Boðklivi 1.b

Ferðslan

Ein áheitan frá Skúlastýrinum til tykkum, góðu foreldur!

Arbeitt hevur verið í áravís fyri at fáa ferðsluviðurskiftini rundanum skúlan tryggari. Tað hevur hepnast væl, men enn parkera bilar í vegjaðaranum uttanfyri Lítlagarð. Hetta er ikki trygt, tí børnini síggjast ikki so væl, sum tey eiga, tá ið tey ganga ímillum bilarnar. Framvið vegnum - við Lítlagarð, er av og á skipan galdandi. Tað merkir, at bilførarin er í bilinum, steðgar á, setir barnið av og koyrir avstað. Ætlar man sær inn í skúlan við barninum, skal man seta bilin frá sær omanfyri spæliplássið! 

Eitt annað er stóra p-plássið við høvuðsinngongdina í Eysturskúlan.

- Setið næmingarnar av við vegjaðaran í Tórgarðsgøtu og ikki koyra inn á p-plássið. Tað kemur alt ov ofta fyri, at lærarar ikki fáa sett bilin frá sær, tá ið teir koma til arbeiðis, tí p-plássið er fult av bilum, sum seta børn av.

Tað er týdningamikið at galdandi leiðreglur um parkering og av og á skipan (kiss&goodbye) verða fylgdar, so skúlavegurin hjá tínum barni er so trygg sum gjørligt!

Blíðar heilsanir

Skúlastýrið

Arnhild (forkv.), Birita (foreldraum.), Rókur (foreldraum.), Guttormur (TK), Annfinn (TK) og Lív (starvsfólkaum.)

Skúlarenning 2025

Viðtalur 1.b Heystið 2025

Handaverk og list

Útiskúli: Í Úlvaskógi 22.sep

Útiskúli: Í Viðarlundini 25.sep

Útiskúli 8.sep

Útiskúli: Í fjørðuni 25/8

Fyrsti skúladagur

Tímatalvan hjá 1B

Bræv við kunning fyrsta skúladag 1B