Framløguteknikkur 4 t/v

Endamál
Tá tú fert til víðari útbúgving – ástøðiliga ella verkliga, hevur tú brúk fyri at gera góðu framløgurnar, har amboðini eru framførsla, góður tekstur, uppseting (layout) saman við innliti í retorikki. 

Í framburði og framløgteknikki lærir tú:

  • um ástøði í retorikki, í skrift og talu
  • at grundeva fyri sjónarmiðum
  • kunnleika um uppgávuskriving
  • um fjøltáttað orðfeingi í skrift og talu
  • at ummæla, argumentere og perspektivera

Innihald
Arbeitt verður bæði ástøðiliga og verkliga. Dentur lagdur á: 

  • at finna evni, gera spurdómar, finna hóskandi bókmentir osfr.
  • at finna góðar keldur og ger keldulistar
  • at skipa og gera góðu framløguna á PowerPoint
  • at brúka røddina rætt – raddervenjing, upplestur
  • at stíga fram, rolluspøl, sjálvsmenning
  • kropsmálið í sambandi við framløgur – arbeitt verður við sjónbandaupptøkum
  • farið verður á vitjanir og koma eisini gestir á gátt

Arbeitt verður við trimum retoriskum grundhugsanum:

Logos - røðarin brúkar sakligar grundgevingar, og byggir sjónarmiðini á fakta.
Etos - røðarin skal vera álítandi og sannførandi. 
Patos - tá røðarin vil ávirka kensluliga. 

Næmingarnir fáa møguleika at seta dám á undirvísing og framløgur.

Starvsleið
Eftir lokið skúlaár í lærugreinini eru lunnar lagdir undir holla vitan og góðar vanar í samband við uppgávur og framløgur.

So um tú ynskir, at tað skal vera lættari at avhenda uppgávur, hava framløgu fyri flokkinum ella at stíga fram fyri eini fjøld, so her hetta eitt gott tilboð til tín.

Ársmet verður givið.