Tekningarseðil til skúlamjólk
- Skúlamjólk tekningarseðil 2025-26.doc (50.00 KB)
Bólkarnir í H&L
Handaverk og List er býtt upp í trý; køkur, evning og spøl. Vit hava blandað næmingar úr 4.a og 4.b í tríggjar bólkar. Hesir bólkarnar fara at skiftast um at hava hesar tríggjar lærugreinarnar fyrsta hálvárið, og teir verða galdandi í øllum førum fram til jólaferiuna. Niðanfyri síggja tit bólkarnar, og hvørjar lærugreinar bólkarnir skulu hava.
Bólkur A
Bjarti, Debora, Eyðbjørg, Hans David, Heini, Helena, Jóas, Nora, Nova, Thor, Tinna, Týr
Bólkur B
Aurora, Barbara Sól, Dánjal, Edvard H, Edvard S, Eiri, Ella, Heri, Johannes, Jústinus, Lisa, Luna Maria, Sarita
Bólkur C
Aleksandur, Anhelina, Birgir, Brandur, Derek, Eyðna, Ivan, Ludvík, Lukas, Mariia, Mikkjal, Neina
18/08 - 24/09
Bólkur A - Spøl Bólkur B - Evning Bólkur C - Køk
29/09 - 05/11
Bólkur A - Køk Bólkur B - Spøl Bólkur C - Evning
10/11 - 17/12
Bólkur A - Evning Bólkur B - Køk Bólkur C - Spøl

Góðu foreldur at børnum í 4.b
Vónandi hava tit og tykkara havt eina góða og gevandi summarfrítíð. Vit hava glett okkum at síggja fittu børn tykkara aftur eftir ein nýggjan summarsteðg.
Lærartoymið um flokkin í ár eru: Rachel, flokslærari, Árant, Símun og Elly.
Ein stór broyting í ár eru, at telefonir og ringiur eru ikki loyvd í skúlanum longur. Um telefonir eru frammi, verä hesar tiknar, og foreldur kunnu heinta tær hjá leiðsluni.
Ein onnur broyting er, at næmingarnir fara at fáa teldur til skúlabrúks. Hesar teldur skulu vera í skúlanum, og næmingarnir verða kunnaðir um, hvussu hesar skulu nýtast.
Vit fara at kalla inn til felags foreldrafund seinast í mánaðinum ella fyrst í september, og har vóna vit at síggja so mong foreldur sum møguligt, Nærri kunning um hetta kemur seinni.
Allar bøkur (ikki einnýtisbøkur) skulu bindast inn sum skjótast, og pennahúsin skal innhalda spískaðar blýantar, blýantspískara viskileður, litblýantar, límstift, saks og lineal. Gott hevði verið, um tit hjálpa børnunum at minnast hetta.
Við ynski um framhaldandi gott samastarv, læraratoymið í 4.b
Kunning um ferðsluna
- Ferðslan rundanum Eysturskúlan.docx (15.56 KB)