Ársfrágreiðing frá Skúlastýrinum í Eysturskúlanum 2010

Fyrst vil eg vegna skúlastýrið og skúlans leiðslu bjóða tykkum vælkomin.

Farna árið hevur verið merkt av fleiri truplum hendingum. Hesar vóru m.a. tann óvissan, ið íkom, tá tilgongdin at savna 10. flokk í kommununi í Eysturskúlanum varð steðga, tá skúlin í vár fekk boð um at spara 2% ella 17 tímar um vikuna frá 1. mars til 31. juli og síðani tá tímajáttanin til skúlaárið 2010/2011 eisini varð munandi skerd. Avleiðingin av sparingini í vár varð m.a., at vikarar bert vóru settir inn í yngru flokkarnar, tá lærari var burtur. Skerjingin fyri inniverandi skúlaár viðførdi harumframt, at tað varð sera torført at fáa pláss fyri handaligum vællærugreinum í framhaldsdeildini. Fundur sum skúlastjórin hevði við Mentamálaráðið bøtti tó eitt sindur um støðuna.

Felagið Heim og skúli skipaði eisini fyri fundi, har skerjingin í tímajáttanini varð umrødd, og har umboð fyri Mentamálaráðið vóru við. Á fundinum bleiv umrøtt og greitt frá, hvussu skúlar fáa skerdu tímajáttanina at røkka.

Virksemið hjá skúlastýrinum í 2010 hevur annars í stóran mun snúð seg um framhaldandi arbeiðið at orða tær meginreglur, ið skúlastýrið skal áseta sambært fólkaskúlalógini § 53. Hetta arbeiðið er nú liðugt, og sostatt fyriliggja nú hesar meginreglur:

  • Meginreglur fyri arbeiðsbýtið millum lærararnar og vikuætlanina
  • Meginreglur fyri samarbeiðið ímillum skúla og heim
  • Meginreglur fyri fráboðan til heimini um úrtøku naminganna av undirvísingini
  • Meginreglur fyri næmingafráverur og
  • Meginreglur fyri foreldrafundir, felagstiltøk fyri næmingarnar í skúlatíðini, setursskúla, starvspraktikk o.a.

Meginreglur fyri undirvísingarætlan Eysturskúlans eru útsettar, av tí at Mentamálaráðið í løtuni ger undirvísingarætlan fyri allan fólkaskúlan, sum vónandi skjótt verður tøk.

Tilgongdin at orða meginreglurnar hevur verið tann, at áheitan fyrst er send til foreldraumboð og lærarar um at koma við hugskotum til meginreglurnar, hesar eru síðani orðaðar og aftur sendar út til hoyringar hjá lærarum og foreldrum, og eru tær síðani góðkendar av skúlastýrinum, við atliti til teir viðmerkingar, sum eru innkomnar.

Nú allar meginreglurnar eru staðfestar, verða tær sendar til hoyringar hjá foreldrum og lærarum í Nám x.

Ætlanin er, at meginreglurnar skulu eftirmetast eftir tørvi.

Skúlastýrið leggur framhaldandi stóran dent á at betra um samstarv og samskifti við áhugabólkar skúlans. Hetta verður í fyrsta lagi gjørt við betri kunning til foreldur og onnur um arbeiðið hjá skúlastýrinum og virksemi skúlans annars. Umframt, at foreldur og lærarar skulu takast upp á ráð, tá reglugerðir og annað verður orðað. Eisini er orku løgd í at fáa heimasíðu skúlans til eitt virkið amboð, soleiðis at lættari verður at samstarva við foreldrini.

Síðurnar á heimasíðu Eysturskúlans, sum hvør flokkur hevur, hava tó ikki riggað nøktandi undan jólum. Ein orsøk er tann, at telduvørðurin hevur havt úr at gera at seta upp alla ta stóru útgerð, skúlin hevur keypt í ár, umframt at nógv orka er løgd í at fáa Web-Units at rigga. Hetta er forskipan, sum gevur foreldrum atgongd til upplýsingar um barn teirra. Heimasíðurnar hjá flokkunum í skúlanum eru nú dagførdar, og rigga sum tær skulu.

Grundað á nýggja áseting í meginregluni fyri samarbeiðið ímillum skúla og heim, hevur skúlastýrið fyri fyrstu ferð í ár tikið stig til ein felagsfund við skúlaársbyrjan, har samstarv verður umrøtt við foreldur at næmingum í nýggjum flokkum.

Á fundinum við 1. flokk varð foreldra- og læraraleiklutur umrøddur, og við íblástri úr tilfari frá SSP varð umrøtt, hvat ávikavist foreldur og lærarar vænta av hvørjum øðrum, og hvat góð undirvísing er.

Á fundinum við 8. flokkarnar varð lagt út við framløgum um foreldraleiklut, SSP og skipanina av Eysturskúlanum. Aftaná framløgurnar var farið út í flokkarnar, har foreldrini fingu spurningar at kjakast um í bólkum. Hetta vóru spurningar, sum SSP í Danmark hevur útgivið. Foreldrini vóru sera virkin, og nógv gott kjak spurdist burturúr. Avtalur vóru gjørdar um mál, ið semja var um. Øll samd um, at tað hevur týdning, at foreldur og skúli samstarva um ávís mál.

Eins og seinasta skúlaár, ætlar skúlastýrið í ár, í samstarvi við foreldraumboð skúlans, at skipa fyri fyri “Opið hús”, ið sum kunnugt skal verða afturvendandi árligt tiltak. Av tí, at so nógv var á skránni í heyst, er tiltakið tó útsett til várhálvuna. Samanumtikið vóru tey, sum møttu til tiltakið í fjør, nøgd. Ásannadi, at framhaldsdeildin var sera illa umboðað, hevur skúlastýrið gjørt av, at tiltakið í ár bert skal verða fyri næmingum frá 1. til 7. flokk. Skipað verður fyri onkrum øðrum fyri framhaldsdeildini. Eitt, sum manglaði, var okkurt felagstiltak fyri at samla øll, og tí fara vit at skipa soleiðis fyri, at onkur ávísur flokkur skipar fyri einum felags aktiviteti. Tað kundi hóskandi verðið 7. flokkur. Tað, at skúlin hevur nøkur amboð tøk, vísti seg at verða gott. Eitt er tó, sum vit mugu gera betur, og tað er kunningin um tiltakið, so í ár fer kunningin fyrr út.

Viðvíkjandi 10. floksdeplinum í Eysturskúlanum, sum vit nevna ”Nám x”, varð stórur dentur lagdur á kunningina til næmingar og foreldur. Skúlin gjørdi faldarar, leinkju á heimasíðu skúlans, har frágreiðing um breytir, vællærugreinar og bygnað er at finna, og har eisini tilmeldingin fer fram. Fýra lærarar og umboð fyri leiðsluna vóru á kanningarferð í Danmark at vitja 10. floksdeplar at fáa íblástur og vitan um innrætting og skipanir. Vit kunnu gleðast um, at tilmeldingin til Nám-x fyri skúlaárið 2010 eisini var sera stór.

Tað er lógarásett, at skúlastýrið skal vera við til minst ein fund hjá námsfrøðiliga ráðnum um árið. Á fundi við námsfrøðiliga ráðið í november, var spurningurin umrøddur, hvussu ein fær eitt gevandi og virkið samskifti og samstarv millum skúlastýrið og námsfrøðiliga ráðið. Lógin ásetir bert, at skúlastýrið skal góðkenna undirvísingartilfar/miðlar. Kjakið um evnið var jaligt, og onkur uppskot komu eisini á fundinum. Tosað bleiv um, at eitt afturvendandi evni á fundinum við námsfrøðiliga ráðið kundi verðið undirvísingarmiðlar.

Eisini eru fleiri mál, ið skúlastýrið hevur havt samskifti við kommununa um. Skúlastýrið sendir regluliga kommunini brøv at fáa status yvir tey mál, ið ikki eru avgreidd.

Viðvíkjandi umvælingararbeiðinum í Eysturskúlanum er tað soleiðis, at tað sum nú manglar, eru útveggirnir í D- og E-lonunum. Sum kunnugt gjørdi kommunan í fjør av at steðga við arbeiðinum fyribils, men tó ikki longur enn 5 ár. Tað hevur tó víst seg, at ikki bleiv neyðugt at bíða so leingi, tí longu í fíggjarætlanini hjá kommununi fyri 2011 er peningur settur av at fara í gongd við útveggir í D-lonini, so tað arbeiðið fer væntandi í gongd í hesum árinum.

Í sambandi við, at allir 10. flokkarnir í kommununi eru savnaðir í Eysturskúlanum frá august 2010, vóru fyribils gjørdar onkrar neyðugar ábøtur í E-lonini. Stovur og høllin eru málað og punkteraðir rútar eru skiftir.

Eisini er miðhøllin í E-lonini innrættað við tí fyri eyga, at tað umframt annað virksemi skal bera til hjá næmingunum at eta matpakka í høllini. Ein lítil tekøkur er innrættaður í høllini, og ætlanin er so, at næmingarnir fáa gjørt sær ein drekkamunn og hitað sær okkurt smávegis til matna. Hóast næmingarnir gera eina skipan við upprudding, er neyðugt, at onkur vaksin eisini tekur sær av hesum. Kommunan hevur upplýst, at løn ikki er sett av til hetta í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2011, men at tað skal kannast, um tað ber til at fáa onkran at taka hesa uppgávu á seg.

Eisini hevur skúlastýrið biðið um eykajáttan til íløgur, í sambandi við part Eysturskúlans av íløguni í 10. floksdepilin. Skúlin hevur eftirfylgjandi fingið eykajáttan bæði til innbúgv, KT og undirvísingartilfar. Frammanundan eru í 2010 settir pengar av til stórt innkeyp av teldum og aðrari KT-útgerð.

Viðvíkjandi grøna økinum vestan fyri skúlan hevur kommunan upplýst, at tilboð er fingið at fáa girðing um økið, men at fígging enn ikki er útvegað til hetta arbeiðið.

Hinvegin, er lyftið sum varð givið at leggja graslíki á grúsvøllin sunnan fyri skúlan, nú veruleiki. Stutt eftir skúlaársbyrjan, var graslíki lagt á, og rennibreyt gjørd. Hetta er kærkomið, og hevur vøllurin verið nógv brúktur, eisini eftir skúlatíð av børnum í grannalagnum.

Skúlastýrið hevur eisini sent kommununi bræv, eftir at hava fingið skriv frá innskúlingini, við áheitan at fáa viðurskiftini í parti av skúlagarðinum í rætt lag. Skúlastýrið tók fult undir við áheitanini.

Skriv er somuleiðis komið til skúlastýrið frá lærarunum á Sjóvinnubreytini, har tey biðja skúlastýrið søkja um bátapláss til áttamannafarið Fríggjarin. Skúlastýrið hevur søkt um bátapláss.

Skúlastýrið fegnast eisini um, at foreldraumboð hava sent skúlastýrinum spurningar um ymisk viðurskifti. Spurningar eru settir viðvíkjandi ferðsluni kring skúlan, blindskrift og viðvíkjandi KT í øllum lærugreinum.

Sum uppfylging viðvíkjandi ferðsluni var skriv sent kommununi, har víst er til avtalu við býarverkfrøðingin Boða Haraldsen á teknisku deild, um at seta upp tríkant og hávatenn á vegamótinum Tórgarðsgøta og Skúlagøta, soleiðis at bilar, sum koma oman ígjøgnum Tórgarðsgøtu, halda av fyri bilum, sum koma frá Skúlagøtu og inn á Tórgarðsgøtu. Eisini skuldi deildin fyri gøtuljós kanna ljósviðurskiftini á parkeringsplássi skúlans. Skúlastýrið vísti á, at tað er sera myrkt á parkeringsøkinum um veturin, tá foreldur koyra inn og seta børn av um morgunin.

Málið er nú avgreitt soleiðis, at hávatenn eru gjørdar á Tórgarðsgøtu við vegamótið Tórgarðsgøta/Skúlagøta, soleiðis at vanlig víkiskylda ikki er galdandi har. Bilar, sum koma oman eftir Tórgarðsgøtu skulu víkja fyri bilum, sum koma úr Skúlagøtu inn í Tórgarðsgøtu. Viðvíkjandi gøtuljósunum á parkeringsøkinum heldur kommunan hinvegin, at tað er skylda skúlans at fáa tey at virka nøktandi. Skúlin hevur nú fingið ljósviðurskiftini í rættlag.

Viðvíkjandi spurninginum um blindskrift hevur skúlastjórin heitt á kt-vørðin, sum hevur 7. flokk í teld, um at læra næmingarnar blindskrift.

Mentamálaráðið ger námsætlanir fyri allar lærugreinar, sum verða galdandi, tá tær koma í nærmastu framtíð. Skúlastýrið hevur tí einki gjørt við spurningin um KT í øllum lærugreinum.

Foreldraumboðini eru kunnað um viðgerðina av teirra spurningum.

Av málum, ið Mentamálaráðið varðar av, kann nevnast, at skúlastýrið í januar fekk hoyringsskriv frá Mentamálaráðnum um at broyta fólkaskúlalógina og skipa landið í skúlaøki. Skúlastýrið tók undir við, at Føroyar verða skipaðar í skúlaøki, men hevði annars ikki viðmerkingar til uppskotið.

Eisini hevur Mentamálaráðið sent út nýggjar kunngerðir um: ”Reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingum í skúlatíðini” og um Skúlavegleiðing”. Hesar kunngerðir blivu settar í gildi 9. juni 2010. Í hesum kunngerðum verður álagt skúlastýrinum at gera ymiskar reglur. Skúlastýrið hevur tikið stig til at gera hesar reglur, sum hava verið lagdar fyri námsfrøðiliga ráðið og foreldur til viðmerkingar, áðrenn tær vóru staðfestar við atlitið til innkomnu viðmerkingarnar.

Um arbeiðsgevarar skula kunna krevja revsiváttan, tá fólk verða sett í starv, hevur verið nógv frammi í seinastuni, serliga á arbeiðsplássum har ein hevur við børn at gera. Skúlastýrið heldur hendan spurning vera sera viðkomandi fyri skúlar, og hevur tí orðað skriv til Mentamálaráðið við fyrispurningi um, hvørja støðu Mentamálaráðið hevur í hesum máli. Spurningurin er eisini umrøddur á fundi við Námsfrøðiliga Ráðið, sum mælti til, at Eysturskúlin ikki tekur støðu í málinum, fyrr enn Mentamálaráðið er komið við eini greiðari útmelding um hetta evnið.

Av týdningarmiklum tiltøkum annars kann nevnast, at Óli Rubeksen, samskipari í SSP, í apríl var inni og greiddi skúlastýrinum frá skipanini og uppgávum hjá SSP. Hann heitir á øll skúlastýrini um at stuðla teirra arbeiði. Skúlastýrið fekk eintak av spølum at brúka á foreldrafundum at tryggja ein góðan trivnað í skúlanum. Eisini bleiv víst á undirvísingartilfar at brúka í miðdeildini at fyribyrgja, at ungdómar byrja at nýta rúsdrekka so tíðliga, sum tey gera í dag. Á fundum við nýggju 1. og 8. flokkarnar við skúlaársbyrjan hetta skúlaárið, heitti skúlastýrið, sum áður nevnt, á foreldraumboðini at brúka spølini, sum SSP hevur útvegað.

Skúlastýrið hevur umrøtt veksandi talið av roykjarum millum skúlaungdómar. Í hesum sambandi hevur skúlastýrið heitt á skúlan at upplýsa meira um vandan við royking og møguliga eisini at senda brøv heim til foreldrini við kunning um, at børn teirra roykja á skúlans øki.

Spurningurin, um nær tað er skilabest at børn byrja sína skúlagongd, var tikin upp á eini ráðstevnu í vár. Skúlastjórin var á ráðstevnuni, sum meira var ætlað sum ein kveikjari til eitt kjak hesum viðvíkjandi. Á ráðstevnuni kom fram, at bert 5 lond lata børnini byrja teirra skúlagongd 7 ára gomul. Í øllum øðrum londum eru børnini yngri.

Eisini kann nevnast, at í sambandi við, at Studentaskúlin í Hoydølum fekk boð um at fara út úr einum av bygningum teirra, tí inniklimaðið ikki var nóg gott, húsaðust nakrir av teirra flokkum í trimum av skúlastovunum í Eysturskúlanum eitt skifti á vári 2010.

Felags foreldrafundurin í ár hevur heitið ”hug at læra”, sum er eitt av virðisgrundarløgum Eysturskúlans. Ætlanin við hesum er, sum í fjør, at foreldrafundurin skal venda seg serliga til tey, sum hava børn í Eysturskúlanum. Øll vóru samd um, at foreldrafundurin í fjør, sum hevði heitið ”kennir tú skúlan hjá tínum barni”, var væleydnaður. Har vóru fleiri foreldur møtt upp, enn vanligt er til slíkar fundir, og fingu vit eisini fleiri positivar afturmeldingar frá foreldrum.

Tó tað kann tykjast trupult at útgreina eitt hugtak sum ”Hug at læra” í eini framløgu, hevur tað hepnast so væl, at vit hava fingið Emmy Joensen at leggja út við einum fyrilestri um hetta hugtakið.

Aftaná fyrilesturin fer Eyðdis fyrst at greiða frá, hvussu leiðslan skipar karmarnar at vekja og varðveita ”Hugin at læra”, og til seinast fara lærarar at vísa til dømir frá teirra undirvísing, sum vekja og varðveita ”Hugin at læra”. Høvi verður eisini at seta spurningar.

Aftaná er ætlanin, eins og í fjør, at hava skúlan opnan til framsýning, soleiðis at foreldur kunnu síggja hølini.

 

Skúlastýrið í Eysturskúlanum, tann 26. januar 2011:

Kristina Samuelsen, formaður
Ingun Eidesgaard, næstformaður
Karl Eli Sigvardsen
Elin Lindenskov
Vagnur Johannesen
Ingi á Smið, starvsfólkaumboð

Eyðdis Eidesgaard, skrivari