir gøtuni av Norðasta Horni niðan á Hotel Føroyar og síðani oman í viðarlundina undir Kerjum. Har eta vit matpakka og hugna okkum, áðrenn vit fara til gongu aftur í Eyturskúlan.  

Vit vænta at verða aftur í skúlanum, áðrenn børnini í 1. og 2. flokki hava frí (kl.12.45), tá heintar frítíðarskúlin børnini. 


Henda dagin skulu børnini bert hava ein ryggsekk við, sum inniheldur:  

Ein góðan matpakka, millummála og ein drekkidunk.  

Tey skulu vera væl ílatin og í góðum skóm.  

Børnini møta við barnagarðin á Norðasta Horni millum 8.00 - 8.20.  

Farið verður til gongu kl. 8.30. 

Lærararnir eru á staðnum frá kl. 8.00 at taka í móti børnunum.  

Vit gleða okkum til ein góðan túr saman við børnunum. 


Blíðar heilsanir 

Lærararnir í grunddeildini. 

 

GG! Hava tit spurningar hesum viðvíkjandi, so eru tit vælkomin at venda tykkum til flokslæraran. 

Urtagarðsvika

Frá hósdegnum 2/5-19 til og við týsdagin 7/5-19 verða urtagarðsdagar í Eysturskúlanum. Vanliga tímatalvan verður løgd tilsíðis hesar dagar, so børnini skulu bert hava: Pennahúsa, lím og saks, matpakka, drekkidunk í taskuni. Skilagott hevði verið, um tey høvdu skiftiklæði við í skúla.

Vit fara m.a. at gera ein eplaveltu, seta epli niður og planta ymiskt grønmeti, og eisini fara vit at lúka kring skúlan. Vit koma at læra um plantur og annað, sum er í einum urtagarði, og arbeiða við ymiskum evnum hvønn dag.

Vit vera nógv úti og tí er týdningarmikið, at børnini eru væl ílatin, hava góð klæði og gummistivlar við.

Hesar dagar eru børnini í skúla soleiðis: hósdag, mánadag og týsdag frá kl. 08:00 - 13:00. Og fríggjadag frá kl. 08:00 - 11:30. Frítíðarskúlin heintar børnini í 1. og 2. flokki, tá skúladagurin er liðugur.

 

Blíðar heilsanir

Toymið í grunddeildini

 

GG!

Gott hevði verið, um tit kundu givið børnunum eggjabakkar við 10/12 rúmum og ein urtapottafjalarar, eina glaskrukku ella annað at planta í, við í skúla miku- ella hósdagin.

Góðu foreldur!

Eftir hesa skúlavikuna verður farið í páskaferiu. Børnini møta aftur í skúla mikudagin 24. apríl (týsdagur 23. apríl er frídagur). Síðan er Flaggdagur og harvið frídagur hósdagin 25. apríl. 

Fríggjadagin 26. apríl fara vit at vitja Býarsavnið í føroyskt tímunum. Hetta er forkunnuga savnið hjá Birgari Johannesen, sum Tórshavnar Kommuna nú hevur yvirtikið. Flokkurin vitjar savnið í tveimum umførum, tí vit eru fleiri enn 24 næmingar. Ein helvt fer at vitja í 3. skúlatíma, og seinna helvtin fer í 4. tíma.

Fótbóltstúrurin til Vágs varð eftir okkara tykki ein framúr góður túrur! Børnini vóru øll virkin á fótbóltsvøllinum, gjørdu teirra besta og vístu sera góðan atburð. Í roynd og veru er okkara 3. flokkur ein sera góður flokkur at fara út um skúlans øki við. Tey eru spent, akta væl og tykjast at hugsa um hvønn annan, so øll hava tað gott. 

Vegurin norður aftur við Smyrli varð eisini minniligur við rímiliga hvøssum landnyrðingi, sum viðførdi, at eini 7-8 børn spýðu. Men tey vóru so sera røsk. Foreldrini, sum vóru við, hjálptu okkum væl bæði við tí praktiska og at troysta, um neyðugt. Alt í alt ein læruríkur túrur við gleði og gleim og so eisini eitt sindur av sunnari mótgongd á veg heim aftur um Suðuroyarfjørðin :) 

Góðar páskir!

 

 

 

Góðu foreldur og børn!

Kunning um ferðina til Suðuroyar mikudagin 03. apríl, har fótbóltskapping millum fleiri 3. flokkar verður í Vági.

Vit møta á farstøðini mikumorgunin 03. apríl kl. 08:15 (Smyril siglir 08:45). Vit verða koyrd aftur og fram til Marghøllina við bussum. Eysturskúlin rindar ferðakostnaðin.

Umframt kappingina, so sleppa vit at svimja í Páls Høll og royna klintriveggin í Marghøllini.

Smyril siglir heim kl. 18:45, og vit eru tí í Havn aftur uml. kl. 20:45.

Foreldur eru vælkomin við - men sigið okkum frá áðrenn fríggjadagin kl. 12:00, um tit ætla at koma við. Vit skulu nevniliga bíleggja pláss við bussi, og tískil mugu vit hava nágreiniligt tal.

At hava við:

- Matpakka og tasku

- 70 kr. til døgurða (grýturættur og pasta), sum vit hava bílagt til øll børnini. Um tit ikki ynskja døgurða, sigið okkum so frá.

- Skógvar at sparka við (gaggur ella vanligir skógvar)

- Hvíta blusu/t-shirt.

- Skinnarar, um tit eiga slíkar.

- Svimjiklæði og handklæði (tey sum ætla at svimja)

- Heit klæði! (Marghøllin er køld, hóast tað er innandura)

- Lummapengar, um tit ynskja. 

Vit gera liðsamansetingina hjá teimum tveimum gentuliðunum. Dreingirnir allir eru á einum liði.

 

Anna og Carl Eli

Faldari um skrubb

Flokstíðindini og kunning

Tilfar frá foreldrafundurin 04. septembur

Vitja Bókamiðsøluna fríggjadagin og felags foreldrafundur 04. septembur.

Ítróttardagar juni'18

 

Grunddeildin fer at hava ítróttadagar hósdagin 7. juni og fríggjadagin 8. juni.

Hósdagin fara vit niðan á Tórsbreyt, har Bragdið skipar fyri nøkrum kappingum. Vit fara niðan aftaná morgunsangin, og verða aftur á skúlanum uml. kl. 12.30.

Fríggjadagin verða vit á Eysturvølli; har fara vit at gera ymiskar staffetir. Tá hetta er liðugt fara vit at hugna okkum saman. Síðani fara næmingarnir í frítíðarskúla.

Næmingarnir skulu vera í ítróttaklæðum og góðum skóm – vit verða úti allan dagin.

Tey skulu ikki hava skúlatasku við hesar dagar, men matarklemmu, ein góðan matpakka og drekkidunk.

 

Blíðar heilsanir

Flokslærararnir

Lesing og lesimappan í 2. flokki

Flogbørn mánadagin 19. mars

Foreldraviðtalur mars

112 dagaveitslan

Frídagar í novembur

Góðu foreldur og avvarðandi


Týsdagin 7.november hava allir næmingar Eysturskúlans frí. Hetta er í samband við eina ráðstevnu, sum Mentamálaráðið skipar fyri. Ráðstevnan kallast: "Mennandi samstarv um framtíðarskúlan"
Frítíðarskúlin er opin frá kl. 8.00 og allan dagin, fyri næmingunum í 1. og 2. flokki.


Seinni í november, hósdagin 16. og fríggjadagin 17., er eisini broyting í tímatalvuni. Tá skipar Eysturskúlin fyri ráðleggingardøgum. Hósdagin fáa næmingarnir frí klokkan 11.30 og fríggjadagurin er frídagur.
Hósdagin kemur frítíðarskúlin eftir næmingunum. Tit frætta nærri um, hvussu verður við fríggjadegnum.

Vitja av løgregluni

Í dag hava vit havt vitja av løgreglukvinnuni Lindu, sum greiddi frá um ferðslu.

Meginreglur Eysturskúlans til hoyringar


Góðu foreldur og avvarðandi
Á leinkjuni niðanfyri finna tit meginreglur Eysturskúlans. Tær eru lagdar út til hoyringar og tit eru vælkomin at gera viðmerkingar. Vinarliga sendið viðmerkingarnar til eys@skulin.fo
Freistin at senda viðmerkingarnar, er mánadagin 20.november 2017.


Sí leinkju:
http://www.eysturskulin.fo/?p=newsarticle&NewsarticleId=170

 

 

 

 

 

Viðtalur heystið 2017. Børnini skulu við.

Hey tit foreldur!

Í sambandi við leikin, ið børnini skulu framføra týskvøldið, fara vit, foreldraumboð, at skipa fyri hugna innan. Leikurin byrjar kl. 19:00, men møtast vit kl. 18:00 til eina felagsmáltíð í flokshølinum. Hugnin er ætlaður foreldrum/ avvarandi og systkin.

Talan er um eitt samanskotsgildið, har øll skulu taka okkurt við. Tað kann t.d. vera smurt breyð, salat, pasta, frikadellur, pylsubreyð o.l.

Har afturat skulu allar genturnar hava eina kannu av te við, og dreingirnir eina kannu av kaffi við.

Foreldraumboðini taka kaku, mjólk og saft við.

Fyri at sleppa undan óneyðugum burturkasti ;-) fara vit ikki at keypa eingangs tallerkar, koppar og bestik. Havið tí hetta við til tykkara familju.

Síggjast :-)

 

Vinaliga

Foreldraolkurin í 2.flokki.

Fnat

Góðu foreldur

Vit vilja kunna tykkum um, at 'fnat' gongur í innskúlingini. Er illgruni um 'fnat' hjá tykkara barni, er týdningarmikið at koma í viðgerð beinanvegin. Her er viðfest ein leinkja.

https://www.netdoktor.dk/sygdomme/fakta/fnat.htm

Vælkomin aftur í skúla

Ítróttadagar

107 dagaveitsla

Matarlisti

Skúlatelving

Góðu foreldur.

Sum nakað nýtt, verður talv ein partur av støddfrøðiundirvísingini í innskúlingini í Eysturskúlanum frá nú av og fram til í summar. Skúlatelvingin verður partur av undirvísingini ein skúlatíma eina ferð um vikuna. Hetta kann tó verða eitt sindur skiftandi.

Kanningar vísa, at telving styrkir støddfrøðiligu evni næminganna, konsentratiónina og logiska hugsan. Eisini læra børnini at vísa tolsemi og virðing fyri hvør øðrum.

Tað er Helgi Dam Ziska, sum hevur ment undirvísingarætlan og uppgávur í hesum sambandi. Hetta er ein royndarætlan, sum fyrst verður roynd í nøkrum skúlum í Havn, við víðari ætlan um, at skúlatelving skal blíva ein fastur partur av undirvísingini í fólkaskúlanum.

Við vón um góða undirtøku.

Innskúlingin í Eysturskúlanum.

Vestar og taskuendurskin       

í gjár (30/11) fingu børnini vestar og taskuendurskin frá Ferðslutrygd. Vit hava prátað eitt sindur um ferðslu og týdningin um at brúka endurskin.

Gott hevði verið, um tit settu navn á endurskinini hjá børnunum, so tey ikki verða burtur. 

 

Faldari um lús

Kunning til foreldur ! Hesa árstíðina, eru lús ein plága. Næmingar í skúlanum hava fingið staðfest lús og tí mugu ØLL børn verða kannað av foreldrunum. Hevur barnið lús, er sera umráðandi at næmingurin fær viðgerð, áðrenn farið verður aftur í skúla. Sí faldaran frá heilsusystrini !

Frávera

Um barnið er sjúkt, ella ikki kann koma í skúla onkran dagin, so hevði verið gott, um tit boðaðu frá, við at senda eini sms boð til Annu tlf. 59 55 11

Súkkluhjálmar frá Ferðslutrygd

Børnini hava í dag fingið ein súkkluhjálm heim við. Hetta er ein gáva sum Ferðslutrygd gevur øllum næmingum sum byrja í 1. flokki.

 

Skúlabyrjan

Góðu foreldur!

Nú hava tykkara fittu og røsku børn gingið í eina góða viku í skúla. Tað hevur gingið væl - tey eru ágrýtin og dugnalig.

Vit hava broytt plássini hjá børnunum, nú sita øll í einari stovu og tey hava skift síðumann - tit kunnu fyrireika tey til hetta. :)

Vit hava skilt at teldupostadressurnar hjá Annu og Guðrun ikki virka - Tær nýggju teldrupostadressurnar er:

Anna Herup Høgnesen - anna.herup.hoegnesen@skulin.fo

Guðrun Kerá - gj1602u6@skulin.fo

 

Felagsforeldrafundur verður 8. september. Tit frætta aftur.