Jólavikan í skúlanum
11/12/2024
Jólini nærkast og soleiðis sær seinasta vikan í skúlanum út.
Týskvøldið kl 18.00 verður framførsla í høllini fyri foreldrum og avvarðandi í 1. og 5.flokki.
Mikudagin verða tvær sýningar á pallinum fyri okkara næmingum. Tann fyrra verður kl. 10.00 fyri grund- og miðdeild, og tann seinna verður kl. 12.00 fyri hádeildini.
Hósdagin fara vit í kirkju. Vit møta kl. 8.00 og fylgjast øll oman í Havnar kirkju til jólaguðstænastu. Guðstænastan er kl. 9.00. Aftaná guðstænastuna verða 1. og 2.flokkur fylgdur niðan aftur í skúlan. Frítíðarskúlin heintar børnini kl. 10.45.
Fríggjadagin verður jólatræ og jólahald fyri næmingunum og tá møta vit kl. 9.00. Frítíðarskúlin heintar børnini kl. 11.30.
Seinastu tíðindi
10/12/2025
Jólavikan - vika 51
Skráin í jólavikuni er her:
Mánadagin og týsdagin er vanlig skúlagongd.
Týsdagin 16.desember kl. 19.00 er jólahald fyri foreld…
20/11/2025
Hoyringin av nýggju barnalógini
Næmingaráðið í miđdeildini hevur veriđ í Norðurlandahúsinum í dag, har handanin av hoyringini av nýggju barnalógini hevur veriđ.
13/11/2025
Nám X - cup 2025
Í dag møttu 32 væl upplagdir næmingar, sum hava vant dart síðani í summar, upp í hølinum hjá Havnar Dartfelag til árligu Nám X - c…