Ferðslan
Ein áheitan frá Skúlastýrinum til tykkum, góðu foreldur!
Arbeitt hevur verið í áravís fyri at fáa ferðsluviðurskiftini rundanum skúlan tryggari. Tað hevur hepnast væl, men enn parkera bilar í vegjaðaranum uttanfyri Lítlagarð. Hetta er ikki trygt, tí børnini síggjast ikki so væl, sum tey eiga, tá ið tey ganga ímillum bilarnar. Framvið vegnum - við Lítlagarð, er av og á skipan galdandi. Tað merkir, at bilførarin er í bilinum, steðgar á, setir barnið av og koyrir avstað. Ætlar man sær inn í skúlan við barninum, skal man seta bilin frá sær omanfyri spæliplássið!
Eitt annað er stóra p-plássið við høvuðsinngongdina í Eysturskúlan.
- Setið næmingarnar av við vegjaðaran í Tórgarðsgøtu og ikki koyra inn á p-plássið. Tað kemur alt ov ofta fyri, at lærarar ikki fáa sett bilin frá sær, tá ið teir koma til arbeiðis, tí p-plássið er fult av bilum, sum seta børn av.
Tað er týdningamikið at galdandi leiðreglur um parkering og av og á skipan (kiss&goodbye) verða fylgdar, so skúlavegurin hjá tínum barni er so trygg sum gjørligt!
Blíðar heilsanir
Skúlastýrið
Arnhild (forkv.), Birita (foreldraum.), Rókur (foreldraum.), Guttormur (TK), Annfinn (TK) og Lív (starvsfólkaum.)
Foreldraviðtalur hjá 9.h
- Foreldraviðtalur hjá 9.h.pdf (100.22 KB)
Felags foreldrafundur
- Bræv um felags foreldrafund.pdf (20.60 KB)
Summarroyndin 2025 hjá 8. flokki
- Summarroyndin 2025 hjá 8. flokki.pdf (211.47 KB)
Verkætlanarframløgur
- Framløgur.pdf (29.50 KB)
Foreldraviðtalur 1. apríl
- Foreldraviðtalur 1. apríl.pdf (71.04 KB)
SSP-felagsforeldrafundur
- Innbjóðing hádeild Eysturskúlin.pdf (325.06 KB)
Faldari til várroyndina
Várroyndin 2025
- Royndarskema várroynd 2025 8.fl og 9. fl..pdf (252.46 KB)
Kunning um ferðsluna
- Ferðslan rundanum Eysturskúlan.docx (15.56 KB)
Foreldraviðtalur 12. desember
- Foreldraviðtalur 12. desember.docx (15.02 KB)
Jólaroyndin 2024
- Jólaroyndin 2024.pdf (203.33 KB)
Seturskúli
- seturskúli.docx (14.49 KB)
Ítróttadagur
- Ítróttadagur og veitsla.pdf (3.69 MB)
Felags foreldrafundur 4. september kl. 17.00
- Bræv um felags foreldrafund.pdf (20.40 KB)
Gongutúrur
- Góðu næmingar í hádeildini.docx (13.74 KB)