Adventurebreytin / upplivanarbreytin

Endamálið er, at næmingar styrkja seg, tora avbjóðingar og seta sær persónlig mál at stimbra heilsuna.

Á breytini eru tit eisini nógv uttandura, har tit súkkla, renna, rógva, svimja og klúgva. Eru í náttúruni, har tit læra at brúka kort og kumpass. At tola vind og regn er ein avgjørdur fyrimunur. Tit flyta mørk, finna ró og nærveru. 

Fyri at náa endamálinum, er treytin tann, at tú ert forvitin, dugir at fokusera, setir tær persónlig mál og tímir at kappast við hini og teg sjálvan.

Lyklaorðini eru:

  • Áhugi
  • Kropslig venjing
  • Motivatión
  • Konditiónsvenjing
  • Kostur og heilsa
  • At seta sær mál
  • At rokast

Adventurebreytin hóskar til teirra sum:

  • Dáma at vera virkin inni sum úti og flyta egin mørk
  • Hava hug at seta sær persónlig mál og hava viljan at náa teimum
  • Hava áhuga fyri heilsu og persónligari heilsurøkt
  • Hava hug at venja