Tíðindi úr eysturskúlanum

Barnarættindadagur 2024 í Norðurlandahúsinum

25/11/2024

Barnarættindadagurin verður hildin 20. novembur fyri at hátíðarhalda, at Altjóða Barnarættindasáttmálin hjá Sameindu Tjóðum (ST) varð undirskrivaður henda dagin í 1989.

Tað var avmarkað luttøka fyri skúlarnar. Einans trý vóru við fyri hvørja deild. Fyri Eysturskúlan luttóku trý næmingaráðsumboð fyri grunddeild, trý umboð úr miðdeild og trý úr hádeild. Við teimum í Norðurlandahúsinum vóru vegleiðarar teirra, Árant, Susan og Joan.

Yvirskipaða endamálið við degnum var at geva næmingaráðsumboðunum ein virknan leiklut í fólkaræðnum. Tey skuldu læra at fáa ávirkan á viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri tey.

Barnarættindasáttmálin, er ein avtala millum lond, sum hava lovað at verja rættindi barnanna. Barnarættindasáttmálin greiðir frá, hvat eitt barn er,  øllum rættindum teirra og ábyrgdini hjá stjórnunum.

Høvuðsevnið fyri dagin var grein 12 í barnarættindasáttmálanum: Virðing fyri meiningum hjá børnum.

Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum hevur, saman við landsstýrisfólkunum í Heilsumálaráðnum, Løgmálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og formansskapinum í Kommunufelagnum, tikið stig til at orða eina framskygda visión um at skapa bestu karmarnar um eitt gott lív hjá børnum og ungum í Føroyum. Tann sonenvda Barnaverkætlanin.

Endamálið við degnum var at fáa næmingarnir at skilja barnarættindini, at fáa tey at forvitnast í, hvat tað merkir at koma fram við sjónarmiðum sínum.

Skipað var fyri kreativum verkstovum, har børnini á fjølbroyttan hátt viðgjørdu rættindini, sum børn hava.

Tað er Barnaverkætlanin í samstarvi við Undirvísingarstýrið, Nám, Barnabata og Barnaumboðsmannin, sum hevur staðið fyri tiltakinum, sum lesandi á Námsvísindadeildini á Setrinum, eisini hjálptu við til.  

Eitt gott og gagnligt átak.
 

Seinastu tíðindi
05/11/2025
Ferða­vinnu­breytin á vitjan á flogvøllinum
Í dag fekk breytin kunning um tilbúgvingina, og bjargingarfólk hjá Atlantsflog greiddi væl frá, hvat uppgáva teirra er, tá bjargin…
29/10/2025
Rennidagurin
Í dag runnu næmingar og lærarar til ársins rennidag. Vit plaga at renna seinasta skúladag áðrenn heystfrítíðina, men veðrið var ik…
27/10/2025
Nærvera uttan skíggjar
Vit hava fingið eina rúgvu av spølum frá BETRI.  Komandi vikurnar fara vit at leggja dent á at hugna okkum saman, uttan at snildf…
01/10/2025
Málvinir í Norð­urlondum
Í fjør vóru 6. flokkarnir í verkætlanini: “Málvinir í Norðurlondum, kynstrið at skilja hvønn annan.” Henda verkætlan heldur fram…
19/09/2025
Íverksetarabreytin í Havnar Bio
Íverksetarabreytin í Havnar Bio. Tað var áhugavert at hoyra Mourits Clementsen greiða frá síni íverlsetara-leið fyrrapartin. Tey…
16/09/2025
Vitja FabLab
Í dag fóru næmingarnir í 9.ei og n, scienceflokkarnir, við bussi til Kambsdal. Har vitjaðu tey FabLab og gjørdu ymiskt ting. Mynd…
04/09/2025
Taka upp epli
Mikudagin, tá 5.flokkur hevði nátturu- og tøkni, fóru tey út í skúlagarðin at taka upp epli.  Fyri summarferiuna, tá tey gingu í…
06/08/2025
Ansið eftir børnunum í ferðsluni
Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir byrja aftur! Og ansið serliga væl eftir teimum, sum fara í skúla fyri fyrstu ferð
01/08/2025
So fara vit aftur í skúla....
Starvsfólk skúlans byrja aftur mánadagin 11. august kl 9.00   Næmingar í 2.flokki - 9.flokk møta í floksstovunum, mikudagin 13.…
12/06/2025
Ársins Vitanarfróði er 7.b
Granskingarráðið: Hósdagin 12. juni varð kunngjørt, at 7. flokkur í Eysturskúlanum fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu 2025. Tað…
29/05/2025
8.flokkar­nir vunnu
Hepnu vinnararnir av ruddingardøgunum eru funnir og 8.flokkarnir í Eysturskúlanum vunnu eina peningagávu á 6000 kr! Handanin var m…
27/05/2025
Prógvhandanin
Prógvhandanin hjá Nám og 9.flokkunum, verður hesar dagar: Týsdagin 17.juni kl. 17.00 fáa næmingarnir í Nám X prógv. Næmingarnir m…
05/11/2025
Ferða­vinnu­breytin á vitjan á flogvøllinum
Í dag fekk breytin kunning um tilbúgvingina, og bjargingarfólk hjá Atlantsflog greiddi væl frá, hvat uppgáva teirra er, tá bjargin…
29/10/2025
Rennidagurin
Í dag runnu næmingar og lærarar til ársins rennidag. Vit plaga at renna seinasta skúladag áðrenn heystfrítíðina, men veðrið var ik…
27/10/2025
Nærvera uttan skíggjar
Vit hava fingið eina rúgvu av spølum frá BETRI.  Komandi vikurnar fara vit at leggja dent á at hugna okkum saman, uttan at snildf…