Vælkomin í NámX!
Aftur í ár verður Nám X í Eysturskúlanum. NÁM X er skúlaloysnin til tín, ið ynskir at byrja framtíðina væl. Við at savna nógvar næmingarnar á sama staði, kunnu vit bjóða eitt breitt breytaval.
Set skúlaárið saman við tínum breytum og valfakum. Skúlavikan er 28 tímar. Tú velur tvær breytir, eina breyt 1 og eina breyt 2 og 8 tímar av øðrum lærugreinum.
Vit húsast í nútímans hølum við serstovum til alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði, landalæru, tónleik, smíð, handarbeiði og evning. Umframt at vit hava teldustovu, skúlakøk, bókasavn, skúlahøll, fimleikahøll, svimjihyl og leikvøll.
Umsóknarfreistin til Nám X er 14. mars 2021.
Á høgru síðu er umsóknartalva. Fyri at søkja skalt tú fylla hana út. Trýst síðani á SEND. Umsóknin verður skrásett í Eysturskúlanum.
Vit seta okkum í samband við umsøkjararnar, tá umsóknirnar eru greinaðar.
Minnist til at skriva í allar teigarnar í umsóknartalvuni.