Boðklivin hjá 8.n

Felags foreldrafundur

Góðu foreldur í hádeildini í Eysturskúlanum

 

Felags foreldrafundur verður týsdagin 1. september klokkan 17.00. Vit øll hittast í d-lonini til eina felags kunning, og síðani fara vit inn í flokshølini saman við flokslæraranum.

 

Blíðar heilsanir

Stórtoymið í hádeildini

Køkulisti hjá 8.n í sambandi við floksins tíma, sum er hvønn týsdag:

Týsdagin 25. august: Artur og Noah

Týsdagin 1. september: Klara og Tóra Bjørk

Týsdagin 8. september: Heidi og Liljan

Týsdagin 15. september: Jóhannes og Silas

Týsdagin 22. september: Naomi og Hanna Rósa

Týsdagin 29. september: Jens Erik og Magnus

Týsdagin 6. oktober: Tita og Lilja

Týsdagin 20. oktober: Jóan Magnus og Bárður

Týsdagin 27. oktober: Heini og Benjamin

Týsdagin 3. november: Brandon og Rólvur

Týsdagin 10. november: Suffía og Aria

Ferðslan

Ein áheitan frá Skúlastýrinum til tykkum, góðu foreldur!

Arbeitt hevur verið í áravís fyri at fáa ferðsluviðurskiftini rundanum skúlan tryggari. Tað hevur hepnast væl, men enn parkera bilar í vegjaðaranum uttanfyri Lítlagarð. Hetta er ikki trygt, tí børnini síggjast ikki so væl, sum tey eiga, tá ið tey ganga ímillum bilarnar. Framvið vegnum - við Lítlagarð, er av og á skipan galdandi. Tað merkir, at bilførarin er í bilinum, steðgar á, setir barnið av og koyrir avstað. Ætlar man sær inn í skúlan við barninum, skal man seta bilin frá sær omanfyri spæliplássið! 

Eitt annað er stóra p-plássið við høvuðsinngongdina í Eysturskúlan.

- Setið næmingarnar av við vegjaðaran í Tórgarðsgøtu og ikki koyra inn á p-plássið. Tað kemur alt ov ofta fyri, at lærarar ikki fáa sett bilin frá sær, tá ið teir koma til arbeiðis, tí p-plássið er fult av bilum, sum seta børn av.

Tað er týdningamikið at galdandi leiðreglur um parkering og av og á skipan (kiss&goodbye) verða fylgdar, so skúlavegurin hjá tínum barni er so trygg sum gjørligt!

Blíðar heilsanir

Skúlastýrið

Arnhild (forkv.), Birita (foreldraum.), Rókur (foreldraum.), Guttormur (TK), Annfinn (TK) og Lív (starvsfólkaum.)