Góðu konfirmantar og foreldur
Nú er ikki leingi eftir til konfirmatiónina pálmasunnudag. Næstu virkurnar fara vit at møtast
bæði til útferð og repetitión. Tað hevur stóran týdning, at allir konfirmantar møta.
Minnist eisini til at ganga í kirkju sunnudagar og til føstugudstænastur í mars, so verða tit púra
klár til stóra dagin.
3 dagar at skriva í kalendaran:
16. mars: Útferð! Kl. 14-20.
Konfirmantarnir møta á farstøðini kl.14. Vi fara busstúr til Klaksvíkar, har vit vitja
Christianskirkjuna, tosa við prestin og síggja myndirnar í kirkjukjallaranum eftir Edvard Fuglø.
Aftaná fara vit at bovla og eta burgarar í Leirvík, og vit verða aftur á farstøðini kl. 20.
Konfirmantarnir gjalda 100 kr. fyri dagin, havið reiðan pening við! Melda til við at senda sms til
mín á 237344, so veit eg, at tit hava fingið boðini.
25. mars kl. 14-16: Konfirmantarnir møta í Havnar kirkju, har vit venja konfirmatiónina
ígjøgnum og repetera tað, sum vit hava gjøgnumgingið.
29. mars: á konfirmatiónsdegnum pálmasunnudag:
Øll møta til felags myndatøku kl.10. Guðstænastan byrjar kl.11.
Tit bíleggja myndina við at flyta 300 kr. á konto hjá FOTOSTUDIO: 6460- 623.013.1
Minnist til at viðmerkja kirkju og navn, t.d. ”Havnar kirkja, Anna Petersen”
So er bara eftir at gleða seg!
Vinarliga Anne Mette prestur
PS: Tey, sum ikki hava latið dópsbrøv inn, verða biðin um at senda tað við telduposti til
havnar@kirkja.fo
Góðu tit í Eysturskúlanum,
16. desembur sendi eg eina kunning út ísamb. við konfirmantar á heysti 2026. Eg haldi, at eg havi gjørt ein feil, tí eg haldi ikki, at telduposturin er komin til tykkum.
Ber til hjá tykkum at geva forelrdunum hesi boðini?
Heystkonfirmatiónin í Havnar kirkju 11. oktobur 2026
Tey, sum skulu konfirmerast á heysti í 2026 í Havnar kirkju, verða konfirmerað 11. oktobur 2026 kl. 11.00.
Foreldrafundur verður hósdagin 8. januar kl. 17.00 í Havnar kirkju. Foreldrini verða biðin um at hava kopi av dópsbrøvunum hjá børnunum við hetta kvøldið.
Børnini byrja at ganga til konfirmantaundirvísing týsdagin, 13. januar kl. 08.00 í Havnar kirkju.
Blíðar heilsur
Steintóra Gleðisheygg Joensen,
Sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi
Tlf.: +298 237332
Projekti í skeiðinum frá bygd til bý (Desember - januar 2025)
Uppgáva: Sniðgevið ein bygning ella eina funktión í eini bygd ella býi
1. Veljið eina bygd ella ein bý í Føroyum:
Tit skulu skriva um staðið, tit hava valt:
• Hvussu halda tit, at tað er at búgva har? Hvussu hava børnini tað har?
• Hvørjar funktiónir eru í bygdini/býnum? (t.d. skúli, handil, frítíðartilboð, arbeiðspláss…)
• Hví halda tit, at bygdin/býurin liggur har, sum hann ger?
• Hvat er sermerkt við bygdini?
2. Veljið ein bygning ella eina serliga funktión, sum tit halda er týdningarmikil fyri staðið.
3. Endurhugsið og sniðgevið av nýggjum:
Nú skulu tit taka bygningin ella funktiónina, tit valdu, og sniðgeva hana av nýggjum:
• Hvussu kunnu tit gera hana enn týdningarmiklari fyri bygdina/býin?
• Hvussu kunnu tit geva henni nakrar nýggjar funktiónir?
• Hvat kann gerast betri? Hvat kann leggjast afturat?
4. Byggið tykkara model:
Tit skulu byggja eitt model av tykkara nýggja bygningi/funktióni.
Tit kunnu brúka t.d
• papp
• flamingo
• 3D printing
• ella annað tilfar, tit finna.
5. Framløga:
Tit skulu leggja tykkara model fram fyri flokkinum og greiða frá:
• hví tit valdu hesar broytingar
• hvat tit hava gjørt
• og ikki minst: reypa eitt sindur um tykkara frálíka snið!
DEADLINE 9. Januar, bæði framløga og model.
Innlating nr. 2 november 2025
Ferðslan
Ein áheitan frá Skúlastýrinum til tykkum, góðu foreldur!
Arbeitt hevur verið í áravís fyri at fáa ferðsluviðurskiftini rundanum skúlan tryggari. Tað hevur hepnast væl, men enn parkera bilar í vegjaðaranum uttanfyri Lítlagarð. Hetta er ikki trygt, tí børnini síggjast ikki so væl, sum tey eiga, tá ið tey ganga ímillum bilarnar. Framvið vegnum - við Lítlagarð, er av og á skipan galdandi. Tað merkir, at bilførarin er í bilinum, steðgar á, setir barnið av og koyrir avstað. Ætlar man sær inn í skúlan við barninum, skal man seta bilin frá sær omanfyri spæliplássið!
Eitt annað er stóra p-plássið við høvuðsinngongdina í Eysturskúlan.
- Setið næmingarnar av við vegjaðaran í Tórgarðsgøtu og ikki koyra inn á p-plássið. Tað kemur alt ov ofta fyri, at lærarar ikki fáa sett bilin frá sær, tá ið teir koma til arbeiðis, tí p-plássið er fult av bilum, sum seta børn av.
Tað er týdningamikið at galdandi leiðreglur um parkering og av og á skipan (kiss&goodbye) verða fylgdar, so skúlavegurin hjá tínum barni er so trygg sum gjørligt!
Blíðar heilsanir
Skúlastýrið
Arnhild (forkv.), Birita (foreldraum.), Rókur (foreldraum.), Guttormur (TK), Annfinn (TK) og Lív (starvsfólkaum.)
Innlating nr. 1 til 11. september 2025
Góðu foreldur
Við hesum kunna prestarnir um, at konfirmantaundirvísingin byrjar í øllum kirkjunum í Tórshavnar kommunu týsdagin 26.aug kl 8.00.
Vinarliga
Anne Mette G. Klemensen,
Sóknarprestur
Síðsti skúladagur við vaflum
Myndir frá seturskúlanum
Ein túr oman á Skansan
Túr í fjørini (Undir tyrlupallinum)
Túr Svartafossi
Støddfrøði 18.mai
Fidget toys dagur :)
Støddfrøði 4. Mai
Skoyting 18.jan
Kavamyndir
Fyrsti kavadagur í ár
Børnini sera glað :)
Sandagerð 27.aug
Túrur hósdagin 14.mai
Niðanfyri tyrlupallin
Skúlin eftir Korona tíðina
- Ongar fílur
Fastalávint
Børnini arbeiða við støddfrøði
Jólaverkstøð
Støddfrøði við 1.flokki