Smiðju- og maskinbreytin

Endamál

At næmingurin fær innlit í og grundleggjandi vitan um smiðju- og maskinyrkið. Undirvíst verður
soleiðis, at næmingurin fær bæði innlit í søguliga og ástøðiliga partin – men í mestan mun verkliga
partin innan smiðju- og maskinyrkið, har næmingurin sleppur at royna síni handaligu evnir á
verkstaðnum.

Innihald

  • Fær grundleggjandi vitan um sveising
  • Lærir at nýta ymisk hond- og maskinamboð
  • Fær grundleggjandi vitan um trygd á verkstaðnum
  • Fær grundleggjandi vitan um smiðjuyrkið
  • Gera smærri handaligar uppgávur

Starvsleið

  • Rør- og blikksmið
  • Kleinsmið
  • Sveisara
  • Maskinsmið
  • Hægri lestur, so sum framleiðslutøkningur, maskinmeistari, verkfrøðingur, o.s.fr.