Sciencebreytin
Endamál
At skapa áhuga fyri náttúruvísindum, har undirvíst verður á ein spennandi og slóðbrótandi hátt.
Næmingarnir fáa møguleika at ogna sær vitan og førleikar í náttúruvísindum á øðrvísi hátt, og vísindabreytin kann soleiðis birta upp undir dreymin hjá ungum at gerast verkfrøðingar, vísindafólk og granskarar.
Eisini er málið, at næmingarnir fá holla vitan og førleikar, teir kunnu brúka í yrkisleiðini, hóast teir ikki fara náttúruvísindaligu leiðina.
Lærugreinar
Árið verður býtt upp í náttúruvísindaligar lærugreinar. Tær stóru eru: støddfrøði, alisfrøði, evnafrøði og lívfrøði, og tær smáu eru: verkfrøði, landafrøði og stjørnufrøði. Verkfrøði er øki, sum í dag ikki verður gagnnýtt í fólkaskúlanum. Í verkfrøði er: Evnafrøðilig verkfrøði, byggiverkfrøði, elverkfrøði, telduverkfrøði og mekanikkverkfrøði.
Á breytini er støddfrøði, hástig (10.floks-støði) kravd lærugrein, sum næmingarnir fara til próvtøku í við skúlaársenda.
Arbeiðsháttur
Arbeitt verður í skeiðum, sum umboða lærugreinarnar. Skeiðið byrjar við einum almennum inngangi til vísindagreinina, hvat vísindagreinin fevnir um, stóru økini í vísindagreinini og søgan hjá vísindagreinini. Har tað ber til, verður komið inn á nýggjastu gransking í vísindagreinini. Síðani verður hugsavnað um eitt øki í vísindagreinini, eitt nú orka í alisfrøði, DNA í lívfrøði, lívfrøðilig evnafrøði, plastik og polymer í evnafrøði, seismikkur og tektoniskar flytingar í landafrøði o.s.fr. Arbeiðshættirnir vera felags undirvísing og verkætlanir.
Fyrilestrar
Ein sannroynd er, at vísindafólk og granskarar í Føroyum vilja fegnir geva av síni vitan og gransking. Tí hevði tað verið sjálvsagt at nakrir av Føroya fremstu vísindafólkum og granskarum hildu fyrilestrar.
Verkætlanir
Ígjøgnum árið skulu næmingarnir arbeiða við fýra vísindaligum verkætlanum í ymisku vísindagreinunum. Verkætlanirnar verða meiri og meiri sjálvstøðugar, soleiðis at næmingurin sleppur meiri og meiri sjálvur at skipa innihaldið og spurdómarnar í verkætlanini. Ætlanin er, at áhugin og forvitni hjá næmingunum skal ráða meiri og meiri. Verkætlanin hevur tveir partar; ein verkligan part og ein ástøðiligan part, har ið næmingurin greiðir frá verkætlanini við røttu vísindahugtøkunum og vísir, at hann fatar ástøðið í sambandi við verkliga partin. Verkætlanirnar kunnu vera stýrdar av spurdómum. Árið endar við eini endaligari verkætlan og eini rapport, sum næmingurin verjir.
Næmingurin skal í verkætlanunum vísa, at hann hevur skilt grundleggjandi, vísindaligan hugsanarhátt. Hann skal duga at grundgeva vísindaliga og kenna mannagongdirnar.
Tilfar
Undirvísingartilfarið á vísindabreytini verður ein samanseting av vísindagreinum; føroyskum og útlendskum; lærugreinabókunum, vit brúka í dag, føroyskt og útlendskt tilfar.
Tímar
Vísindabreytin er 10 tímar um vikuna, harav 4 tímar eru til støddfrøðina. Miðað verður eftir at hava seks til sjey skeið, soleiðis at allar nevndu lærugreinar eru umboðaðar, og tíð er til verkætlanirnar.
Undirvíst verður í væl útgjørdu alisfrøðistovuni, evnafrøðistovuni og lívfrøðistovuni.