Seinasti arbeiðsdagur sum 1. varaskúlastjóri
07/02/2023
Í morgun var ein heiðursløta aftaná morgunsangin. Bjarni Djurholm, sum hevur starvast í Eysturskúlanum í 26 ár, hevur seinasta arbeiðsdag og tí segði Eyðna nøkur orð og handaði Bjarna eina kurv frá øllum næmingunum. Hann takkaði fyri seg og síðani sungu øll sangin "farvæl og takk" fyri Bjarna.
Ein hugnalig løta! Myndir eru á leinkinum:
Og her er leinki til sangin:
https://www.facebook.com/eysturskulin.torshavn/videos/692755139305932
Seinastu tíðindi
03/04/2026
Páskafrí
Vit fara aftur í skúla týsmorgunin, 7.apríl kl. 8:00.
Góða páskaferiu!
26/03/2026
3.flokkur á vali
3.fl. var á valstaðnum í høllini á Hálsi og blivu sera væl móttikin har.
Tey fingu bomm og sera góða frágreiðing um tað at fara á…
24/03/2026
Bókaklubbur í 4.flokki
Í 4.flokki hava tey bókaklubba. Tey siga soleiðis:
"Vit hava lisið Í rósunnar miðju. Prátaðu og hugnaðu okkum í ein tíma ella so…