Góðu konfirmantar og foreldur.
Nú er ikki leingi eftir til konfirmatiónina pálmasunnudag. Næstu virkurnar fara vit at møtast bæði til útferð og repetitión. Tað hevur stóran týdning, at allir konfirmantar møta.
Minnist eisini til at ganga í kirkju sunnudagar og til føstugudstænastur í mars, so verða tit púra klár til stóra dagin.
3 dagar at skriva í kalendaran: 16. mars: Útferð! Kl. 14-20.
Konfirmantarnir møta á farstøðini kl.14. Vi fara busstúr til Klaksvíkar, har vit vitja Christianskirkjuna, tosa við prestin og síggja myndirnar í kirkjukjallaranum eftir Edvard Fuglø. Aftaná fara vit at bovla og eta burgarar í Leirvík, og vit verða aftur á farstøðini kl. 20. Konfirmantarnir gjalda 100 kr. fyri dagin, havið reiðan pening við!
Melda til við at senda sms til mín á 237344, so veit eg, at tit hava fingið boðini.
25. mars kl. 14-16: Konfirmantarnir møta í Havnar kirkju, har vit venja konfirmatiónina ígjøgnum og repetera tað, sum vit hava gjøgnumgingið.
29. mars: á konfirmatiónsdegnum pálmasunnudag: Øll møta til felags myndatøku kl.10. Guðstænastan byrjar kl.11. Tit bíleggja myndina við at flyta 300 kr. á konto hjá FOTOSTUDIO: 6460- 623.013.1 Minnist til at viðmerkja kirkju og navn, t.d. ”Havnar kirkja, Anna Petersen” So er bara eftir at gleða seg!
Vinarliga Anne Mette prestur PS:
Innlating nr. 2 november 2025
FORELDRAVIÐTALUR
Ferðslan
Ein áheitan frá Skúlastýrinum til tykkum, góðu foreldur!
Arbeitt hevur verið í áravís fyri at fáa ferðsluviðurskiftini rundanum skúlan tryggari. Tað hevur hepnast væl, men enn parkera bilar í vegjaðaranum uttanfyri Lítlagarð. Hetta er ikki trygt, tí børnini síggjast ikki so væl, sum tey eiga, tá ið tey ganga ímillum bilarnar. Framvið vegnum - við Lítlagarð, er av og á skipan galdandi. Tað merkir, at bilførarin er í bilinum, steðgar á, setir barnið av og koyrir avstað. Ætlar man sær inn í skúlan við barninum, skal man seta bilin frá sær omanfyri spæliplássið!
Eitt annað er stóra p-plássið við høvuðsinngongdina í Eysturskúlan.
- Setið næmingarnar av við vegjaðaran í Tórgarðsgøtu og ikki koyra inn á p-plássið. Tað kemur alt ov ofta fyri, at lærarar ikki fáa sett bilin frá sær, tá ið teir koma til arbeiðis, tí p-plássið er fult av bilum, sum seta børn av.
Tað er týdningamikið at galdandi leiðreglur um parkering og av og á skipan (kiss&goodbye) verða fylgdar, so skúlavegurin hjá tínum barni er so trygg sum gjørligt!
Blíðar heilsanir
Skúlastýrið
Arnhild (forkv.), Birita (foreldraum.), Rókur (foreldraum.), Guttormur (TK), Annfinn (TK) og Lív (starvsfólkaum.)
Rennidagurin
- RENNIDAGURIN 2025 - bræv næmingar.pdf (189.78 KB)
Innlating nr 1. TIL 19. SEPTEMBER 2025
Felags foreldrafundur
Góðu foreldur
Felags foreldrafundurin í hádeildini verður hósdagin 28.08 kl.17.00.
Byrjað verður við felags kunning í D-lonini. Síðani verður farið í flokshølið, har
flokslærarin kunnar um árið.
Vh
Hádeildartoymið
KONFIRMANTUNDIRVÍSING
Góðu foreldur
Við hesum kunna prestarnir um, at konfirmantaundirvísingin byrjar í øllum kirkjunum í Tórshavnar kommunu týsdagin 26.aug kl 8.00.
Vinarliga
Anne Mette G. Klemensen,
Sóknarprestur
Tímatalva (broytt)
Kunning um ferðsluna
- Ferðslan rundanum Eysturskúlan.docx (15.56 KB)