Tíðindi úr eysturskúlanum

Ókeypis fyrilestur um skíggjaráðini

06/05/2023

Nú verður høvið hjá foreldrum, lærarum, námsfrøðingum og øðrum áhugaðum at hoyra vælumtókta fyrilesturin um skíggjaráð og hvussu skíggjanýtsla ávirkar okkum øll – ikki minst børn og ung. Fyrilesturin verður í Eysturskúlanum týskvøldið 16. mei 2023, klokkan 19.

Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um skíggjar í miðlunum bæði her heima og uttanlands. Í Føroyum hava vit skíggjaráð, sum foreldur og onnur áhugað kunnu hella seg til. Hesi skíggjaráð taka støðið í gransking. Í fyrilestrinum verður m.a. komið inn á hesi evni: Hvussu ávirkar skíggjanýtsla (mál)menning og uppmerksemi, hvussu verjir man børn móti bundinskapi og óhóskandi tilfari m.a. harðskapi og porno, hvussu við sosialum miðlum og sálarheilsu, og hvussu við snildfonum í skúla? Á fyrilestrinum fær tú, upp á stutta tíð, eitt gott innlit í hetta sera samansetta økið.

 

Tað er Gitte Klein, løggildur sálarfrøðingur, ið heldur fyrilesturin. Gitte hevur verið við til at gera skíggjaráðini hjá Fólkaheilsuráðnum.

 

Seinastu tíðindi
23/05/2023
Námsfrøð­ingur/­námsfrøði­ligur stuðul til Serflokkin í Eystur­skúla­num skúlaárið 2023/­24
Søkt verður eftir námsfrøðingi/námsfrøðiligum stuðli í tíðaravmarkað starv frá 1. august 2023 til 31. juli. 2024.
22/05/2023
Spælilið­ini fingu prógv í dag
Í dag var hátíðarløta, tá spæliliðini í skúlunum í Tórshavnar Kommunu, fingu prógv handað.  Her er brot úr røðuni hjá borgarstjór…
17/05/2023
Seinasti skúladagur hjá 9.flokkunum
Í dag var undirhald fyri allar pengarnar! Hetta er seinasti skúladagurin hjá 9.flokkunum og sum vanligt undirhildu næmingarnir í s…
15/05/2023
Próvtøkan 2023 hjá 9.flokkunum og Nám X
Próvtøkurnar hjá 9.flokkunum byrja mánadagin 22.mai. Próvtøkan er í fimleikahøllini, E1 og E2. Næmingarnir møta kl. 8.00. Gevið gæ…
13/05/2023
Leys størv í Eystur­skúla­num skúlaárið 2023/­24
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2023  3 lærarar í fast starv. 1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2023/24 ve…
12/05/2023
8. S hittir NASA austronaut
Hósdagin seinnapartin var forkunnugt tiltak í Kongshøll á Vestara bryggju, kallað “Sikta eftir stjørnunum”. Science og innovatións…
12/05/2023
Seinasti breytardagur
Í dag, seinasta breytardag í NámX, fór ferðavinnubreytin upp á Kongavarðar. Veðrið var av tí allarbesta og lagið gott. Hesi vóru s…
12/05/2023
Ukraiinsku næmingar­nir vitja borgar­stjóran
Í morgun hava okkara ukraiinsku næmingar vitja borgarstjóran. Tórshavnar Kommuna hevur lagt hetta á heimasíðu teirra:  https://ww…
12/05/2023
Varaskúla­stjóri settur
Eysturskúlin hevur fingið nýggjan varaskúlastjóra.Joan Samuelsen, sum hevur røkt starvið sum varaskúlastjóri saman við Bjarna Djur…
08/05/2023
Prógvhandanin 19.juni
Prógvhandanin hjá 9.flokkunum og Nám X verður mánadagin 19.juni. Hjá 9.flokkunum er tað kl. 15.00 og hjá Nám X kl. 17.00.
02/05/2023
Á Trælanípuni og við Bøsdalafoss
Ítróttarbreytin skuldi gongutúr niðan á Slættaratind í morgun, men av tí at har var kavi, valdu tey at fara eina aðra leið. Tey fó…
23/05/2023
Námsfrøð­ingur/­námsfrøði­ligur stuðul til Serflokkin í Eystur­skúla­num skúlaárið 2023/­24
Søkt verður eftir námsfrøðingi/námsfrøðiligum stuðli í tíðaravmarkað starv frá 1. august 2023 til 31. juli. 2024.
22/05/2023
Spælilið­ini fingu prógv í dag
Í dag var hátíðarløta, tá spæliliðini í skúlunum í Tórshavnar Kommunu, fingu prógv handað.  Her er brot úr røðuni hjá borgarstjór…
17/05/2023
Seinasti skúladagur hjá 9.flokkunum
Í dag var undirhald fyri allar pengarnar! Hetta er seinasti skúladagurin hjá 9.flokkunum og sum vanligt undirhildu næmingarnir í s…