Projekti í skeiðinum frá bygd til bý (Desember - januar 2025)

Uppgáva: Sniðgevið ein bygning ella eina funktión í eini bygd ella býi

1. Veljið eina bygd ella ein bý í Føroyum:
Tit skulu skriva um staðið, tit hava valt:

•       Hvussu halda tit, at tað er at búgva har? Hvussu hava børnini tað har?

•       Hvørjar funktiónir eru í bygdini/býnum? (t.d. skúli, handil, frítíðartilboð, arbeiðspláss…)

•       Hví halda tit, at bygdin/býurin liggur har, sum hann ger?

•       Hvat er sermerkt við bygdini?

2.     Veljið ein bygning ella eina serliga funktión, sum tit halda er týdningarmikil fyri staðið.

3.      Endurhugsið og sniðgevið av nýggjum:
Nú skulu tit taka bygningin ella funktiónina, tit valdu, og sniðgeva hana av nýggjum:

•       Hvussu kunnu tit gera hana enn týdningarmiklari fyri bygdina/býin?

•       Hvussu kunnu tit geva henni nakrar nýggjar funktiónir?

•       Hvat kann gerast betri? Hvat kann leggjast afturat?

4. Byggið tykkara model:
Tit skulu byggja eitt model av tykkara nýggja bygningi/funktióni.

Tit kunnu brúka t.d

•       papp

•       flamingo

•       3D printing

•       ella annað tilfar, tit finna.

5. Framløga:
Tit skulu leggja tykkara model fram fyri flokkinum og greiða frá:

•       hví tit valdu hesar broytingar

•       hvat tit hava gjørt

•       og ikki minst: reypa eitt sindur um tykkara frálíka snið!

 

Kakulisti

Ferðslan

Ein áheitan frá Skúlastýrinum til tykkum, góðu foreldur!

Arbeitt hevur verið í áravís fyri at fáa ferðsluviðurskiftini rundanum skúlan tryggari. Tað hevur hepnast væl, men enn parkera bilar í vegjaðaranum uttanfyri Lítlagarð. Hetta er ikki trygt, tí børnini síggjast ikki so væl, sum tey eiga, tá ið tey ganga ímillum bilarnar. Framvið vegnum - við Lítlagarð, er av og á skipan galdandi. Tað merkir, at bilførarin er í bilinum, steðgar á, setir barnið av og koyrir avstað. Ætlar man sær inn í skúlan við barninum, skal man seta bilin frá sær omanfyri spæliplássið! 

Eitt annað er stóra p-plássið við høvuðsinngongdina í Eysturskúlan.

- Setið næmingarnar av við vegjaðaran í Tórgarðsgøtu og ikki koyra inn á p-plássið. Tað kemur alt ov ofta fyri, at lærarar ikki fáa sett bilin frá sær, tá ið teir koma til arbeiðis, tí p-plássið er fult av bilum, sum seta børn av.

Tað er týdningamikið at galdandi leiðreglur um parkering og av og á skipan (kiss&goodbye) verða fylgdar, so skúlavegurin hjá tínum barni er so trygg sum gjørligt!

Blíðar heilsanir

Skúlastýrið

Arnhild (forkv.), Birita (foreldraum.), Rókur (foreldraum.), Guttormur (TK), Annfinn (TK) og Lív (starvsfólkaum.)

Foreldraviðtal 29.10.25

Boðklivin 7.n

Góðu foreldur

Við hesum kunna prestarnir um, at konfirmantaundirvísingin byrjar í øllum kirkjunum í Tórshavnar kommunu týsdagin 26.aug kl 8.00.

Vinarliga

Anne Mette G. Klemensen,

sóknarprestur