Ferðslan
Ein áheitan frá Skúlastýrinum til tykkum, góðu foreldur!
Arbeitt hevur verið í áravís fyri at fáa ferðsluviðurskiftini rundanum skúlan tryggari. Tað hevur hepnast væl, men enn parkera bilar í vegjaðaranum uttanfyri Lítlagarð. Hetta er ikki trygt, tí børnini síggjast ikki so væl, sum tey eiga, tá ið tey ganga ímillum bilarnar. Framvið vegnum - við Lítlagarð, er av og á skipan galdandi. Tað merkir, at bilførarin er í bilinum, steðgar á, setir barnið av og koyrir avstað. Ætlar man sær inn í skúlan við barninum, skal man seta bilin frá sær omanfyri spæliplássið!
Eitt annað er stóra p-plássið við høvuðsinngongdina í Eysturskúlan.
- Setið næmingarnar av við vegjaðaran í Tórgarðsgøtu og ikki koyra inn á p-plássið. Tað kemur alt ov ofta fyri, at lærarar ikki fáa sett bilin frá sær, tá ið teir koma til arbeiðis, tí p-plássið er fult av bilum, sum seta børn av.
Tað er týdningamikið at galdandi leiðreglur um parkering og av og á skipan (kiss&goodbye) verða fylgdar, so skúlavegurin hjá tínum barni er so trygg sum gjørligt!
Blíðar heilsanir
Skúlastýrið
Arnhild (forkv.), Birita (foreldraum.), Rókur (foreldraum.), Guttormur (TK), Annfinn (TK) og Lív (starvsfólkaum.)
SSP-felagsforeldrafundur 6. okt. 25 kl. 18-20
Seturskúli
- runavík.docx (15.43 KB)
Kalendarin 2025/26
- Eysturskúlin kalendari 2025 - 2026.xlsx (27.71 KB)
Myndatøka
- Myndatøka skjal 2.docx (66.98 KB)
Skúlamjólk
- Skúlamjólk tekningarseðil 2025-26.pdf (91.90 KB)
SSP-dagar
Viðtala 31. mars
- Foreldraviðtalur í 7.b.docx (15.75 KB)
Roynið nú!
Tilmeldingarskjal til 8.flokk:
Framløgurnar frá kunnandi fundinum 18.februar 2025
- Framløga um Science og innovatións rásina í Eysturskúlanum.pdf (2.16 MB)
- fundur um val til 8.flokk.pdf (924.60 KB)
Ljóðar ein Science- og innovatiónsrás spennandi?
Ella kanska ein Krea- og tøknirás?
Ella dámar tær best tað vanliga og kenda?
Kunnandi fundur um rásirnar og 8.flokkarnar í Eysturskúlanum komandi skúlaár verður týskvøldið 18.februar kl. 19.00. Kunningarfundurin er í skúlahøllini, og øll eru hjartaliga væl komin; næmingar, foreldur og onnur forvitin!
Vit fara at kunna um 8.flokkarnar, sum er:
- Almenn rás - 8. h - við vallærugreinum innan handverk, tónleik og ítrótt.
- Science og innovatiónsrás - 8.s, sum er eitt tilboð til teir næmingarnir, ið hava hug at arbeiða við náttúruvísindi á ein øðrvísi hátt, umframt innovatión og nýhugsan.
- Krea og tøknirás - 8.k, sum er eitt tilboð til teir næmingar, ið hava hug at arbeiða verkligt, umframt at hava innovatión og nýhugsan.
Kunning um ferðsluna
- Ferðslan rundanum Eysturskúlan.docx (15.56 KB)
Heystkonfirmatiónin í Havnar kirkju 2025
Í ár er heystkonfirmatiónin í Havnar kirkju 12. oktobur kl. 11.00.
Konfirmantaundirvísingin byrjar týsdagin 21. januar kl. 08.00 í Havnar kirkju.
Innskrivingarfundur verður í Havnar kirkju hóskvøldið 16. januar kl. 19.00. Fundurin er fyri foreldur og komandi konfirmantar. Hav kopi av dópsbrævinum við.
Um nakar hevur spurningar, ber til at venda sær til Steintóru G. Joensen, sóknarprest í Havnar kirkju á tlf. 237332 ella steintora@kirkjan.fo
Blíðar heilsur
Steintóra Gleðisheygg Joensen,
Sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi
Tlf.: +298 237332
Góðu foreldur - ein lítil áminning!
Skúlastýrisvalið er týsdagin 12.november, samstundis sum býráðsvalið. Skúlastýrisvalið fer fram í høllini á Hálsi, t.v.s. í sama høli sum kommunuvalið. Foreldur, ið hava foreldramynduleika hjá børnum, ið ganga í Eysturskúlanum, kunnu velja.
Foreldur, sum ikki hava høllina á Hálsi, sum sítt valstað, kunnu brævatkvøða í Eysturskúlanum fram til mánadagin 11.november kl. 15.00.
Foreldur, ið eiga børn, sum komandi skúlaár flyta í Eysturskúlan, hava eisini valrætt og kunnu brævatkvøða.
Hesi valevni bjóða seg fram at umboða foreldrini í skúlastýrinum komandi 4 árini:
Arnhild Schmidt
Birita B. Iversen
Ingibjørg Kristiansen
Rókur J. Jacobsen
Sigurð Ó. Vang
Tróndur H. Dalsgarð
Vinarliga
Eyðna Magnussen, skúlastjóri og forkvinna í valnevndini
Viðtala 14. november
- Foreldraviðtalur í 7.b.docx (14.94 KB)
Myndatøka
- Myndatøka.png (114.40 KB)
Fyrisøgn at lesa uppá til fríggjadagin 20.sept.
- Kræsin - fyrisøgn.docx (13.72 KB)
Kakulisti
- Kakulist 7.b.xlsx (12.39 KB)