Rennidagurin
29/10/2025
Í dag runnu næmingar og lærarar til ársins rennidag. Vit plaga at renna seinasta skúladag áðrenn heystfrítíðina, men veðrið var ikki til vilda, so dagurin var fluttur til í dag.
Og tað var heppið, tí veðrið var framúr, stilt og kalt og fín rennilíkindir.
Vit renna um kapp, t.v.s. at tann flokkurin, sum hevur runnið flest kilometrar í miðal, vinnur ferðasteyp og ein bovlingtúr. Deildirnar kappast sína millum og í ár vunnu:
Grunddeildin: 3.flokkur
Miðdeildin: 6.flokkur
Hádeildin: 8.ei
Nám X: Handverksbreytin
Hvørt umfar er 3 km og næmingurin, ið rann longst, var Pætur í 8.ei.
Myndirnar liggja í savninum og leinki er her: https://eysturskulin.fo/565
Seinastu tíðindi
22/04/2026
SO VUNNU VIT AFTUR!
Okkara 5.flokkur vann ársins Vitanarfróða fyri miðdeildina.
Tey arbeiddu við spurdóminum:
Hvørja ávirkan hava svøvnur og morgun…
21/04/2026
SjóGló vann!!
Íverksetarabólkurin í 9.flokki í Eysturskúlanum og sum fyrr í ár vann FM í íverksetan og harvið sluppu víðari at kappast í Danmark…
20/04/2026
Nám X er í Berlin
Meðan Nám X´ arar eru í Berlin, ber til at fylgja við á Faceboosíðuni hjá Nám X. Har leggja vit myndir út hvønn dag.
Leinki er h…