
Evnisvika og stuðulstiltak í miðdeildini í viku 24
Góðu foreldur, avvarðandi og kenningar!
Dagarnar 13., 14., 15. og 16. juni hevur miðdeildin (4., 5. og 6. fl.) stuðulstiltak í Eysturskúlanum. Hetta er í sama anda sum tað, sum miðdeildin gjørdi í fjør.
Høvuðsendamálið við tiltakinum er:
· at savna inn pening til Barnadeildina á LS.
· at kunna næmingarnar um ymiskleikan - tað, at nøkur hava avbjóðingar í gerandisdegnum.
· at næmingarnir fáa kensluna av, at teir gera nakað gott fyri seg sjálvan og onnur.
· at næmingarnir verða upplýstir um sjúkur og avbjóðingar, sum bæði børn og vaksin hava. Somuleiðis verða næmingarnir upplýstir um støðuna hjá avvarðandi hjá børnum við sjúku og avbjóðingum.
· Dannilsi – at tilvitið hjá næmingunum verður hvest.
Næmingar gera:
· Pylsubreyð, smákøkur og bomm, sum vit ætla at selja fríggjadagin, tá ið vit bjóða øllum vælkomnum framvið.
· Venja sang, sum verður framførdur fríggjadagin kl. 12:10, har øll eru vælkomin at lurta.
Til tykkum foreldur/avvarðandi (ommur, abbar, trímenningar, nábúgvar, mostrar, vinir...)
Gleðiligt hevði verið, um tit kundu komið framvið og stuðlað tiltakinum fríggjadagin millum kl. 09:30 til 12:30. Møguligt er at keypa sær ein kaffimunn við onkrum leskiligum afturvið fyri ein bíligan penga. Ein bússa stendur á borðinum, har møguleiki er fyri stuðla við nøkrum eyka krónum. Minnist til reiðan pening.
G.G.: Næmingar kunnu bert keypa fyri 20,- í part av bommum og køkum. Hetta, tí vit ynskja, at øll kunnu fáa møguleikan at royna leskiligu bommini og køkurnar.
Kórsangurin hjá næmingunum verður kl. 12:10.
Næmingarnir vilja fegnir stuðla Barnadeildini á LS, og teir fara tískil at gera nógv burturúr.
Vinaliga,
Næmingar og lærarar í miðdeildini í Eysturskúlanum


