Kostbreytin

Endamál

Ert tú áhugað/ur í matgerð, og brellast tú eftir at læra, hvussu tú kanst gera mat frá grundini av, bæði til yrkadag og serlig høvi, og fáa heilsugóðar vanar, ið kann geva tær betri lívsdygd, so kom á kost- og heilsubreyt, har:

  • Næmingurin lærir týdningin at hava góða heilsu, og hvat kann ávirka hana.
  • Næmingurin lærir ástøðið í matvørubólkunum.
  • Næmingurin við verkligum royndum dugir at matgera á ymiskan hátt.
  • Næmingunum fær ástøðiligan og verkligan kunnleika um likamsrøkt.

Innihald

Á breytini arbeiða vit bæði ástøðiligt og verkligt. Í ástøðiliga partinum verður dentur lagdur á heilsulæru, likamsvælveru, føðslulæru og reinføri. Í verkliga partinum verða grundleggjandi arbeiðshættir lærdir, umframt at næmingurin verður stimbraður at nýta hugflogið.

Vit gera bæði føroyskan og útlendskan mat, íðka, lesa um kost og heilsu, fara á stovnar og matstovur, gera verkætlanir og evnisarbeiði. Næmingarnir fáa møguleika at seta dám á bæði undirvísing og framløgur.

Starvsleið

Eftir lokið skúlaár á breytini eru lunnar lagdir undir holla vitan og góðar vanar í matgerð og viðvíkjandi heilsu.

So um tú ætlar tær at gerast hotellkokkur, matvøruverkfrøðingur, kostráðgevi ella annað tílíkt, so fært tú ein brellbita á hesi breyt.