Taka upp epli
04/09/2025
Mikudagin, tá 5.flokkur hevði nátturu- og tøkni, fóru tey út í skúlagarðin at taka upp epli.
Fyri summarferiuna, tá tey gingu í 4.flokki, settur tey epli niður í litføgru plantukassarnar, sum eru í skúlagarðinum.
Spent fóru tey til verka og tað var ikki smávegis tey fingu burturúr.
So er spennandi at vita, um tey halda, at "eplini, tey sjálvi hava velt" smakka betri enn tey, ið eru til keyps í handlunum.
Myndir eru her:
Seinastu tíðindi
03/04/2026
Páskafrí
Vit fara aftur í skúla týsmorgunin, 7.apríl kl. 8:00.
Góða páskaferiu!
26/03/2026
3.flokkur á vali
3.fl. var á valstaðnum í høllini á Hálsi og blivu sera væl móttikin har.
Tey fingu bomm og sera góða frágreiðing um tað at fara á…
24/03/2026
Bókaklubbur í 4.flokki
Í 4.flokki hava tey bókaklubba. Tey siga soleiðis:
"Vit hava lisið Í rósunnar miðju. Prátaðu og hugnaðu okkum í ein tíma ella so…