Ársfrágreiðing frá Skúlastýrinum í Eysturskúlanum fyri 2011
Fyrst vil eg vegna skúlastýrið og skúlans leiðslu bjóða tykkum vælkomin.

Eg skal byrja hendan fundin við, at greiða tykkum frá virkseminum í skúlastýrinum farna árið. Síðani seinasta felagsforeldrafundin, sum var tann 26. januar í fjør, hevur skúlastýrið havt 9 fundir, umframt at umboð fyri skúlastýrið hava luttikið á fleiri ymiskum fundum, sum onnur hava skipað fyri.

Teir spurningar, ið skúlastýrið hevur viðgjørt, kunnu bólkast í nøkur evni:

1. Uttanlandsferðir/námsferðir í fólkaskúlanum
2. Meginreglur
3. Opið hús/garðdagur
4. Umvæling av lon D
5. Bátapláss og trygdin, tá næmingar fara út í báti
6. Samstarv millum skúlastýrisformenn í Tórshavnar kommunu
7. Felagið Heim og Skúli
8. Næmingaráð
9. Nýggjar námsætlanir og nýggjur próvtalsstigi
10. Foreldrafundir í 1. og 8. flokki
11. Tilbúgvingarætlan
12. Skúlabygnaður í Tórshavnar kommunu
13. Samstarv við foreldraumboð
14. Ferðsluviðurskiftini uttan fyri skúlan

1. Uttanlandsferðir/námsferðir í fólkaskúlanum
Tíðliga í fjør var nógv kjak bæði alment og í skúlahøpi, um hvørjar reglur eiga at verða galdandi fyri uttanlandsferðir og aðrar námsferðir í fólkaskúlanum.

Hóast Eysturskúlin júst hevði dagført sínar reglur á hesum øki, var spurningurin tikin upp aftur, í sambandi við at felagið Heim og Skúli tók stig til at fáa í lag felags reglur á økinum, fyri alt landið. Skúlastýrið fekk bræv frá felagnum um hálvan juni, har tey vildu hava at vita okkara royndir við námsferðum. Íkastið frá Eysturskúlanum til hetta arbeiðið var, at vit vístu á tær reglur, ið vit í samráð við lærarar og foreldur høvdu sett í gildi fyri Eysturskúlan í 2010. Sum skilst, vóru tað fá skúlastýrir, sum svaraðu hoyringsskrivinum.

Vit frættu einki aftur, fyrr enn í miðlunum, herundir í grein í Skúlablaðnum, har greitt var frá nýggju felagsreglunum, sum felagið Heim og Skúli hevði samtykt, skuldu galda fyri alt landið. Skúlastýrið var sera ónøgt við gongdina í hesum málinum, og sendi tí Mentamálaráðnum mótmælisskriv, við avriti til felagið Heim og Skúli.

Í skrivinum settu vit fram iva um leiklutin hjá felagnum Heim og Skúli, og vístu vit á, at vit hildu røttu mannagongdina verða, at Mentamálaráðið átti at sent hetta beinleiðis til hoyring hjá skúlastýrunum, sum er tað lógliga og formliga skipaða staðið, har áhugamálini hjá teimum, ið varða av skúlanum (herundur foreldrum), er skipað.

Samstundis gjørdu vit vart við, at vit kendu okkum als ikki sum partur av hesum arbeiði, og at hetta var eitt mál, sum eitt samt skúlastýri helt, kravdi neyvari viðgerð.

Vit frættu einki aftur frá Mentamálaráðnum og leggja sosttatt til grund, at reglurnar, sum Eysturskúlin hevur ásett fyri uttanlandsferðir og námsferðir annars, enn eru galdandi. Vit eru tó samd um at taka hetta evnið upp á skúlastýrisformansfundi millum skúlastýrisformenn í Havn, soleiðis at vit møguliga fáa eina avgerð, sum er galdandi fyri allar skúlar í Havn.

Skúlastýrið hevur eisini viðgjørt málið, í sambandi við áheitan frá foreldrum í Nám X. Í hesum sambandi varð gjørt av, at spurningurin, hvørt serligar meginreglur eiga at verða galdandi fyri námsferðir í Nám X, eigur at verða tikin upp skjótast gjørligt og lagdar fyri lærarar og foreldur í Nám X til hoyringar.

2. Meginreglur
Skúlastýrið gjørdi tíðliga í fjør av, at meginreglurnar, sum eru ásettar fyri skúlan, eisini skuldu sendast út til hoyringar hjá foreldrum og lærarum í Nám X. Hoyringin var skipað soleiðis, at meginreglurnar vóru lagdar út á heimasíðuna til hoyringar fyrst í mai, soleiðis at bæði foreldur og lærarar í skúlaárinum 2010/11 og tey í 2011/12 sluppu til orðanna. Arbeiðið er tó enn ikki komið á mál.

3. Opið hús/garðdagur
”Opið hús” var 7. mai 2011 fyri 1. – 7. flokki og teirra avvarandi. Nakrir næmingar í framhaldsdeildini hjálptu skúlastýrinum at skipa dagin. Skipað var fyri fótbóltsdysti á Eysturvølli millum foreldur, har umboð frá øllum flokkum vóru við. Annars var skipað fyri ymiskum spølum sum t.d. posarenning, hoppa band, hoppa elastikk, lofta bólt, stikkbólt, lakka paradís og melda kríggj. Frá 10 til 11 ótu øll morgunmat í floksstovunum, og síðan var farið út at spæla spøl. Møguleiki var eisini fyri rundvísing í skúlanum. Dagurin vardi til kl. 13.00. Semja tyktist verða um, at tiltakið var sera væleydnað.

Eisini var lagt upp til at hava ein garðdag, sum skúlastýrið hugsaði at skipa fyri sama dag, sum ”Opið hús” var. Í kommunini er ongin peningur settur av til skúlagarðar, og hugsanin var tí, at okkurt kanska kundi gerast við hjálp frá foreldrum, sum ikki var so kostnaðarmikið.

Við tað, at eingin viðmerking og ongi hugskot komu inn viðv. skúlagarðinum, máttu vit tó ganga út frá, at áhugi ikki var at gera nakað við skúlagarðin í hesum umfari. Vit ásannaðu tó, at vit áttu at havt fund við foreldraumboðini áðrenn ”Opið hús”.

Í samráð við foreldraumboðini er avrátt, at ”opið hús” í ár verður tann 12. mai frá 11.00 – 14.00. Av tí, at tiltakið byrjar so seint, verður ongin morgunmatur fyriskipaður í skúlanum. Ístaðin fara vit at selja pylsur við tilhoyri á middegi. Eins og seinasta ár fara vit at heita á næmingar í 8. flokki at skipa fyri spølum.

4. Umvæling av lon D
Viðvíkjandi umvælingararbeiðinum í Eysturskúlanum er tað soleiðis, at tað sum nú manglar, er útveggirnir í D- og E-lonunum. Sum kunnugt gjørdi kommunan í fjør av at steðga við arbeiðnum fyribils, men tó ikki longur enn 5 ár. Í frágreiðingini í fjør, vístu vit á, at tað helst ikki bleiv neyðugt at bíða so leingi, tí longu í fíggjarætlanini hjá kommununi fyri 2011 var peningur settur av til at fara í gongd við útveggir í D-lonini, og væntaðu vit tí, at tað arbeiðið fór í gongd í 2011. Arbeiðið er tó ikki farið í gongd enn, men skúlastjórin hevur fingið at vita, at ráðgevarasáttmálin er gjørdur og liggur til undirskrivingar, so tað gongur sum ætlað.

5. Trygdin tá næmingar fara út í báti
Spurningur hevur verið umrøddur, um trygdin er í ordan, tá næmingar fara út í báti. Trygdin umborð við vestum o. ø. er í ordan, men skúlastjórin fer at tryggja sær, at næmingarnir eisini fáa undirvísing í, hvussu farið verður fram, um eitt óhapp hendir.

6. Samstarv millum skúlastýrisformenn í Tórshavnar kommunu
Skúlastýrisformaðurin í Kommunuskúlanum tók í mars í fjør stig at kalla allar skúlastýrisformenn í Havnar Kommunu saman. Uppmøtingin var góð. Av 11 møguligum møttu 10.
Tvey mál vóru á skrá til henda fundin. Tað eina var um frídagarnar, sum skúlar sjálvir leggja hvørt skúlaár. Her var samt ynski frá skúlastýrunum, at skúlarnir í Havnar Kommunu hava frí samstundis. Í hesum sambandi er gjørt av, at ”leysu” frídagarnir verða lagdir afturat páskafrítíðini, soleiðis at hon verður tvær vikur í ár.
Hitt málið snúði seg seg um, at Mentamálaráðið hevur boðað frá, at lærarar hava skyldu at verða tøkir eina viku, áðrenn skúlin byrjar aftur aftaná summarferiuna 2012. Her vóru øll samd um, at tað hevði verðið gagnligt fyri skúlan, men vóru eisini samd um, at Mentamálaráðið tekur sær av hesum málinum.
Eisini var kjakast dúgliga um praksis viðvíkjandi uttanlandsferðum í fólkaskúlanum, men eingin niðurstøða var gjørd.
Tosað bleiv um, um tørvur er á at hava regluligt samstarv millum formenninar. Niðurstøðan var, at skipað verður fyri fundi teirra millum tvær ferðir um árið at kunna um, hvat verður gjørt í teimum ymisku skúlastýrunum. Slíkir fundir eru tó ikki komnir í lag enn.

7. Felagið Heim og Skúli
Felagið Heim og Skúli hevur víst á og heitt á skúlastýrini um at eggja okkara skúla at brúka eitt nýtt og sera hent amboð, ið er føroyskað til samstarvið millum heim og skúla. Hetta er nýggja SAMSPÆLIÐ, ið SSP toymið, saman við Fólkaheilsuráðnum, Føroya Lærarafelag og felagnum Heim og Skúli, hevur givið út.

SAMSPÆLIÐ er føroyska frá danska SAMSPILLET, sum DKR hevur givið út. Tit kunnu lesa meira um hettar á hesi heimasíðuni:
http://dkr.dk/emner/undervisning/foraaldrenetvaark/foraaldrenetvaark/composite-610.chtm Hendan heimasíðan gevur eisini góðan íblástur til foreldrasamstarv.

Aðalfundur var í felagnum Heim og skúli tann 18. januar, har Karl Eli Sigvardsen luttók.

8. Næmingaráð
Skúlastýrið er samt um, at tað er skilagott er at seta á stovn næmingaráð, og eru vit tí farin í gongd við at skipa næmingaráð í Eysturskúlanum. Lagt verður upp til at hava 4 næmingaráð, eitt í hvørjari deild. Meðan næmingaráðini í innskúlingini og 4., 5. og 6. mugu læra at arbeiða, kunnu tey elstu næmingaráðini virka.

Miðjað verður ímóti, at næmingaráðini skulu virka frá skúlaársbyrjan 2012/2013. Tað verða tvey virkandi næmingarráð, eitt fyri Nám x og eitt fyri 7., 8. og 9. flokk.

Í innskúlingini og 4., 5. og 6. flokki verður dentur lagdur á at læra næmingarnar at arbeiða í einum ráði. Skúlastýrið hevur orðað uppskot um viðtøkur og reglur, ið eru sendar út til hoyringar hjá foreldrum og næmingum.

9. Nýggjar námsætlanir og nýggjur próvtalsstigi
Í sambandi við, at nýggjar námsætlanir og nýggjur próvtalsstigi eru sett í verk í fólkaskúlanum í hesum skúlaári, var í september skipað fyri ráðstevnu fyri skúlastýrislimum, har ljós var varpað á tær stóru avbjóðingar, sum sjøtul er settur á í skúlans arbeiði. Umboð fyri skúlastýrið í Eysturskúlanum var eisini á fundinum. Nógv fólk vóru møtt.

10. Foreldrafundir í 1. og 8. flokki
Grundað á nýggja áseting í meginregluni fyri samstarv ímillum skúla og heim, tók skúlastýrið fyri fyrstu ferð í 2010 stig til ein felagsfund við skúlaársbyrjan, har samstarv var umrøtt við foreldur at næmingum í nýggjum flokkum.

Á fundinum í 2010 við 1. flokk var foreldra- og læraraleiklutur umrøddur, og við íblástri úr tilfari frá SSP var umrøtt, hvat ávikavist foreldur og lærarar vænta av hvørjum øðrum, og hvat góð undirvísing er.

Á fundinum í 2010 við 8. flokkarnar, var lagt út við framløgum um foreldraleiklut, SSP og skipanina av Eysturskúlanum. Aftaná framløgurnar var farið út í flokkarnar, har foreldrini fingu spurningar at kjakast um í bólkum. Hetta vóru spurningar, sum SSP í Danmark hevur útgivið. Foreldrini vóru sera virkin, og nógv gott kjak spurdist burturúr, umframt at gjørdar vóru avtalur um mál, ið semja var um, at tað hevur týdning, at foreldur og skúli samstarva um.

Aftur í fjør skipaði Skúlastýrið fyri foreldrafundum í 1. og 8. flokki ávíkavíst 24. og 31. august. Eitt samt skúlastýrið var ikki heilt nøgt við fundirnar. Í 1. flokki høvdu vit varhugan av, at spurningarnir í SSP spælinum um tvístøður bera brá av at vera í so neilig evni at taka upp við skúlaársbyrjan í 1. flokki. Vit hava tí gjørt av, at vit komandi ár heldur taka somu spurningar sum seinasta ár. Spurningar, sum snúgva seg um, hvat foreldur og skúli vænta av hvørjum øðrum.

Í 8. flokki vóru vit heldur ikki nøgd, tí her bleiv tikið aftur í aftur spurningar, sum foreldrini høvdu viðgjørt hálvt ár frammanundan. Her avgjørdu vit, at komandi ár, verður skúlastýrið við á foreldrafundinum, sum SSP skipar fyri um várið. Hetta er fundur fyri foreldrum at næmingum í okkara 7. flokkum og 7. flokkunum í teimum skúlum, sum lata næmingar í 8. flokk í Eysturskúlanum. Skúlastýrið hevur tá eitt mál á skránni, sum snýr seg um samstarv.

11. Tilbúgvingarætlan
Skúlastýrið hevur tikið avgerð um, at gera eina tilbúgvingarætlan í smb. við eldsbruna. Skúlastjórin hevur sett seg í samband við sløkkiliðið um fund. Endamálið við fundinum er at fáa greiðu á, hvussu útgerðin í Eysturskúlanum er, hvussu ein tilbúgvingarætlan skal síggja út og gera avtalu við teir um, nær ein roynd kann verða. Nærri verður at frætta hesum viðvíkjandi.

12. Skúlabygnaður í Tórshavnar kommunu
Skúlastýrislimir og leiðslur vóru í november bodnar til fundar at verða kunnað um ætlan viðvíkjandi skúlabygnaði og skúlabygging í Tórshavnar kommunu árini 2012-2021.
Uppskot um skúlabygnað í Tórshavnar kommunu var lagt fram. Eftirfylgjandi var skipað fyri at velja limir í ein arbeiðsbólk hjá kommunini at viðgerða uppskotið. Umboð fyri Eysturskúlan er Ingi á Smið.

13. Samstarv við foreldraumboð
Skúlastýrið leggur framhaldandi stóran dent á, at betra um samstarv og samskifti við áhugabólkar skúlans.

Nýggjasta stigið í hesum arbeiðnum, er at gera eina ætlan fyri samstarv við foreldraumboðini. Í hesum sambandi hevur skúlastýrið havt fund við øll foreldraumboðini í januar í ár, har umrøtt var yvirskipað samstarv við skúlastýrið, viðtøkur fyri foreldraumboðini vóru eftirmettar, umframt at eisini ”opið hús” var umrøtt, mannagongdir í smb. við tilfar, sum skal til hoyringar og árligi fundurin, sum skúlastýrið skipar fyri.

Bæði skúlastýrið og foreldraumboðini ynsktu at styrkja samstarvið og at økja um leiklutin hjá foreldraumboðunum, í tiltøkum sum skúlastýrið skipar fyri. Eftirmettar viðtøkur fyri foreldraumboðini eru sendar út til hoyringar hjá øllum foreldrum, umvegis foreldraumboðini.

14. Ferðsluviðurskiftini uttan fyri skúlan
Ferðsluviðurskiftini uttan fyri skúlan tíðliga á morgni vóru eisini umrødd við foreldraumboðini. Mett verður, at viðurskiftini eru sera ótrygg fyri teir næmingar, sum koma til gongu. Skúlastýrið hevur áður skrivað til Kommununa um ferðsluna og avgjørt var, at skúlastýrið skal fylgja hesum málinum upp.

Tað er lógarásett, at skúlastýrið skal vera við til minst ein fund hjá námsfrøðiliga ráðnum um árið. Hetta er tó ikki komið í lag seinasta árið, og verða stig tí tikin at fáa hendan fundin hildnan í næstum.

Til felagsforeldrafundurin í ár hevur skúlastýrið heitt á Ingunn Eiriksdóttir, stjóra í Dátueftirlitinum, um at koma at halda ein fyrilestur um, hvussu foreldur kunnu stuðla børnum og ungum, so tey kunnu ferðast tryggari á netinum.


Skúlastýrið í Eysturskúlanum, tann 22. februar 2012:

Kristina Samuelsen, formaður
Ingun Eidesgaard, næstformaður
Karl Eli Sigvardsen
Elin Lindenskov
Vagnur Johannesen
Ingi á Smið, starvsfólkaumboð

Eyðdis Eidesgaard, skrivari