Náttúrubreytin
Dámar tær væl djór og at vera úti í náttúruni, so er henda breytin nakað fyri teg.
Endamál
Dentur verður lagdur á:
• føroysk ross, men eisini húsdjór og onnur djór eru partur av breytini
• at næmingarnir nema sær kunnleika og fáa innlit í føroyskan landbúnaðin, náttúruna og djóralívið
• at næmingarnir fáa innlit í vistskipanir við plantum og skriðkyktum
• at næmingarnir eru saman við øðrum við somu áhugamálum
• at fáa praktiskar royndir
Innihald:
Ansa rossum og læra at ríða.
Ganga og ríða túrar, har vit fara at hyggja at fuglalívinum, plantum og djóralívinum annars.
Gera mat á báli og hoyra eitt sindur um ymisk náttúrufólk.
Søguliga gongdin og menning innan jarðarbrúk, djórahald og vinnu.
Fylgja árligu gongdini í bø og haga t.d. velta, hoyggja, vera við á fjalli, seyðarøkt og fletting.
Læra eitt sindur um seyðahald, neytahald, flogfenað og skógrøkt - nú á døgum eins og í gomlum døgum.
Gera royndir og kanningar, sum vísa, hvussu náttúran virkar.
Vitja stovnar, har tey hava serliga vitan um djór og náttúruna.
Starvsleið:
Djóralækni, lívfrøðingur, søgufrøðingur, bóndi, lærari, ferðaleiðari, plantu- og skógarvinna, alis- og evnafrøðingur