Tíðindi úr eysturskúlanum

Tíðindaskriv um skúla FM

11/03/2025

VINNARIN AV SKÚLAFM 2025 GJØRDIST BÓLKURIN BYGD OG BÝ


SkúlaFM er árliga kappingin, ið Íverksetarahúsið skipar fyri, har skúlanæmingar í
framhaldsdeildunum kring alt landið, kappast í íverksetan. Finalan var í dag í Høllini á
Giljanesi.


“Gjøgnumhugsað – aktuelt – lærandi – inkluderandi gjøgnum spæl – spennandi – enskur tekstur
til tilflytarar – søga, landalæra og sagnir flættaðar í spæl – flott prototypa”, so greið vóru
skotsmálini, sum dómarnir góvu vinnarunum Bygd og bý, tá tey í dag vunnu SkúlaFM 2025.
Bólkurin Bygd og bý høvdu eitt hugskot til eitt spæl, sum skal menna føroyska mentan, við at
læra um mál, søgur og sagnir. Tey hildu at tey føroysku børnini vita ov lítið um føroyskar søgur
og sagnir, og tí vildu tey gera okkurt við hendan trupulleikan.


Bólkurin, Bygd og bý, eru úr 9. flokki í Eysturskúlanum og stovnararnir eru; Anna Helena,
Signa, Bjalla og Fía.


Tær siga; “Vit hava gjørt eitt borðspæl, sum eitur Bygd til Bý. Okkara hugskot hevur til endamáls
at læra fólk um føroyska søgu, mentan og landalæru”.


Nummar tvey gjørdist Aurum frá Skúlanum við Løkin og Tofta Skúla. Eisini tey fingu sera góð
skotsmál frá dómarunum, fyri teirra hugskot, sum var at gera ullhelsir, sum eru stuttfluttar
og gjørdar úr 100% ull.


Nummar trý gjørdist ECOOP frá NámX, ið hevði ment prýðislutur úr endurnýttum tilfari.
Vinnandi bólkur fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level
kappingini í Danmark. Hendan kappingin verður í Kolding 25. apríl.


Betri Banki og Føroyar Tele góvu 5.000,- kr. hvør til vinnandi bólkin. Nummar tvey og trý fingu
somuleiðis vinning á ávíkavist 1.500,- kr. og 1.000,- kr.


Í ár vóru 9. bólkar við í finaluni, sum hesaferð varð hildin í høllini á Giljanesi.
Dómarnir vístu á, at tað var sera torført at taka dagar ímillum luttakandi bólkarnar, tey vóru
á einum máli um, at øll hugskotini gott kunnu førast út í lívið. Støðið var óvanliga høgt.
Harafturat vístu dómarnir á, at støðið tykist at hækka fyri hvørt ár.
Í dómsnevndini sótu; Sjúrður Poulsen frá Betri Banka, Lív Egilsdóttir Olsen frá Føroya Tele og
Høgni Warberg, fulltrúi í barna- og útbúgvingarmálaráðnum.


Íverksetarahúsið takkar fyri dagin og vit gleða okkum til SkúlaFM finaluna 2026.

 

Seinastu tíðindi
21/05/2026
Størv í Eystur­skúla­num 2026/­27
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2026 í Eysturskúlanum   5 føst størv við setan frá 1. august 2026. Setanarbrot…
13/05/2026
Næmingar­nir vunnu fótbóltsdystin!!
Næmingarnir vunnu! Eftir ein sera javnan fótboltsdyst millum lærarar og 9.floksnæmingar, mátti ein avgerandi VAR-dómur til fyri a…
06/05/2026
4.a í Oyndafirði
4.a er á seturskúla og tey eru farin til Oyndafjarðar. Tey hava vitjað smoltstøðina hjá Mowi, sum er á Hellunum, vassa, siglt í b…
29/04/2026
Hósdagur 30.04.26 er frídagur
Vit skulu minna á, at hósdagin 30.apríl er frídagur og øll hava fri. Hetta er annar av frídøgunum, skúlin kann ráða yvir og hesa…
22/04/2026
SO VUNNU VIT AFTUR!
Okkara 5.flokkur vann ársins Vitanarfróða fyri miðdeildina.  Tey arbeiddu við spurdóminum: Hvørja ávirkan hava svøvnur og morgun…
21/04/2026
SjóGló vann!!
Íverksetarabólkurin í 9.flokki í Eysturskúlanum og sum fyrr í ár vann FM í íverksetan og harvið sluppu víðari at kappast í Danmark…
20/04/2026
Nám X er í Berlin
Meðan Nám X´ arar eru í Berlin, ber til at fylgja við á Faceboosíðuni hjá Nám X. Har leggja vit myndir út hvønn dag.  Leinki er h…
26/03/2026
3.flokkur á vali
3.fl. var á valstaðnum í høllini á Hálsi og blivu sera væl móttikin har. Tey fingu bomm og sera góða frágreiðing um tað at fara á…
24/03/2026
Bókaklubbur í 4.flokki
Í 4.flokki hava tey bókaklubba. Tey siga soleiðis: "Vit hava lisið Í rósunnar miðju. Prátaðu og hugnaðu okkum í ein tíma ella so…
24/03/2026
Hvørja rás skal eg velja í 7.flokki?
Her er framløgan, sum var víst til felagsforeldrafundin hjá 6.flokkunum:    Framløga um Science og innovatións rásina í Eystursk…
18/03/2026
Hjartaliga til lukku Johann
Í Odense í dag, fekk Jóhann virðisløn. Vit øll í Eysturskúlanum fegnast og ynskja honum hjartaliga til lukku við prísinum.  Her k…
05/03/2026
Vinnarin av SkúlaFM 2026 gjørdist Sjógló úr Eystur­skúlanum
Verkætlanin sameinir nýskapan, burðardygd og føroyskt tilfeingi. Hugskotið er at gagnnýta føroyska rávøru og menna hana til eina n…
21/05/2026
Størv í Eystur­skúla­num 2026/­27
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2026 í Eysturskúlanum   5 føst størv við setan frá 1. august 2026. Setanarbrot…
13/05/2026
Næmingar­nir vunnu fótbóltsdystin!!
Næmingarnir vunnu! Eftir ein sera javnan fótboltsdyst millum lærarar og 9.floksnæmingar, mátti ein avgerandi VAR-dómur til fyri a…
06/05/2026
4.a í Oyndafirði
4.a er á seturskúla og tey eru farin til Oyndafjarðar. Tey hava vitjað smoltstøðina hjá Mowi, sum er á Hellunum, vassa, siglt í b…