Tíðindi úr eysturskúlanum

Námsfrøðingur/námsfrøðiligur stuðul til Serflokkin í Eysturskúlanum skúlaárið 2023/24

23/05/2023

Søkt verður eftir námsfrøðingi/námsfrøðiligum stuðli í tíðaravmarkað starv frá 1. august 2023 til 31. juli. 2024.

Um skúlatilboðið

Lonin er eitt serflokkatilboð, sum heldur til í Lonunum í Hoydølum.

Til dagligt arbeiða tveir lærarar og tveir námsfrøðingar í Lonini. Komandi skúlaár fara at ganga umleið 13 næmingar í 1.-3. flokki. Broytingar og tillagingar kunnu koma fyri.

Endamálið við serflokkinum er av veita eitt samansett námsfrøðiligt skúlatilboð, har næmingar fáa undirvísing og samstundis mennast persónliga við námsfrøðiligum stuðli. Endamálið er, at næmingurin kann megna at fara í vanligan flokk í fólkaskúlanum. Arbeitt verður út frá einstaklinga læruætlanum, har hvør skúladagur er skipaður við atliti til menningina hjá næminginum. Uppgávan er eisini at integrera næmingarnar í serflokkatilboðnum í skúlaflokkarnar í Eysturskúlanum, har tað ber til.

Vit vilja stimbra áræðið hjá okkara næmingum, so teir megna tær avbjóðingar, teir møta í samfelagnum og í framtíðini.

Vit vænta, at tú dugir at samstarva og vera fyrikomandi. Vera fús/ur at taka á teg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru í gerandisdegnum í skúlanum og áhaldandi ert við til at menna skúlatilboðið. Tú ert stundvís/ur og røkin og sært virðið í felagsskapinum. Tú skalt saman við toyminum duga at skipa dagin og planleggja arbeiðið fyri næmingin og motivera næmingin í arbeiðinum. Øll undirvísing er lagað til einkulta næmingin.

Førleikakrøv

Serflokkatilboðið hevur tørv á einum starvsfólki, sum er arbeiðshugað/ur, nærlagdur, tekur ábyrgd, samstarvshugaður, leggur dent á felagsskapin og kann taka undir við og geva sítt ískoyti til tilgongdina, ið løgd er til rættis.

Tú skalt hava útbúgving sum námsfrøðingur. Tað kann vera ein fyrimunur at hava starvsroyndir við børnum við menningarórógvi og líknandi avbjóðingum.

Lønar- og setanartreytir

Starvsøkið er Eysturskúlin við atknýttum sertilboði við starvsstaði í Serflokkinum í Lonini í Hoydølum. Setanarbrotið er 0,85 svarandi til 1530 árstímar.

Starvið sum námsfrøðingur er sáttmálasett, og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Umsóknir

Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum ummælum og játtilsi um at barnaváttan kann innheintast, skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 5. juni 2023 kl. 13.00. Umsóknir verða sendar til:

 

Eysturskúlin

Tórgarðsgøta 17

FO 100 Tórshavn

Ella í teldubrævi til: eydna.magnussen@skulin.fo

Nærri fæst at vita um skúlan, serflokkin og starvið á heimasíðu okkara og við at venda sær til skúlastjóran, Eyðnu Magnussen tlf. 214755

 

Í Eysturskúlanum ganga skúlaárið 2023/24 umleið 570 næmingar í 1.-10.flokki.

Í skúlanum arbeiða 65-70 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, skrivari, reingerðarfólk, heilsufrøðingur og húsavørðar.

Vit leggja vit dent á:

At arbeiða í einum professionellum lærandi felagsskapi, PLF toymum

At arbeiða innovativt

At tollyndi og trivnaður er grundleggjandi fyri alt okkara virksemi

At menna og geva sítt íkast til týdningamikla felagsskapin.

Seinastu tíðindi
29/04/2025
Tær blivu nummar 3
Røsku genturnar í 9.flokki luttóku í DM í íverksetan. Tær blivu nummar trý við borðspælinum "Bygd til bý" Her er meira at lesa um…
25/04/2025
ALLARBESTU EYDNU Í KAPPINGINI
Tað er til kappingina NextLevel, har fólkaskúlanæmingar úr 8.-10.flokki, úr øllum Danmark, Grønlandi og Føroyum, kappast um at vin…
23/04/2025
Eystur­skúlin fingið nýtt búmerki
Í samband við at tað eru 45 ár síðani Eysturskúlin varð vígdur, var opið hús í dag, 23.apríl.  Dagurin byrjaði við morgunsangi, h…
12/04/2025
Størv at seta skúlaárið 2025/­2026
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2025 í Eysturskúlanum 4 lærarar í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2025/26 fyri lær…
11/04/2025
23.apríl frá kl. 9.45 bjóða vit øllum áhugaðum í føðingardag í Eystur­skúla­num.
Næmingar og starvsfólk hava arbeitt av kraft fyri, at vitjandi skulu hava ymiskt at hyggja at og lurta eftir. Henda dagin, 23.apr…
09/04/2025
Ferð í fótasporum Beintu
Ferð í fótasporum Beintu. Eftir at næmingarnir á føroysku lærugreinini í Námi X hava lisið søgnina Illa-Beinta, hava tey í dag vi…
01/04/2025
Íverksetanarbreytin á virkisvitjanum
Eftir at hava vitja á Tinganesi gekk leiðin í Vágsbotn og út á Skálatrøð. Heini Lützen greiddi frá um Lützen fyritøkurnar, og vit…
26/03/2025
Evnisvika - 80´ini
Hesa vikuna er evnisvika í skúlanum og allir næmingar og lærarar eru í gongd við tey spennandi 80´ini.  Myndir frá grunddeildini…
25/03/2025
So vunnu vit aftur!
Til talvkappingina í dag, hevði Eysturskúlin 4 lið við, og tað vildi so væl, at vit fingu silvur og harvið eisini eitt finalupláss…
25/03/2025
Pangea støddfrøðikappingin 2025
Vit endurgeva hetta, sum liggur á Facebooksíðuni hjá Pangea: Vinnarar av Pangea støddfrøðikappingini 2025 vóru hesi. Nevndin í P…
11/03/2025
Tíðindaskriv um skúla FM
VINNARIN AV SKÚLAFM 2025 GJØRDIST BÓLKURIN BYGD OG BÝ SkúlaFM er árliga kappingin, ið Íverksetarahúsið skipar fyri, har skúlanæmi…
07/02/2025
Kunnandi fundur fyri 6. flokkarnar
Kunnandi fundur um 7.flokkarnar í Eysturskúlanum komandi skúlaár verður týskvøldið 4.mars kl. 19.00. Kunningarfundurin er í sk…
29/04/2025
Tær blivu nummar 3
Røsku genturnar í 9.flokki luttóku í DM í íverksetan. Tær blivu nummar trý við borðspælinum "Bygd til bý" Her er meira at lesa um…
25/04/2025
ALLARBESTU EYDNU Í KAPPINGINI
Tað er til kappingina NextLevel, har fólkaskúlanæmingar úr 8.-10.flokki, úr øllum Danmark, Grønlandi og Føroyum, kappast um at vin…
23/04/2025
Eystur­skúlin fingið nýtt búmerki
Í samband við at tað eru 45 ár síðani Eysturskúlin varð vígdur, var opið hús í dag, 23.apríl.  Dagurin byrjaði við morgunsangi, h…