Førleikastovan

Førleikastovan í Eysturskúlanum varð stovnað 2012. Í Førleikastovuni eru lærarar, ið hava tikið serútbúgving innan ávís øki. Leiðari er Petry Hádal Johansen, sum er serlærari, orðblindalærari og AKT-lærari. Sóleyð M. Gøthe Tausen er lesivegleiðari og arbeiðir sum orðblindalærari. Birna Berglind er støddfrøðivegleiði (er i farloyvi 2022-23) Fyri Birnu er Rebekka Vang. Heilsufrøðingurin og SSP-lærarin eru eisini knýtt at Førleikastovuni. 

Arbeiðið hjá Førleikastovuni er millum annað at ráðgeva lærarum og leiðslu, tá ið talan er um næmingar, ið hava tørv á serligari fyriskipan. Førleikastovan er millumlið millum skúlan og Sernám og umboðar skúlan til fundir við foreldur og avvarðandi mynduleikar. 

Lesivegleiðarin ger lesiroyndir í 1.- 5. flokk tvær ferðir um árið. Úrslitini verða brúkt innanhýsis til at eftirmeta lesiundirvísingina. Flokslærararnir verða kunnaðir um úrslitið, og har tørvur er á tí, verða átøk sett í verk. 

 

Førleikastovan arbeiðir eftir einum leisti, ið leggur seg eftir at umboða menniskjafatan á tann hátt, at støði verður tikið í førleikunum hjá einstaka næminginum og menningarmøguleikum hansara.

Málið hjá Førleikastovuni er at rúma øllum næmingunum í skúlanum á bestan hátt; málið er eisini   at tryggja, at næmingar við serligum avbjóðingum fáa eitt viðkomandi og skikkað undirvísingartilboð.

Førleikastovan er innanhýsis vitanardepil skúlans. Samspælið millum Førleikastovuna og restina av skúlanum fevnir um ráðgeving og vitanardeiling til læraratoymið, einstaka læraran ella stuðul teirra í námsfrøðiliga arbeiðinum við ymsu tørvunum hjá næmingunum.

Førleikastovan skal stuðla lærarum í at náa endamálinum í undirvísingini, bæði á normaløkinum og á serøkinum. Á normaløkinum verður hugsað um ta vanligu undirvísingina. Á serøkinum eru teir næmingar, ið hava tørv á tímum vegna serligan tørv.

Manningin í Førleikastovuni er serlærari, sum er leiðari; lesivegleiðari, AKT-lærarar, orðblindalærari og støddfrøðivegleiðari. Tilknýtt kunnu eisini vera skúlaheilsufrøðingur, SSP toymi og SI-lærari.

Væleydnað inklutión krevur, at lærarar, námsfrøðingar og stuðlar hava eina førleikastovu at venda sær til, har vitan verður uppbygd í tøttum samstarvi við tænastueindirnar/sernám, og har verandi vitan verður gagnnýtt at menna gott læruumhvørvi og námsfrøðilig amboð.

Førleikastovan arbeiðir út frá “næmingurin í miðdeplinum.”

Førleikastovan kann veita foreldrum og lærarum ráð, um trupulleikar eru innan læring ella trivnað. Førleikastovan er við til at samskipa serundirvísingina og er bindilið millum skúlan og Sernám.

Virksemið í førleikastovuni er:

  • at ráðgeva leiðsluni at skipa miðfirraðu tímarnar og tímarnar vegna serligan tørv
  • at hjálpa læraranum at gera eina virkisætlan fyri átøk til einstaka næmingin og/ella allan flokkin
  • at stuðla lærarum í inklusión av næmingum
  • at stuðla lærarum í næmingalagaðari undirvísing
  • at stuðla læraranum at útvega hóskandi tilfar til ymiska undirvísing
  • at næmingar verða kannaðir, og ætlan verður gjørd við atliti at teirra menningartilgongd
  • at menna góðan kjakstað um serundirvísingina
  • at ráðgeva og vegleiða starvsfólki í skúlanum/á stovninum fyri at geva starvsfólkunum, sum arbeiða við serundirvísing og/ella sosialum trupulleikum, onkran at tosa við um trupulleikarnar
  • at tosa um barnið/næmingin fyri at tryggja, at tey bestu og minst skerjandi tiltøkini fyri einstaklingin verða framd
  • at bera so í bandi, at serundirvísingin verður skipað so smidlig, at úrtøkan av tilfeinginum til serundirvísingina er so góð sum gjørligt .