Heima: Lesið fyrisøgnina
Í skúlanum: Tit finna fram til ymiskar keypslýsingar, sum tit halda eru fangandi.
Kervi +
Góðu foreldur og avvarðandi
Eysturskúlin verður framyvir fevndur av einari nýggjari skrásetingarskipan.
Kervi+ er nýggj lestrarfyrisitingarskipan hjá føroyska undirvísingarverkinum; tað er Undirvísingarstýrið, sum hevur ment hesa skipanina.
Skipanin er nú klár at seta í verk, so vit í Eysturskúlanum - eins og allir fólka- og miðnámsskúlar í landinum - fara at flyta okkara skrásetingarvirksemi inn í Kervi+.
Fyri tykkum foreldur og avvarðandi merkir hetta, at tit, sum frálíður, ikki longur fara at síggja tímatalvur, vikuætlanir og felags floksboð (sum t.d. tílíkt skriv sum hetta) á heimasíðuni www.eysturskulin.fo
Í Kervi+ liggur alt hetta aftanfyri eina innritan. Í fyrstu syftu er tað bara innritanarlykilin hjá næminginum, sum er virkin. Tí mugu tit rita inn við brúkaranum hjá tykkara barni. Hetta er sami brúkari og loyniorð, sum barn tykkara ritar inn á sína skúlateldu við.
Seinni í ár fer at bera til hjá tykkum foreldrum at rita inn við Vanganum. Henda funkan er ikki tøk enn, men gongur alt væl, so verður hon tøk í oktober.
Tá ið tit rita inn við brúkaranum hjá barninum, síggja tit tímatalvu, vikuætlan og uppmøting hjá barninum. Uppmøtingin er nýggj funka, so til ber hjá tykkum at síggja fráveruskrásetingina hjá barninum sama dag.
Vit í Eysturskúlanum hava valt at flyta eina deild í senn inn í Kervi+.
Hádeildin flytir inn í Kervi+ www.kervipluss.fo frá týsdegnum 22.september 2026.
Eftir hesa dagfesting koma øll boð, frávera og møguligir vikarar í flokkunum at verða sjónlig har.
Øll byrjan er trilvandi, tí skipanin umfatar nógv fólk, men vit fara at gera alt fyri at flytingin verður smidlig, trygg og góð.
Vit vóna, at tit taka væl ímóti nýggu skipanini og fara at verða virkin har, eins og tit hava verið á flokssíðunum á heimasíðuni www.eysturskulin.fo
Blíðar heilsanir
Eyðna Magnussen, skúlastjóri
Myndatøka í Eysturskúlanum
Nú fara vit aftur at taka skúlamyndir av næmingunum í Eysturskúlanum.
Týsdagin 8.september koma fólk úr “Fotostudio” at taka næminga- og floksmyndir í 1., 4., 6. og 7. flokki. Vilja aðrir flokkar taka myndir, ber tað sjálvandi eisini til.
Tit kunnu velja millum hesar myndapakkar, sum eru niðanfyri.
Setið kross við tykkara ynski:
Floksmynd og næmingamyndir 300,- kr
Systkinamynd (eingin floksmynd) 300.- kr
Floksmynd 100,- kr
Navn
Flokkur
Upphæddin kann flytast á konto: 6460-549.388.0 í Føroya Banka.
Eisini ber til at lata skrivstovuni pengarnar.
Seðilin skal latast skrivstovuni ella flokslæraranum.
Goldið skal vera, áðrenn myndirnar verða útflýggjaðar.
Góðu foreldur
Nú fara vit á setursskúla. Vit fara til Runavíkar hósdagin 3.sep. og koma aftur til Havnar fríggjadagin 4.sep. Vit gista í skótahúsinum við Løkin.
At hava við: 200 kr fyri mat (skal latast flokslæraranum sum skjótast),
- soviposa, kodda, tvey løk (krav frá skótahúsinum)
- lummalykt og kikara (um møguligt)
Annars alt tað vanliga:
- Náttklæði, skiftiklæði og heit klæði.
- Inniskógvar ella heitar hosur at ganga inni í.
- Handklæði, tannbust o.a.
- Havið eisini vatndunk, lítla tasku og stivlar ella eyka skógvar við.
- Gott, um onkur tekur kort, borðspøl og bóltar við eisini.
Matur: Havið matpakka við til at eta hósdagin á middegi. Vit vænta, at øll hava etið ein góðan morgunmat áðrenn fráferð.
Tað er IKKI loyvt at hava telefonir/teldur/teldlar við. Lærararnir hava telefon, um okkurt skuldi borist á.
Fráferð: Bussurin fer úr Eysturskúlanum hósdagin 3.sep. kl 9.00. Øll møta í seinasta lagi kl. 8.30.
Aftur í Havn: Vit eru aftur í Eysturskúlanum fríggjadagin 4.sep. uml. kl. 13.00.
Vit gleða okkum!
Johann, tel. 262974, Rannvá, tel. 224657 og Aage, tel. 581256
Felags foreldrafundur
Góðu foreldur í hádeildini í Eysturskúlanum
Felags foreldrafundur verður týsdagin 1. septembur klokkan 17.00.
Vit øll hittast í d-lonini til eina felags kunning, og síðani fara vit inn í flokshølini saman við flokslæraranum.
Flokstoymið í 8.flokkunum
Góðu foreldur í 7.H
Viðtalurnar verða mánadagin 23.03 kl.14.00 og mikudagin 25.03 kl.15.00. Um ikki ber til at koma ásettu tíðina, kunnu tit býta um við onkran annan. Umráðandi er, at næmingurin er við til viðtalurnar.
Á viðtaluni verða Aage, Johann og Rachel.
Mánadagin 23.mars Kl.14.00
Kl.14.00 Zsófia
Kl.14.15 Hanna
Kl.14.30 Brynja
Kl.14.45 Olivia
Kl.15.00 Lý
Kl.15.15 Ronja
Kl.15.30 Silja
Kl.15.45 Mona Lea
Kl.16.00 Gunnhild
Mikudagin 25.mars kl.15.00
Kl.15.00 Sesilia
Kl.15.15 Sonja
Kl.15.30 Alda
Kl.15.45 Lea
Kl.16.00 Halla
Kl.16.15 Sára
Kl.16.30 Natalie
Kl.16.45 Marthena
Við flokslærarakvøðu
Aage, teldupostur: aage.nybo@skulin.fo ella tlf. 581256
Hugnaløta í stovuni mikudagin 28.jan. kl.17.00
Vit ynskja at bjóða tykkum foreldrum og systkjum til eitt hugnakvøld mikukvøldið 28.01.26 kl. 17.00-19.00.
Onkur av næmingunum hevur spurt, um ommur og abbar kunnu koma við, og tey eru eisini vælkomin.
Vit fara at eta eina máltíð saman; hvør familja tekur á leið ta mongdina av mati við, sum tey sjálvi eta. Hugskot til matna eru smurt breyð, pylsubreyð, pitsasniglar o.s.fr.
Vit gera te, kaffi og bjóða saft.
Næmingarnir fara at vísa tykkum, hvussu vit hava arbeitt við Narnia, og hvat tey m.a. hava fingið burturúr.
Vinaliga sigið frá, um ikki liggur fyri at koma. Gott er, um allir næmingar eru umboðaðir.
Vinaliga toymið – Rachel – Aage og Johann
Góðu foreldur
Viðtalurnar í 7.h verða hósdagin 13.novembur kl.14.00.
Um ikki ber til at koma ásettu tíðina, kunnu tit býta um við onkran annan.
Á viðtaluni verða Aage, Johann og Rachel.
Kl.14.00 Zsófia
Kl.14.15 Hanna
Kl.14.30 Brynja
Kl.14.45 Olivia
Kl.15.00 Lý
Kl.15.15 Ronja
Kl.15.30 Silja
Kl.15.45 Mona Lea
Kl.16.00 Gunnhild
Kl.16.15 Sesilia
Kl.16.30 Sára
Kl.16.45 Alda
Kl.17.00 Lea
Kl.17.15 Halla
Kl.17.30 Sonja
Kl.17.45 Natalie
Kl.18.00 Marthena
Við flokslærarakvøðu
Aage, teldupostur: aage.nybo@skulin.fo ella tlf. 581256