
Fleiri hundrað jólakort send úr Eysturskúlanum
27/11/2024
Seinnapartin í dag vóru hesi mongu jólakortini latin Posta. Jólakortini er nýggjasta átakið hjá Føroyar lesa, har eggjað verður næmingum at senda onkrum, tey eru góð við, eina persónliga jólaheilsan.
Allir næmingarnir í Eysturskúlanum, onkur breyt í NámX, og næmingarnir í Lonini hava seinastu dagarnar skrivað jólakort.
Eitt stuttligt, hugnaligt og vónandi afturvendandi átak, sum vit hava tikið væl ímóti, og næmingarnir hava tímað væl.
Jólakortini fara tey allarflestu til ommur, abbar, foreldur og aðra familju. Nøkur jólakort eru send til Danmarkar, Grønlands og Ukraina.
Kanska liggur eitt jólakort í postkassanum hjá tær, ið lesur, ein av komandi døgunum ????
Seinastu tíðindi

07/02/2025
Kunnandi fundur fyri 7. flokkarnar
Kunnandi fundur um 7.flokkarnar í Eysturskúlanum komandi skúlaár verður
týskvøldið 4.mars kl. 19.00.
Kunningarfundurin er í sk…

04/02/2025
Ferðslan rundanum Eysturskúlan
Skúlastýrini, ið sitið hava seinastu árini, hava arbeitt stútt og støðugt við at betra um ferðsluviðurskiftini rundanum Eysturskúl…

28/01/2025
Málvinir í Norðurlondum - kynstrið at skilja hvønn annan
Sætti flokkarnir í Eysturskúlanum eru valdur út at taka lut í spennandi 2 ára verkætlan, ið eitur Málvinir í Norðurlondum - kynstr…